Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
13. januar 1997 Nr. 5
Kunngerð um fæfeingisgrundarlag fyri skaðatryggingarvirksemi
Kapittul 1 Byrjanarásetingar
Kapittul 2 Gjaldførisbreddin
Kapittul 3 Grundfæfeingið
Kapittul 4 Rakstrarætlanir
Kapittul 5 Gildiskoma
Við heimild í § 18, stk. 2 og § 25, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi verður fyrisett:
Kapittul 1
Byrjanarásetingar
Kapittul 1 Byrjanarásetingar
Henda kunngerð er galdandi fyri tryggingarfeløg, sum sambært viðtøkunum hava heimstað her á landi. Stk. 2. Kunngerðin er ikki galdandi fyri tryggingarfeløg, ið reka beinleiðis lívstryggingarvirksemi.
Tryggingarfeløg skulu fyri at kunna reka virksemi hava eitt grundfæfeingi, sum í minsta lagi samsvarar felagsins gjaldførisbredda, jbr. § 25, stk. 1, og § 27, stk. 1 og 2, í løgtingslóg um tryggingarvirksemi. Stk. 2. Gjaldførisbreddin verður roknaður eftir reglunum í §§ 5-9. Grundfæfeingið verður gjørdur upp eftir reglunum í §§ 11-13.
Upphæddir, sum í hesi kunngerð eru ásettar í ECU, verða umroknaðar til danskar krónur eftir kursinum tann 31. oktober í sambandi við roknskapir, ið verða gjørdir upp 31. desember sama ár ella í tíðarskeiðnum til og við 30. desember næsta ár. Stk. 2. Hóast stk. 1 kann ikki verða nýtt eitt mótvirði fyri ECU, sum er lægri enn 7,50 danskar krónur.
Við tryggingarbólkar verður í hesi kunngerð at skilja teir tryggingarbólkar, sum nevndir eru í kunngerð um loyvi til skaðatryggingarvirksemi fyri tryggingarfeløg. Kapittul 2 Gjaldførisbreddin
Kapittul 2 Gjaldførisbreddin
Gjaldførisbreddin hjá einum tryggingarfelag er tað hægsta av hesum upphæddum: 1) minstaupphæddin, jbr. § 6, 2) 1. úrslitið, jbr. § 7 og 3) 2. úrslitið, jbr. § 8.
Minstaupphæddin verður ásett grundað á teir tryggingarbólkar, sum felagið hevur loyvi til, eftir hesum reglum: 1) Fyri tryggingarbólkar 13 og 14 er minstaupphæddin 1.400.000 ECU fyri partafeløg og 1.050.000 ECU fyri sínámillum feløg. 2) Fyri tryggingarbólkar 9, 10, 11 og 12 er minstaupphæddin 400.000 ECU fyri partafeløg og 300.000 ECU fyri sínámillum feløg. 3) Fyri tryggingarbólkar 1, 2, 3, 4, 5, 6 ,7, 15 og 17 er minstaupphæddin 300. 000 ECU fyri partafeløg og 225.000 ECU fyri sínámillum feløg. 4) Fyri tryggingarbólkar 8 og 16 er minstaupphæddin 200.000 ECU fyri partafeløg og 150.000 ECU fyri sínámillum feløg. Stk. 2. Hevur felagið loyvi til fleiri tryggingarbólkar, verður við ásetingini av minstuupphæddini fyrilit tikið fyri tí bólki, sum hægsta upphæddin er galdandi fyri.
1. úrslit verður útroknað grundað á tey í seinasta roknskaparári falnu bruttotryggingargjøldini fyri beinleiðis og óbeinleiðis tryggingar, frároknað gjøld til almennar myndugleikar, ið felagið hevur kravt inn saman við tryggingargjøldunum. 1. úrslit er 18 pst. av hesi tryggingargjaldsupphædd upp til 10.000.000 ECU og 16 pst. av tryggingargjøldum harumframt. Stk. 2. Tá tryggingarfelagið hevur endurtryggjað fæst 1. úrslit við falding av tí eftir stk. 1 framkomnu upphædd við tí brøki, ið verður avgjørdur av lutfallinum millum tryggingarfelagsins endurgjøld fyri egna rokning og bruttoendurgjøldini í tí seinasta roknskaparárinum. Hesin brøkur kann tó ikki vera minni enn 1/2.
