Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
30. januar 2007 Nr. 5
Kunngerð um lummapening til børn á samdøgursstovni stovnsettur við heimild í barnaverndarlógini
Við heimild í § 38, stk. 4 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd verður ásett:
§ 1 Tá barn er sett á samdøgursstovn, ið er stovnsettur við heimild í barnaverndarlógini, rindar…
Tá barn er sett á samdøgursstovn, ið er stovnsettur við heimild í barnaverndarlógini, rindar stovnurin lummapening til barnið.
§ 2 Lummapeningur verður útgoldin einaferð um vikuna, um annað ikki er avtalað millum stovnin og barnið
Lummapeningur verður útgoldin einaferð um vikuna, um annað ikki er avtalað millum stovnin og barnið.
§ 3 Upphæddin, ið rindast skal, svarar til upphæddina, ið ásett er til lummapening fyri viðkomandi…
Upphæddin, ið rindast skal, svarar til upphæddina, ið ásett er til lummapening fyri viðkomandi aldursbólk sambært kunngerð um samsýning til fosturforeldur. Stk. 2. Um barn verður sett á stovn uttanlands, er tað upphæddin fyri lummapening hjá viðkomandi stovni, ið er galdandi.
§ 4 Avgerðir tiknar sambært hesi kunngerð kunnu, innan 4 vikur eftir at verjin hjá barninum hevur…
Avgerðir tiknar sambært hesi kunngerð kunnu, innan 4 vikur eftir at verjin hjá barninum hevur fingið fráboðan um avgerðina, kærast til Kærunevndina í almannamálum. Stk. 2. Kærunevndin kann víkja frá hesi freist, um serlig orsøk er til tað.
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almanna- og heilsumálaráðið, 30. januar 2007 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.