Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
19. apríl 2002 Nr. 54
Kunngerð um broyting í kunngerð nr. 122 frá 24. august 2001 um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi.
§ 1 Í kunngerð nr. 122 frá 24. august 2001 um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á…
Í kunngerð nr. 122 frá 24. august 2001 um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi verða hesar broytingar gjørdar: 1) § 5, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Fiskur, sum verður landaður, skal, antin í sambandi við landingina ella innan fyrstu sølu, góðkennast sum egnaður til matna. Harafturat skal eftirkannast, um hann er hagreiddur eftir teimum kunngerðarkrøvum, sum eru sett til hagreiðing umborð á fiskiførum. Kanningin skal gerast við staksýnum á ein hátt, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan fyriskipar og góðkennir.” 2) Eftir § 5, stk. 6 verða sett stk. 7, 8 og 9: “Stk. 7. Landingarmiðstøðum verður loyvd ein umskiftistíð fram til 1. september 2002 til at fáa kravdu viðurskiftini í lagi. Stk. 8. Er talan um kostnaðarmiklar broytingar í sambandi við krøvini í §§ 16-46 viðvíkjandi bygningum, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan, um hetta er heilsufrøðiliga ráðiligt, leingja umskiftistíðina til 31. desember 2002. Stk. 9. Í serligum førum og eftir skriftliga umsókn og loyvi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, kann umskiftistíðin í stk. 8 verða longd.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálastýrið, 19. apríl 2002 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.