2. úrslit verður útroknað grundað á árliga miðaltalið av bruttoendurgjaldsútreiðslunum 3 tey seinastu roknskaparárini. 2. úrslit er 26 pst. av hesum miðaltali fyri upphæddir upp til 7.000.000 ECU og 23 pst. av upphæddum harumframt. Stk. 2. Hevur felagið yvirtikið eina tryggingarmongd, verða endurgjaldsútreiðslurnar í 3 ára tíðarskeiðnum fyri hesa mongd íroknað útrokningini av 2. úrsliti. Stk. 3. Rindar tryggingarfelagið í høvuðsheitum láns-, storm-, heglings- ella frostváða, verður útrokningin av 2. úrsliti eftir stk. 1 gjørd við grundarlagi í árliga miðaltalinum av bruttoendurgjaldsútreiðslunum tey seinastu 7 árini í staðin fyri 3 ár. Stk. 4. Rindar felagið váða, ið tryggingarbólki 16 fevnir um, verða útreiðslurnar av veittari hjálp nýttar samsvarandi endurgjaldsútreiðslunum við útrokningini av 2. úrsliti. Stk. 5. Tá ið tryggingarfelagið hevur endurtryggjað, fæst 2. úrslit við falding av tí eftir 1. stk. fingnu upphædd við tí brøki, ið verður avgjørdur av lutfallinum millum tryggingarfelagsins endurgjøld fyri egna rokning og bruttoendurgjøldini í seinasta roknskaparári. Hesin brøkur kann tó ikki vera minni enn 1/2.
Í feløgum, ið reka óbeinleiðis lívstryggingarvirksemi, verður 1. og 2. úrslit gjørt upp einans grundað á tann partin av felagsins virksemi, ið ikki er lívstryggingarvirksemi. Gjaldførisbreddin hjá slíkum feløgum verður gjørdur upp sum samanleggingin av gjaldførisbreddanum fyri tann partin av virkseminum, ið er lívstryggingarvirksemi, gjørt upp eftir reglunum fyri hetta, jbr. kunngerð um kapitalgrundarlag fyri lívstryggingarvirksemi og gjaldførisbreddan fyri hin partin av felagnum gjørt upp eftir reglunum í hesi kunngerð.
Tryggingarfeløg skulu saman við ársroknskapinum v.m., jbr. § 66, stk. 2, í løgtingslóg um tryggingarvirksemi, senda eina útrokning av felagsins gjaldførisbredda og eina uppgerð av felagsins grundkapitali og samansetingini av hesum. Kapittul 3 Grundfæfeingið
Kapittul 3 Grundfæfeingið
Grundfæfeingið hjá einum tryggingarfelag verður gjørdur upp við støði í felagsins eginpeningi, gjørdur upp eftir somu meginreglum, sum verða nýttar í felagsins ársroknskapi. Grundfæfeingið kemur fram við regulering av eginpeninginum við teimum frádráttum, sum standa í stk. 2 og teimum uppískoytum, sum eru tilskilað í stk. 3. Stk. 2. Tá ið grundfæfeingið verður gjørdur upp kann dragast frá: 1) Virðið av øllum immateriellum ognum, heruppií goodwill og aktiveraðar útreiðslur til innrætting av leigaðum hølum. 2) Virðið av egnum partabrøvum, heruppií partabrøvum, ið dóttirfyritøkur hava. 3) Helvtina av ikki-inngoldnum parta- ella ábyrgdarpeningi. Er inngoldni parturin minni enn 25 pst av samlaða parta- ella ábyrgdarpeninginum, verður allur tann parturin drigin frá, ið ikki er inngoldin. 4) Ein upphædd svarandi til tann partin av dóttirtryggingarfelagsins gjaldførisbredda, sum samsvarar ognarpartinum av dóttirfelagsins partapeningi. Um dóttirfelagið rekur beinleiðis lívstryggingarvirksemi, verður í útrokningini nýttur tann gjaldførisbreddi, ið fæst tá reglurnar í kunngerð um kapitalgrundarlag fyri lívstryggingarvirksemi verða nýttar. 5) Fyri onnur dóttirfeløg undir Eftirlitsins eftirliti, jbr. § 6, stk. 3, í løgtingslóg um tryggingarvirksemi: Ein upphædd svarandi til tann partin av tí fyri viðkomandi felag galdandi gjaldføriskravi, sum samsvarar ognarpartinum av dóttirfelagsins partapeningi. 