Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. august 2004 Nr. 51

Kunngerð um einkarrætt og skyldur landsins til postflutning

Við heimild í § 3, stk. 7, § 4, stk. 5 í løgtingslóg nr. 135 frá 18. oktober 2001 um postvirksemi verður ásett:

Einkarrættur landsins

§ 1 Einkarrættur landsins fevnir um postflutning av innlendis adresseraðum brøvum og adresseraðum…

Einkarrættur landsins fevnir um postflutning av innlendis adresseraðum brøvum og adresseraðum brøvum, send úr Føroyum og til Føroya, sum viga til og við 100 gramm. Stk. 2. Innlendis adresserað brøv, ið eru umfatað av tí í stk. 1. nevnda einkarrætti verða harumframt avmarkað av einum prísmarki, ið er prísurin fyri flutning av innlendis adresseraðum brøvum á fyrsta vektstigi faldað við 3. Fyrsta vektstig verður ásett av Posteftirlitinum.

§ 2 Postur fevndur av einkarrættinum í § 1, stk. 1 verður avmarkaður til fylgjandi støddir

Postur fevndur av einkarrættinum í § 1, stk. 1 verður avmarkaður til fylgjandi støddir: 1) Innlendis brøv Minsta mát Brævaskap: 14 x 9 cm Rullu- ella stangarskap: Longd 10 cm ein veg. Longd ein veg + 2 x diametur/hædd = 17 cm. Mesta mát Brævaskap: Longd 60 cm ein veg. Longd + breidd + tjúkd = 90 cm. Rullu- ella stangarskap: Longd 90 cm. Longd + 2 x diametur/hædd = 104 cm. 2) Brøv úr útlandinum Minsta mát Brævaskap: 14 x 9 cm Rullu- ella stangarskap: Longd 10 cm ein veg. Longd + 2 x diametur/hædd = 17 cm. Mesta mát Brævaskap: Longd 60 cm ein veg. Longd + breidd + hædd = 90 cm. Rullu- ella stangarskap: Longd 90 cm. Longd + 2 x diametur/hædd = 104 cm. Skylda landsins til postflutning

§ 3 Fyri post, fevndur av skyldu landsins til postflutning, eru galdandi fylgjandi vekt- og støddarmørk

Fyri post, fevndur av skyldu landsins til postflutning, eru galdandi fylgjandi vekt- og støddarmørk: Innlendis Adresserað brøv upp til 2 kg. Adresseraðir príslistar, bóklingar, bløð og aðrar prentaðar sendingar, eins til innihalds, sum ikki eru í bjálva – upp til 2 kg. Tíðindabløð, dag-, viku- og mánaðarbløð og tíðarrit – upp til 2 kg. Adresseraðir pakkar upp til 20 kg. Blindasendingar upp til 7 kg. Útlond Adresserað brøv upp til 2 kg. Adresseraðir príslistar, bóklingar, bløð og aðrar prentaðar sendingar, eins til innihalds, sum ikki eru í bjálva – upp til 2 kg. Tíðindabløð, dag-, viku- og mánaðarbløð og tíðarrit – upp til 2 kg. Adresseraðir pakkar upp til 20 kg, um ikki annað fylgir av altjóða sáttmála. Blindasendingar upp til 7 kg. 1) Adresserað brøv Minsta mát Brævaskap: 14 x 9 cm Rullu- ella stangarskap: Longd 10 cm ein veg og longd + 2 x diametur/hædd = 17 cm. Mesta mát Brævaskap: Longd 60 cm. Longd + breidd + hædd = 90 cm. Rullu- ella stangarskap: Longd 90 cm. Longd + 2 x diametur/hædd= 104 cm. 2) Adresseraðir príslistar, bóklingar, bløð og aðrar prentaðar sendingar, eins til innihalds, sum ikki eru í bjálva. Minsta mát 14 x 9 cm. Mesta mát Longd 60 cm ein veg og longd + breidd + hædd = 90 cm 3) Tíðindabløð, dag-, viku- og mánaðarbløð og tíðarrit. Minsta mát Longd 21 cm. x Breidd 14,8 cm. Mesta mát Longd 45 x Breidd 30 cm. Mesta mát Tjúkd 3 cm. 4) Adresseraðir pakkar Minsta mát 14 x 9 cm. Rullu- ella stangarskap: Longd 10 cm ein veg. Longd + 2 x diametur/hædd = 17 cm. Mesta mát Longd 150 cm og longd + størsta ummál máta ein annan veg enn longarrætningin = 300 cm, um ikki annað framgongur av altjóða samtyktum. 5) Blindasendingar Somu mát sum fyri innlendis adresserað brøv.

§ 4 Brøv og pakkar skulu kunna sendast sum ávikavist virðisbrøv ella innskrivað brøv og virðispakkar.…

Brøv og pakkar skulu kunna sendast sum ávikavist virðisbrøv ella innskrivað brøv og virðispakkar. Hetta er somuleiðis galdandi fyri post til útheimin, um ikki annað er ásett í altjóða samtyktum.

§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 19. august 2004 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
postvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022 · innanhýsis
Galdandi · 18. oktober 2001

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