Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
30. apríl 2020 Nr. 54
Kunngerð um broyting í kunngerð um innlatingarfreistir av sjálvuppgávu fyri roknskaparskyldug
(COVID-19 longd freist at lata inn sjálvuppgávu)
§ 1 Í kunngerð nr. 89 frá frá 14. september 2006 um innlatingarfreistir av sjálvuppgávu fyri…
Í kunngerð nr. 89 frá frá 14. september 2006 um innlatingarfreistir av sjálvuppgávu fyri roknskaparskyldug, verður § 1 orðað soleiðis: “§ 1. Seinasta freist at lata inn sjálvuppgávu við roknskapi er 15. mai. Sama freist er galdandi fyri løntakarar uttanlands.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi sama dag, sum hon verður kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi sama dag, sum hon verður kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 30. apríl 2020 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.