6) Fyri virðir, ið eru beinleiðis ella óbeinleiðis ogn, ið umboða ein váða upp á eina einstaka fyritøku ella ein bólk av fyritøkum, ið gera ein samlaðan váða: Tann upphædd, sum roknskaparliga virði á viðkomandi ognum fer upp um samanleggingina av felagsins gjaldførisbredda og ein vektað samanlegging av gjaldførisbreddunum hjá tess dóttirtryggingarfeløgum, og gjaldføriskravinum í øðrum dóttirfeløgum undir Eftirlitsins eftirliti. Í útrokningini verða nýttar hesar vektir: a) Dóttirfeløg, ið reka beinleiðis lívstryggingarvirksemi verða vektað við 75 pst. av ognarpartinum. b) Onnur dóttirfeløg verða vektað við ognarpartinum. Frádrátturin skal ikki verða gjørdur fyri íløgur í dóttirfeløg og fyri ognir, ið § 70, stk. 1, nr. 1-8, í løgtingslóg um tryggingarvirksemi fevnir um. Stk. 3. Tá grundkapitalurin verður gjørdur upp kann leggjast afturat: 1) Afturumsett kapitalinnskot (ábyrgur lánspeningur), ið lýkur treytirnar í § 12. Ískoytið kann í mesta lagi vera ein upphædd, ið svarar til 50 pst. av gjaldførisbreddanum. Hevur kapitalinnskotið fasta afturgjaldstíð, verður tann upphædd, sum kapitalinnskotið kann verða íroknað við, árliga avmarkað við 25 pst. av upprunaliga innskotinum tey seinastu 3 árini innan avtalaða gjalddagin. 2) Limakonti í sínámillum feløgum, ið lúka treytirnar í § 13. 3) Ískoyti fyri møgulig ískoytistryggingargjøld í sínámillum feløgum eftir reglunum í § 27, stk. 4, í løgtingslóg um tryggingarvirksemi. Stk. 4. Eftirlitið kann geva undantak frá regluni í stk. 2, nr. 6.
Afturumsett kapitalinnskot (ábyrgur lánspeningur) kunnu verða íroknað grundfæfeinginum, jbr. § 11, stk. 3, nr. 1, tá hesar treytir eru loknar: 1) Lánveitarans krav móti tryggingarfelagnum skal vera sett afturum alla aðra ikki-afturumsetta skuld. 2) Upphæddin skal vera inngoldin. 3) Afturgjalding kann ikki fara fram av lánveitarans ávum ella um ikki gjaldtíðin er komin, uttan loyvi frá Eftirlitinum. 4) Kapitalinnskot kunnu einans falla til gjaldingar innan avtalaðu gjaldtíðina, um so er, at tryggingarfelagið fer í avtøku ella á húsagang. 5) Tryggingarfelagið skal hava rætt til at útseta gjalding av rentum, um so er at grundkapitalurin ikki fer upp um gjaldførisbreddan ella við rentugjaldingini fer at fara niður á eina upphædd, ið er lægri enn gjaldførisbreddin. 6) Ógoldnar rentur, ið eru útsettar sambært nr. 5, falla til gjaldingar fyrsta av hesum tíðum: a) Tryggingarfelagið hevur aftur tann neyðuga grundkapitalin at rinda gjaldførisbreddan. b) Gjalddagurin fyri kapitalinnskotið er komin, um so er, at avtalað varð ein ásett afturgjaldingartíð, tá avtalan varð gjørd. 7) Aðalfundur tryggingarfelagsins skal hava rætt at niðurskriva kapitalinnskotið og ikki goldnar rentur, um so er at eginpeningur tryggingarfelagsins er mistur, og partapeningurin ella ábyrgdarpeningurin er niðurskrivaður til 0 kr. Tað er harumframt ein treyt, at tryggingarfelagið eftirfylgjandi antin fær nýggjan kapital, soleiðis at gjaldførisbreddin er rindaður, ella verður samanlagt við eitt annað tryggingarfelag. Kapitalinnskotið og ógoldnar rentur kunnu niðurskrivast við eini upphædd, sum frammanundan er góðkend av tryggingarfelagsins grannskoðarum og Eftirlitinum.
