Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. apríl 1998 Nr. 50

Kunngerð um meirvirðisgjaldsfrítøku fyri sjóklæðir

Við heimild í § 12, stk. 2, smb. stk. 1, litra k í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum verður fyrisett:

§ 1 Við fiskifør, ið reka vinnuligan fiskiskap, er í hesi kunngerð at skilja tey fiskifør, ið eru…

Við fiskifør, ið reka vinnuligan fiskiskap, er í hesi kunngerð at skilja tey fiskifør, ið eru meirvirðisgjaldsskrásett.

§ 2 Fyri at kunna selja sjóklæðir meirvirðisgjaldsfrítt, skal seljarin frá keyparanum hava avrit av…

Fyri at kunna selja sjóklæðir meirvirðisgjaldsfrítt, skal seljarin frá keyparanum hava avrit av dagførdum skrásetingarprógvi um, at keyparin er fiskifar, sum er meirvirðisgjaldsskrásett. Stk. 2. Er keyparin manning av fiskifari, skal viðkomandi lata seljaranum avrit av dagførdum skrásetingarprógvi um, at fiskifarið er meirvirðissgjaldskrásett, og skal hetta hava áskrift frá reiðarínum ella skiparanum um, at keyparin er manning á fiskifarinum. Á skrásetingarpróvnum skal eisini standa navn, bústaður og føðingardagur keyparans.

§ 3 Fakturaavrit og avrit av skrásetingarprógvi eru skjalprógv hjá seljaranum í samband við uppgerð…

Fakturaavrit og avrit av skrásetingarprógvi eru skjalprógv hjá seljaranum í samband við uppgerð av meirvirðirgjaldsroknskapinum.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