Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

31. mai 2007 Nr. 54

Kunngerð um íløt, úrdráttir og pant, sum broytt við kunngerð nr. 39 frá 16. mai 2011

Við heimild § 2, stk. 2 og § 4, stk. 4 í løgtingslóg nr. 73 frá 10. mai 1994 um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, sum broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 15. mai 2007, verður ásett:

Íløt

§ 1 Framleiðsla, innflutningur og søla av øli, mineralvatni og lidnum leskidrykkjum í íløtum úr…

Framleiðsla, innflutningur og søla av øli, mineralvatni og lidnum leskidrykkjum í íløtum úr glasi, plasti og metalli, eru fevnd av lógini. Úrdráttir

§ 2 Framleiðsla, innflutningur og søla av hesum úrdráttum í teimum í § 1 nevndu íløtum, eru fevnd av…

Framleiðsla, innflutningur og søla av hesum úrdráttum í teimum í § 1 nevndu íløtum, eru fevnd av lógini: 1) øl 2) mineralvatn 3) kelduvatn 4) vatn 5) sodavatn 6) liðugt blandað saft 7) cider 8) orkudrykkir 9) ítróttadrykkir 10) íste 11) ískaffi 12) punch Pant

§ 3 Við sølu og móttøku av íløtum skal verða kravt og latið pant áljóðandi hesar upphæddir

Við sølu og móttøku av íløtum skal verða kravt og latið pant áljóðandi hesar upphæddir: 1) 1) Kr. 2,00 við MVG fyri endurfyllingaríløt, sum rúma 0,5 litrum ella minni. 2) 1) Kr. 4,00 við MVG fyri endurfyllingaríløt, sum rúma meira enn 0,5 litrum 3) Kr. 2,00 við MVG fyri einnýtsluíløt, sum rúma 0,5 litrum ella minni. 4) Kr. 4,00 við MVG fyri einnýtsluíløt, sum rúma meira enn 0,5 litrum Stk. 2. Upphæddirnar í stk. 1 eru minstu upphæddir. Tó skal verða kravd og latin sama upphædd við sølu sum við móttøku av íløtum. Proviantering

§ 4 Í sambandi við proviantering til toll- og avgjaldsfría nýtslu og sølu kann pant verða kravt og…

Í sambandi við proviantering til toll- og avgjaldsfría nýtslu og sølu kann pant verða kravt og latið. Í teimum førum, har pant verður kravt og latið, skal tað gerast samsvarandi ásetingunum í § 3. Gildiskoma

§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Innlendismálaráðið, 31. mai 2007 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rúni Joensen (sign) 1) Broytt við kunngerð nr. 39 frá 16. mai 2011.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