Limakonti í sínámillum feløgum kunnu íroknast grundkapitalinum, jbr. § 11, stk. 3, nr. 2, tá ið hetta er galdandi sambært viðtøkum felagsins: 1) Upphæddirnar skulu, um so er, at felagið fer í avtøku ella á húsagang ikki kunna afturgjaldast fyrr enn onnur skuld hjá felagnum er greidd. 2) Upphæddirnar kunnu í øðrum førum einans verða goldnar aftur, um grundfæfeingið av hesum ikki kemur niður á eina upphædd, ið er lægri enn gjaldførisbreddin. 3) Afturgjalding, ið er orsakað av øðrum enn tí, at einstakir limir halda uppat, kann einans verða framd, tá Eftirlitið í seinasta lagi ein mánað frammanundan hevur fingið fráboðan um hetta. Afturgjaldingin kann verða noktað av Eftirlitinum. Kapittul 4 Rakstrarætlanir
Kapittul 4 Rakstrarætlanir
Til nýtslu fyri Eftirlitsins metan av, um felagsins grundfæfeingið er nóg stórt, skal við felagsins umsókn um loyvi til tryggingarvirksemi fylgja ein rakstrarætlan. Rakstrarætlanin skal fevna um 3 tey fyrstu roknskaparárini hjá felagnum. Verður fyrsti roknskapurin greiddur fyri eitt tíðarskeið, sum er minni enn 1 ár, skal rakstrarætlanin fevna um hetta tíðarskeiði og tey 3 fylgjandi roknskaparárini. Stk. 2. Rakstrarætlanin skal fevna um: 1) Ein byrjanarjavna, soleiðis sum hesin ætlandi fer at vera, eftir at stovningarútreiðslurnar eru goldnar. 2) Tey væntaðu roknskaparúrslitini, lýst við úrslitauppgerðum og javnum fyri tey roknskaparár, ið rakstrarætlanin fevnir um. 3) Eina uppseting við teimum útreiðslum, ið mettar vera neyðugar til uppbyggjan av felagsins umsiting í tí tíðarskeiði, rakstrarætlanin fevnir um. 4) Frágreiðing um meginreglurnar fyri endurtrygging. 5) Upplýsing um slagi av váða, sum felagið ætlar at rinda. 6) Frágreiðing um grundina fyri felagsins væntan um støddina á endurgjaldsútreiðslunum í mun til inntøkurnar av tryggingargjøldunum. 7) Frágreiðing um íløgupolitikk felagsins. 8) Útrokning av ætlaðum gjaldførisbredda og grundkapitali eftir at hvørt av teimum roknskaparárum, sum rakstrarætlanin fevnir um, er lokið. 9) Upplýsing um tann útbúnað, sum felagið ræður yvir til nýtslu fyri virksemi, ið tryggingarbólki 17 fevnir um. Stk. 3. Eftirlitið kann annars krevja tær upplýsingar, ið verða mettar neyðugar til metan av, um úrslitini í rakstrarætlanini mugu metast sannlík.
Metir Eftirlitið ikki, at tað við teimum sambært § 14 sendu upplýsingum er gjørt sannlíkt, at tryggingarfelagið í tí tíðarskeiði, sum rakstrarætlanin fevnir um, og tá hetta tíðarskeið endar, fer at hava tann neyðuga grundkapitalin, verður loyvi ikki givið.
Eftir at loyvi er givið skal tryggingarfelagið senda Eftirlitinum ársfjórðingsroknskapir í einum formi, ið ger tað beinleiðis gjørligt at sammeta felagsins veruligu úrslit við tey ætlaðu úrslitini, ið eru í rakstrarætlanini. Stk. 2. Víkja felagsins veruligu úrslit munandi frá rakstrarætlanini, skal tryggingarfelagið, um Eftirlitið biður um tað, senda eina endurskoðaða rakstrarætlan fyri eitt nýtt 3-ára skeið.
§§ 14, 15 og 16 verða at nýta samsvarandi, tá ið eitt tryggingarfelag søkir um víðkan av galdandi loyvi, í tann mun felagsins viðurskiftir samanborin við umbidnu loyvisvíðkanina eftir Eftirlitsins meting ger tað neyðugt. Kapittul 5 Gildiskoma
Kapittul 5 Gildiskoma
Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 1997.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.