Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
26. mars 1993 Nr. 51
Kunngerð um læknaváttanir í samband við umsókn um dagpening vegna sjúku ella skaða
Við heimild í § 30, stk. 2 í “Lov for Færøerne om dagpenge ved sygdom eller fødsel” (dagpeningalógini), smb. lógarkunngerð nr. 102 frá 2. mars 1988, sum broytt við lógunum nr. 392 og nr. 394 frá 20. mai 1992 og lóg nr. 1075 frá 23. desember 1992, hevur Landsstýrið fyrisett:
§ 1 Í samband við útgjalding av dagpeningi vegna fráveru úr arbeiði vegna sjúku ella skaða, sum av…
Í samband við útgjalding av dagpeningi vegna fráveru úr arbeiði vegna sjúku ella skaða, sum av einum lækna verður mett at vara eitt styttri tíðarskeið skal “Læknaváttan A um óarbeiðsføri“, sum er skjal 1, nýtast. Stk. 2. Sum eitt styttri tíðarskeið verður roknað eitt tíðarskeið upp til umleið 1 mánað.
§ 2 Um læknin metir, at fráveran vegna sjúku ella skaða kemur at vara eitt longri tíðarskeið, skal…
Um læknin metir, at fráveran vegna sjúku ella skaða kemur at vara eitt longri tíðarskeið, skal “Læknaváttan B um framhaldandi og langtíðarhjálp”, sum er skjal 2, nýtast. Stk. 2. “Læknaváttan B um framhaldandi og langtíðarhjálp“ skal eisini nýtast í samband við framhaldandi útgjalding av dagpeningi í teimum førum, tá Almannastovan frammanundan hevur fingið “Læknaváttan A um óarbeiðsføri“, men fráveran síðani vísir seg at koma at vara eitt longri tíðarskeið, enn frá fyrstuni roknað við.
§ 3 Læknaváttanin verður send í afturlatnum brævbjálva beinleiðis til dagpeningaskipanina.…
Læknaváttanin verður send í afturlatnum brævbjálva beinleiðis til dagpeningaskipanina. Læknaváttanin skal undir allari viðgerðini í Almannastovuni verða goymd í málinum. Almannastovan skipar fyri, at tá málið ikki er í nýtslu, verður tað goymt í læstum rúmi. Stk. 2. Starvsfólk og onnur, sum undir viðgerðini av umsóknini um dagpening fáa kunnleika um innihaldið í læknaváttanina, skulu frammanundan hava fingið nágreinilig boð um, at læknaváttanin skal viðgerast í trúnaði, og at tey hava tagnarskyldu um innihaldið í hesari.
§ 4 Gjaldið fyri “Læknaváttan A um óarbeiðsføri” og gjaldið fyri “Læknaváttan B um framhaldandi og…
Gjaldið fyri “Læknaváttan A um óarbeiðsføri” og gjaldið fyri “Læknaváttan B um framhaldandi og langtíðarhjálp“ er tað sama, sum er ásett sambært sáttmála millum Den Almindelige Danske Lægeforening (DADL) og amtskommunurnar og ríkið. Stk. 2. Almannastovan ásetur árliga upphæddina av gjaldinum fyri ávikavist “Læknaváttan A um óarbeiðsføri” og “Læknaváttan B um framhaldandi og langtíðarhjálp“.
§ 5 Almannastovan rindar læknanum gjaldið fyri læknaváttanina. Goldið verður bert fyri læknaváttanir,…
Almannastovan rindar læknanum gjaldið fyri læknaváttanina. Goldið verður bert fyri læknaváttanir, ið verða nýttar í málsviðgerðini.
§ 6 Almannastovan kann víkja frá kravinum um læknaváttan sambært §§ 1 og 2, um onnur nøktandi váttan…
Almannastovan kann víkja frá kravinum um læknaváttan sambært §§ 1 og 2, um onnur nøktandi váttan um óarbeiðsføri og tess longd er fingin til vega á annan hátt.
§ 7 Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.