Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. januar 2025 Nr. 5

Kunngerð um útrokning av umsetningi í løgtingslóg um kapping

Við heimild í § 7, stk. 6, og § 14, stk. 4, í løgtingslóg nr. 72 frá 22. mai 2023 um kapping, verður ásett:

Umsetningur

§ 1 Í hesi kunngerð er umsetningur at skilja sum nettoumsetningur í Føroyum í sambandi við vanliga…

Í hesi kunngerð er umsetningur at skilja sum nettoumsetningur í Føroyum í sambandi við vanliga raksturin, við frádrátti av meirvirðisavgjaldi og øðrum avgjøldum og skattum, ið hava beinleiðis tilknýti til søluna, samanber tó §§ 6 og 7. Stk. 2. Umsetningurin hjá eini luttakandi fyritøku sambært § 14, stk. 1, í løgtingslógini verður gjørdur upp sum umsetningurin í síðsta grannskoðaða roknsskapinum, samanber tó §§ 6 og 7. Stk. 3. Umsetningurin sambært § 14, stk. 1, í løgtingslógini verður gjørdur upp sum samantaldi umsetningurin hjá luttakandi fyritøkunum. Stk. 4. Um ein ella fleiri av luttakandi fyritøkunum, eftir at síðsta roknskaparár er lokið, hevur avhendað ein part av fyritøkuni, skal tann parturin av umsetninginum, ið hesin avhendaði parturin av fyritøkuni hevur skapt, dragast frá umsetninginum hjá tí luttakandi fyritøkuni. Umsetningur, ið er skaptur av ognum, ið luttakandi fyritøkan hevur fingið ræði á, eftir, at síðsta roknskaparár er lokið, skal leggjast afturat umsetninginum hjá luttakandi fyritøkuni. Samtaksumsetningur

§ 2 Umsetningurin hjá eini luttakandi fyritøku fevnir eisini um umsetningin hjá atknýttum fyritøkum,…

Umsetningurin hjá eini luttakandi fyritøku fevnir eisini um umsetningin hjá atknýttum fyritøkum, sambært § 3. Ein luttakandi ella atknýtt fyritøka kann eisini vera landið, ein kommuna ella ein kommunalur felagsskapur. Stk. 2. Umsetningurin hjá eini luttakandi fyritøku fevnir ikki um umsetningin millum luttakandi fyritøkuna og atknýttu fyritøkurnar ella millum atknýttu fyritøkurnar. Atknýttar fyritøkur

§ 3 Atknýttar fyritøkur eru at skilja sum

Atknýttar fyritøkur eru at skilja sum: 1) Dótturfyritøkur, t.e. fyritøkur o.a., har ein luttakandi fyritøka beinleiðis ella óbeinleiðis kann útinna ta í § 6 í vinnufelagalógini nevndu ávirkan. 2) Móðurfyritøkur, t.e. fyritøkur o.a., ið kunnu útinna avgerandi ávirkan á eina luttakandi fyritøku. 3) Aðrar fyritøkur, har ein móðurfyritøka kann útinna avgerandi ávirkan á fyritøkuna. 4) Fyritøkur, har fleiri fyritøkur o.a. saman kunnu útinna avgerandi ávirkan, eins og nevnt í nr. 1-3. 5) Fyritøkur, ið ikki eru fevndar av nr. 1-4, men eru undir felags leiðslu ella undir avgerandi ávirkan av slíkari, við teirri fyritreyt, at: a) Felags leiðslan samskipar framferðina hjá luttakandi fyritøkunum á marknaðinum, b) luttakandi fyritøkurnar støðugt laga seg eftir felags leiðsluni, og c) skipan er um sundurbýting av handilsligum váða og fíggjarligum úrslitum. Samváðafeløg

§ 4 Tá ið tvær ella fleiri luttakandi fyritøkur, antin saman ella ein ella fleiri av luttakandi…

Tá ið tvær ella fleiri luttakandi fyritøkur, antin saman ella ein ella fleiri av luttakandi fyritøkunum saman við triðja manni útinna avgerandi ávirkan í eini aðrari samváða fyritøku, sambært § 13, stk. 1, í løgtingslógini, skal umsetningurin hjá samváða felagnum leggjast afturat umsetninginum hjá hvørjari av luttakandi fyritøkunum í mun til teirra luttøku í samváðanum. Stk. 2. Umsetningurin sambært stk. 1 fevnir ikki um umsetningin millum eitt samváða felag og hvørja av luttakandi fyritøkunum ella eina fyritøku, ið er knýtt at teimum. Vinnugreinafelag o.a.

