Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
9. juni 1989 Nr. 54
Kunngerð um tjalding
Við heimild í § 4 og § 35, stk. 2 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd hevur landsstýrið ásett:
§ 1 Tjalding er bert loyvd, har nøktandi saniter viðurskifti – nátthús og vaskiumstøður – eru
Tjalding er bert loyvd, har nøktandi saniter viðurskifti – nátthús og vaskiumstøður – eru.
§ 2 Kommunurnar hava eftirlitið við, at tjalding einans fer fram á støðum, har treytirnar í § 1 eru…
Kommunurnar hava eftirlitið við, at tjalding einans fer fram á støðum, har treytirnar í § 1 eru loknar. Stk. 2. Kommunurnar hava skyldu at seta upp uppsløg o.t. um, at tjalding ikki er loyvd á teimum støðum, har tílíkt vanliga kemur fyri og har treytirnar í § 1 ikki eru loknar.
§ 3 Brot á §§ 1 og 2 verða revsað við bót
Brot á §§ 1 og 2 verða revsað við bót.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.