Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
13. januar 2021 Nr. 5
Kunngerð um broyting í kunngerð um skráseting av skotvápnum
(Broyttur inngangur og fjaratgongd til vápnaskránna)
§ 1 Í kunngerð nr. 74 frá 28. juni 2016 um skráseting av skotvápnum, sum broytt við kunngerð nr. 92…
Í kunngerð nr. 74 frá 28. juni 2016 um skráseting av skotvápnum, sum broytt við kunngerð nr. 92 frá 7. september 2016, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 4, stk. 1 og § 7, stk. 3 í løgtingslóg nr. 43 frá 22. mai 1969 um vápn o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 22. mai 2015 og løgtingslóg nr. 158 frá 20. november 2020, verður ásett:” 2. Í § 2 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Politiið kann til fyribyrging, eftirkanning, avdúking og rættarsøkjan av lógarbrotum fáa fjaratgongd til neyðugu upplýsingarnar í vápnaskránni.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Løgmansskrivstovan, 13. januar 2021 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður / Marjun Hanusardóttir (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.