Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
5. desember 1957 Nr. 52
Reglugerð fyri Grunnin til varðveitingar av fornminnum í Kirkjubø
§ 1 Grunsins grundfæ eru tær ognir, sum “Fonden til bevaring af Kirkebøruinen på Færøerne” eigur, og…
Grunsins grundfæ eru tær ognir, sum “Fonden til bevaring af Kirkebøruinen på Færøerne” eigur, og haraftrat 25.000 kr., sum pf. Føroya Banki í Tórshavn gav til nevnda endamál í 1956 á 50 ára degi bankans.
§ 2 Grunsins ónertiliga grundfæ
Grunsins ónertiliga grundfæ: Nevnda gáva frá pf. Føroya Banka 25.000 kr. Innskrivingarprógv, yvirtikið frá “Fonden til Kirkebøruinens bevaring” 2.800 kr. Flutt frá sparikassabók nr. 70.039 12.200 kr. íalt: 40.000 kr. Grundfæið skal setast inn eftir reglum um fyrisitingina av ómyndinga peningaognum ella í føroyskar sparikassar. Aftrat grundfæinum kunnu koma tilskot, sum veitt kunnu vera, og so mikið av innvunnum rentum, sum landsstýrið fyrisetur.
§ 3 Tann tøki grunnurin fær tað, sum eftir er av tí, sum stendur inni á sparikassabók, og rentuna av…
Tann tøki grunnurin fær tað, sum eftir er av tí, sum stendur inni á sparikassabók, og rentuna av grundfænum og haraftrat tilskot og gávur, sum veitt kunnu vera, til nýtslu.
§ 4 Endamál grunsins er varðveiting av dómkirkjumúrinum í Kirkjubø. Haraftrat kann tilskot veitast…
Endamál grunsins er varðveiting av dómkirkjumúrinum í Kirkjubø. Haraftrat kann tilskot veitast til varðveitslu av øðrum fornminnum í Kirkjubø.
§ 5 Føroya landsstýri er stýri grunsins. Eftirlitið við fornminnunum verður lagt til Føroya…
Føroya landsstýri er stýri grunsins. Eftirlitið við fornminnunum verður lagt til Føroya fornminnissavn í samráð við fornminnisnevndina og bóndan á Kirkjubø garði.
§ 6 Føroya gjaldstova heldur roknskapin; hann verður endurskoðaður av grannskoðara løgtingsins og…
Føroya gjaldstova heldur roknskapin; hann verður endurskoðaður av grannskoðara løgtingsins og decideraður av landsstýrinum.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.