Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
13. januar 2011 Nr. 5
Kunngerð um broyting í kunngerð um skeinkingarloyvi
§ 1 Í kunngerð nr. 60 frá 7. mai 1992 um skeinkingarloyvi við seinni broytingum verður í § 4, stk. 5…
Í kunngerð nr. 60 frá 7. mai 1992 um skeinkingarloyvi við seinni broytingum verður í § 4, stk. 5 orðað soleiðis: “Stk. 5. Um fyritøkan skiftir eigara, skal søkjast um nýtt skeinkingarloyvi. Meðan umsóknin verður viðgjørd, er gamla loyvið galdandi, tó ikki longri enn 3 mánaðar.”
§ 2 Henda kunngerð kemur i gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur i gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 13. januar 2011 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.