Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
13. januar 2026 Nr. 5
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum
(Undantak fyri makrel og norðhavssild veidd í norskum sjógvi)
§ 1 Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð…
Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 121 frá 1. juli 2025, verður § 1, stk. 2 orðað soleiðis: “Stk. 2. Makrelur og norðhavssild, sum føroysk fiskifør fiska í norskum sjógvi eru undantikin avmarkingini um landing og avreiðing uttanlands.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 13. januar 2026 Eirikur í Jákupsstovu (sign.) landsstýrismaður / Pól E. Egholm (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.