Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
25. mars 1993 Nr. 50
Kunngerð um barnaforsorg, sum seinast broytt við kunngerð nr. 18 frá 20. februar 2003
Við heimild í § 13, § 16, stk. 2 og § 35, stk. 4, 2. pkt. í “Lov for Færøerne om børneforsorg“ (barnaforsorgarlógini), smb. lógarkunngerð nr. 104 frá 2. mars 1988, sum broytt við lóg nr. 154 frá 15. mars 1989 og lóg nr. 393 frá 20. mai 1992 hevur Landsstýrið fyrisett:
Virksemi barnaverndarinnar.
§ 1 Uppgávan hjá barnaverndarnevndunum er at hava umsjón við børnunum í kommununi sambært kapittul II…
Uppgávan hjá barnaverndarnevndunum er at hava umsjón við børnunum í kommununi sambært kapittul II í barnaforsorgarlógini, at skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum sambært kapittul III í barnaforsorgarlógini, og at uppala og uppihalda børnum, sum ikki eru í heimi sínum, sambært kapittul IV í barnaforsorgarlógini. Stk. 2. Eisini skal barnaverndarnevndin geva teimum viðurskiftunum gætur, sum børnini í kommununi liva undir.
§ 2 Limirnar í barnaverndarnevndunum verða valdir av bý- og bygdaráðunum, men barnaverndarnevndirnar…
Limirnar í barnaverndarnevndunum verða valdir av bý- og bygdaráðunum, men barnaverndarnevndirnar eru sjálvstøðugar og virka óheftar av bý- og bygdaráðunum ella sosialu nevndunum.
§ 3 Barnaverndarnevndin skal taka eitt mál til viðgerðar, tá fráboðan eftir § 37 í…
Barnaverndarnevndin skal taka eitt mál til viðgerðar, tá fráboðan eftir § 37 í barnaforsorgarlógini er givin barnaverndarnevndini. Stk. 2. Barnaverndarnevndin kann eisini av sínum eintingum taka mál upp til viðgerðar, hóast ongin fráboðan sambært stk. 1 er komin, tá umstøðurnar geva varhuga av, at tørvur kann vera á hjálp.
§ 4 Tá tað ikki er álagt barnaverndarnevndini í lógini at nýta ávísa serkøna hjálp, avger…
Tá tað ikki er álagt barnaverndarnevndini í lógini at nýta ávísa serkøna hjálp, avger barnaverndarnevndin sjálv, hvønn hon vil ráðføra seg við í arbeiði sínum. Samsýning v.m.
§ 5 1) Fyri luttøku á barnaverndarfundum fáa barnaverndarlimir og onnur, ið taka lut í viðgerðini av…
1) Fyri luttøku á barnaverndarfundum fáa barnaverndarlimir og onnur, ið taka lut í viðgerðini av barnaverndarmálunum, samsýning eftir reglunum í § 11 í Løgtingslóg nr. 45 frá 29. juni 1972 um føroyskar kommunur við seinni broytingum. Stk. 2. Fyri annað barnaverndararbeiði enn fundir, t.d. tá barnaverndarlimur verður boðsendur av løgregluni, tí eitt barn ella ungur er handtikin o.l., fær barnaverndarlimur samsýning svarandi til 1 fund, um arbeiðið varar upp til 4 tímar. Er arbeiðið longri enn 4 tímar, er samsýningin tann sama sum fyri fundir longri enn 4 tímar. Stk. 3. Fyri luttøku á fundum viðvíkjandi barnaverndararbeiðnum hjá barnaverndarnevndunum fær løgfrøðingurin, sum landsstýrið hevur tilnevnt sambært § 2 í barnaforsorgarlógini, fundarpengar, dagpengar og endurgjald fyri ferðaútreiðslu sambært teimum reglum, sum eru galdandi fyri tænastumenn landsins, sambært sáttmála millum Føroya landsstýri og Tænastumannafelag Landsins. Í serligum førum kann onnur serstøk avtala verða gjørd fyri ávíst áramál. Hesar avtalur skulu góðkennast av landsstýrinum. Stk. 4. Tilnevndir eftirlitsverjar fáa fyri hvørja vitjan í heiminum hjá barninum eina samsýning, ið svarar til ta upphædd, sum latin verður barnaverndarlimum fyri 1 fund. Stk. 5. 1) (Strikað). Útinnan av vanligu umsjónini sambært kapitul II í barnaforsorgarlógini.
§ 6 Umsjónin við børnunum í kommununi umfatar bæði teirra uppihald og menningarmøguleikar og trivna…
Umsjónin við børnunum í kommununi umfatar bæði teirra uppihald og menningarmøguleikar og trivna teirra yvirhøvur Stk. 2. Tað er álagt barnaverndarnevndunum at vera serliga ansin um viðurskifti eru, sum kunnu geva ábending um, at børnunum tørvar hjálp. Stk. 3. Barnaverndarnevndin kann fáa hjálp at útinna umsjónina frá serligt tilnevndum umsjónarfólkum. Arbeiðið sum umsjónarfólk er sambært § 16 í barnaforsorgarlógini eitt borgarligt umboð og eitt ólønt álitisstarv. Eftirlitsverjumál.