§ 5 Umsetningurin, í einum vinnugreinafelag ella øðrum felagsskapi, ið er at javnseta við eitt…

Umsetningurin, í einum vinnugreinafelag ella øðrum felagsskapi, ið er at javnseta við eitt vinnugreinafelag, verður gjørdur upp sum samlaði umsetningurin hjá limunum í felagnum, har umsetningurin hjá felagnum sjálvum verður lagdur afturat. Stk. 2. Umsetningurin hjá felagnum eftir stk. 1 verður gjørdur upp við frádrátti av umsetningi millum limir felagsins og millum felagið og limir tess. Fíggjarfyritøkur

§ 6 Tryggingarfeløg skulu í staðin fyri umsetning nýta virðið á teknaðu brutto tryggingargjøldunum,…

Tryggingarfeløg skulu í staðin fyri umsetning nýta virðið á teknaðu brutto tryggingargjøldunum, sum fevna um allar móttiknar ella komandi upphæddir sambært tryggingaravtalum, ið eru teknaðar av hesum feløgum ella fyri teirra rokning, undir hesum latin endurtryggingargjøld eftir, at skattur ella skattalíknandi avgjøld eru drigin frá, ið verða kravd inn við støði í tryggingargjaldinum ella tryggingarupphæddini.

§ 7 Aðrar fíggjarfyritøkur, undir hesum kredittstovnar, skulu í staðin fyri umsetning nýta samløguna…

Aðrar fíggjarfyritøkur, undir hesum kredittstovnar, skulu í staðin fyri umsetning nýta samløguna av niðanfyri standandi inntøkum eftir, at meirvirðisgjald og annar skattur, sum í givnum føri hevur beinleiðis tilknýti til hesar inntøkur, eru drigin frá: 1) Rentuinntøkur o.a. 2) Vinningsbýti av partabrøvum og kapitalpørtum o.a. 3) Inntøkur av ómaksgjøldum. 4) Provisiónir o.a. 5) Kursjavnan av virðisbrøvum og gjaldoyra o.a., um samlaða úrslitið er eitt avlop. 6) Aðrar vanligar inntøkur. Stk. 2. Aðrar fíggjarfyritøkur, undir hesum kredittstovnar, skulu rokna inntøkurnar eftir stk. 1 sambært galdandi roknskaparreglum, útflýggjaðar av Fíggjareftirlitinum. Umrokning av umsetningi til krónur

§ 8 Umsetningur í fremmandum gjaldoyra skal roknast um til krónur sambært miðal vekslikursinum hjá…

Umsetningur í fremmandum gjaldoyra skal roknast um til krónur sambært miðal vekslikursinum hjá fyritøkuni fyri síðsta roknskaparár. Tá ið farið verður út um umsetningsmørk og marknaðarpartsmørk

§ 9 Undantakið í § 7, stk. 1, í løgtingslógini frá forboðnum í § 6, stk. 1, í løgtingslógini, er…

Undantakið í § 7, stk. 1, í løgtingslógini frá forboðnum í § 6, stk. 1, í løgtingslógini, er galdandi, hóast luttakandi fyritøkurnar fara út um nevndu marknaðarpartsmørk við hægst tveimum prosentum í tvey fylgjandi roknskaparár, sambært § 7, stk. 5, í løgtingslógini. Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 skal ikki nýtast, um tað, at farið er út um nevndu mørk fyri umsetningi og marknaðarparti, er úrslit av samanlegging sambært § 13 í løgtingslógini. Gildiskoma og úrgildisseting

§ 10 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og samstundis fer úr gildi kunngerð…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 9 frá 11. mars 2008 um útrokning av umsetningi í kappingarlógini. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 23. januar 2025 Høgni Hoydal (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
kapping, sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 26. mars 2024 · innanhýsis
Galdandi · 22. mai 2023
Avtøkur
útrokning av umsetningi í kappingarlógini · innanhýsis
Áður galdandi · 11. mars 2008

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