§ 7 Tann persónur, sum barnaverndarnevndin tilnevnur sum eftirlitsverji, skal so vítt gjørligt hava…
Tann persónur, sum barnaverndarnevndin tilnevnur sum eftirlitsverji, skal so vítt gjørligt hava serligar fyritreytir fyri at kunna útinna tílíkt starv. Hvørjar fyritreytir, ið dentur eigur at vera lagdur á í tí einstaka førinum, er tengt at teimum umstøðum, sum hava havt við sær tilnevningina, aldur og kyn barnsins, og at hvørjir teir trupulleikarnir eru, sum roknast má við, at eftirlitsverjin í fyrstu syftu skal hjálpa familjuni við. Havast skal tó í huga, at uppgávan hjá eftirlitsverjanum ikki eigur at verða avmarkað til einans at hjálpa í samband við tær umstøður, ið hava ført við sær barnaverndarmálið. Eftirlitsverjin skal eisini arbeiða við teimum upprunaligu orsøkunum til trupulleikarnar, og hjálpa familjuni ella tí unga við at finna eina varandi loysn. Stk. 2. Eftirlitsverjumál fyri pinkubørn og smábørn eru vanliga grundaði á vantandi ansing og røkt, ella orsakað av bústaðarumstøðunum hjá familjuni, og eigur sostatt vera sermerkt av at vera hátta sum ein familjuleiðbeining. Familjan kann ikki vísa eftirlitsverjan frá sær, og hesin hevur krav uppá at síggja barnið í heiminum og at kunnað seg um viðurskiftinum, sum tað býr undir. Stk. 3. Eftirlitsverjumál fyri skúlabørn kunnu oftani vera grundað í trupulleikum í atburði barnsins, ið kanska ikki í sjálvum sær eru so álvarsligir, men sum kunnu vera tekin um eina óhepna gongd. Við eftirlitsverjumáli og aðrari hjálp skal barnaverndarnevndin í hesum førum arbeiða við einum møguligum breki í familjuviðskiftunum hjá barninum, men eisini vera varð við tann avgerandi týdning, sum tilknýti barnsins til skúlan hevur. Eftirlitsverjumálið skal tí fremjast í neyvum samstarvi við skúlan, serstakliga við beinleiðis stuðli, ið kann forða fyri skulking og líknandi óregluskili í skúlagongdini, og skal byggja upp ein positivan hugsunarhátt hjá barninum og familjuni mótvegis skúlanum. Stk. 4. Eftirlitsverjumál fyri ung byrja oftani við ákærufrágangi ella einum treytaðum dómi fyri lógarbrot. Eftirlitsverjumál eiga í hesum førum at byrja skjótast gjørligt í sakargongdini. Serstakliga tá tað er fyrstu ferð, at tann ungi er komin í samband við rættarverjandi myndugleikarnir, er tað av týdningi, at straffisakin verður eftirfylgd av eini munagóðari kanning av stuðulstørvinum hjá tí unga. Eftirlitsverjin skal í hesum førum hjálpa familjuni og tí unga at forða eini endurtøku ella øðrum, ið stavar frá væntandi evnum at laga seg eftir umstøðunum. Somuleiðis eigur verjin í samarbeiði við foreldur ella onnur avvarandi, skúla ella arbeiðspláss, við leiðbeining og ítøkiligum stuðli at hjálpa tí unga at tillaga seg í samfelagnum. Serstakliga skal tann ungi stuðlast við atliti til útbúgving ella arbeiði og eisini at finna hóskandi frítíðarítriv. Uppihaldshjálp til børn og ung, ið áður hava verið undir umsjón hjá barnaverndarnevndini, til at enda byrjaða útbúgving.
§ 8 Um forsorgin fyri einum ungum endar, ella um tann ungi, sum eina roynd verður sendur heim aftur,…
Um forsorgin fyri einum ungum endar, ella um tann ungi, sum eina roynd verður sendur heim aftur, meðan hann er undir útbúgving, kann barnaverndin avgera at veita tí unga framhaldandi fíggjarligan stuðul til at enda byrjaðu útbúgvingina. Stk. 2. Endamálið við framhaldandi stuðlinum er at hjálpa tí unga at fáa eina útbúgving. Stuðulin kann veitast til bæði bókliga útbúgving einans við skúlagongd, og til lærlingaútbúgving ella aðra fakliga útbúgving. Stuðulin kann eisini veitast til framhaldandi skúlaútbúgving og víðari hægri útbúgvingar. Stk. 3. Stuðulin kann fevna um útreiðslur til mat, bústað, klæðir, vask, ferðing, lummapening, skúlapening, bøkur, limagjald, neyðugan útbúnaða v.m. Stuðulin kann eftir umstøðunum eisini veitast, hóast tann ungi býr heima hjá foreldrunum. Aðrar ásetingar og gildiskoma.
§ 9 Barnaverndarnevndin skal geva teimum viðurskiftunum gætur, sum børnini í kommununi liva undir, og…
Barnaverndarnevndin skal geva teimum viðurskiftunum gætur, sum børnini í kommununi liva undir, og tá ið tað verður mett at vera neyðugt, skal hon taka stig til almen tiltøk, so sum t.d. at vísa bý- og bygdaráðnum og landmyndugleikum á óheppin viðurskifti í kommununi, t.d. tørvandi ansingarpláss, vánaligar bústaðarumstøður, ferðsluviðurskifti og frítíðarmøguleikar.
§ 10 Allar útreiðslur sambært ásetingunum í hesi kunngerð, verða rindaðar sum barnaverndarútreiðslur…
Allar útreiðslur sambært ásetingunum í hesi kunngerð, verða rindaðar sum barnaverndarútreiðslur sambært § 43, stk. 3 í barnaforsorgarlógini.
§ 11 Hendan kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Hendan kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 1) Broytt við kunngerð nr. 18 frá 20. februar 2003.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.