Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
Kunngerð nr. 49 frá 24. juni 1968 um uppískoytisreglur um førarabrøv v.m., smbr. kunngerð nr. 52 frá 5. august 1966, sum broytt við kunngerð nr. 62 frá 11. mai 1992
§ 1 Tann, sum ætlar at geva seg til roynd, má gera tað á góðkendum oyðiblað til landfútan
Tann, sum ætlar at geva seg til roynd, má gera tað á góðkendum oyðiblað til landfútan. Við skulu fylgja: 1) væltroffið foto (hattleys portrettmynd) í stødd 35 x 45 mm. Tað skal vera haldgott og á vanligum tunnum fotopappíri og ongi innsiglir á. 2) dóps- ella føðiseðil ella, um so er, tílík váttan ikki kann ella illa kann útvegast, onnur nóg góð váttan fyri identitet og aldur. 3) læknaváttan. Stk. 2. Læknaváttanin skal vera givin á oyðiblað, sum heilsuverkið hevur góðkent. Sum prógv fyri, at bílætið er av tí persóninum, sum læknaváttanin ræðar um, skal tað hava árit frá læknanum. Váttanin og bílætið skulu gevast viðkomandi í afturlatnum konvolutti við læknans navni á, men kann eisini verða send landfútanum beinleiðis. Stk. 3. Læknaváttanin má ikki vera eldri enn ein mánað, tá ið umsóknin verður latin inn.
§ 2 Førarabræv verður givið við gildi, til innihavarin hevur fylt 70 ár. Hevur umsøkjarin fylt 65,…
Førarabræv verður givið við gildi, til innihavarin hevur fylt 70 ár. Hevur umsøkjarin fylt 65, men ikki 70, verður førarabræv tó givið fyri 5 ár. Stk. 2. Førarabræv til persónar, sum fylt hava 70 ár, verður givið soleiðis: 70-71 ár: 4 ár 71-72 ár: 3 ár 72-80 ár: 2 ár 80 ár og yvir: 1 ár. Stk. 3. Í ivamálum um edrúiligleika, ella um brek ella ætlað brek í andligum sum kropsligum førleika talar fyri, kann førarabræv gevast fyri stytri skeið enn tilskilað í stk. 1 og 2 samsvarandi góðkenda mannagongd í hesum føri.
§ 3 1) Løgreglan kann, nær tað skal vera, taka aftur førarabræv, tá ið viðkomandi ikki longur lýkur…
1) Løgreglan kann, nær tað skal vera, taka aftur førarabræv, tá ið viðkomandi ikki longur lýkur treytirnar at fáa førarabræv, ella um so er, at viðkomandi hevur ikki fingið eykalæru ella ikki tikið kravda koyriroynd í serstøkum aksturførleika. Stk. 2. Fær løgreglan grund til iva, um persónur, sum hevur førarabræv, alsamt hevur tørvandi duguleika, kunnleika í ferðslureglunum ella skil á, hvat krevst í fyriliti fyri øðrum akandi, kann tað verða kravt, at hann gevur seg undir førararoynd at kunna, soleiðis at førarabrævið kann verða tikið aftur, um hann ikki stendur hana. Stk. 3. Tá ið rætturin at føra motorvogn verður frádømdur, kemur spurningurin um førararoynd at kunna seg fyrst upp undir viðgerðini av umsókn at førarabrævið endurnýggjað. Stk. 4. Í førum, tá ið umsókn um endurnýgging av førarabrævi verður latin inn, eftir at fyrr givið førarabræv er farið úr gildi, kann førararoynd at kunna eisini verða kravd, og eigur ið hvussu er at verða kravd, tá ið 3 ár ella meir eru liðin, frá tí førarabrævið fór úr gildi. Stk. 5. Fær løgreglan uppspurt viðurskiftir, sum kunnu geva grundir til iva, um innihavari av førarabrævi alsamt er nóg heilsugóður ella edrúiligur, smbr. § 2, stk. 3 og § 18, stk. 6 og 7 í ferðslulógini, hevur viðkomandi skyldu at geva seg undir tørvandi kanning at vita tað, haraftrat at útvega læknaváttan, eventuelt frá serlækna. Útreiðslurnar av læknaváttan ber løgreglan ikki, men innihavarin av førarabrævinum. Stk. 6. Løgreglan tekur avgerð í hvørjum føri sær, um førarabrævið av ferðslutryggleika-grundum eigur at verða tikið aftur beinanvegin, ella um tað kann sigast forsvarligt at steðga eftir úrslitinum av tørvandi kanningum. Eitt fyribils førarabræv kann verða givið fyri so langt skeið, sum ætlast at ganga, til kanningin er av ella royndin tikin. Stk. 7. Hann, sum hevur fingið tikið aftur førarabræv av løgreglu ella frádømt rættin at føra motorakfar eftir § 59 í ferðslulógini ella § 79 í straffilógini, hevur skyldu at lata førarabrævið innaftur. Stk. 8. Hevur persónur, sum hevur fingið førararættin frádømdan ella frátiknan, millumlanda førarabræv, skal eisini tað takast aftur. Stk. 9. Biður persónur, sum fingið hevur frádømt ella frátikið rættin at føra motorakfar, at fáa førarabræv aftur, tá ið frestin er úti, ella tá ið hann aftur lýkur treytirnar at fáa førarabræv, koma reglurnar í § 4 um endurnýgging av førarabrævi í nýtslu.
§ 4 Hann, sum ynskir sær førarabræv endurnýggjað, eftir at tað er útgingið, má venda sær til…
Hann, sum ynskir sær førarabræv endurnýggjað, eftir at tað er útgingið, má venda sær til landfútan við tí góðkenda oyðiblaðnum. Um tey krøvini, sum sett eru sum treyt fyri endurnýggingini og mannagongdini, galda hesar reglurnar: a) Gekk tað fyrr givna førarabrævið út á 70 ára aldrinum ella seinni, smbr. § 2, stk. 1 og 2. Við umsóknini skal læknaváttan fylgja, smbr. § 1. Førarabræv verður endurnýggjað við áriti í viðmerkingarteiginum ella við nýggjum førarabrævi og tá má umsøkjarin hava foto við, smbr. § 1. b) Fyrr givið førarabræv við stytri skeiði, smbr. § 2, stk. 3. Reglurnar undir a) koma í nýtslu samsvarandi. c) Førarabræv til vinnuligan fólkaflutning. Reglurnar undir a) koma í nýtslu samsvarandi. d) Førararættur frákendur í dómi. við umsóknini skal foto fylgja, smbr. § 1, læknaváttan bert, um so er, at innihaldið í einari fyrr givnari, nýtt at fáa førarabræv ella endurnýggjað førarabræv, ella onnur viðurskiftir skuldu givið grundir til tess. e) Førararættur afturtikin av løgregluni orsakað av, at viðkomandi stóð ikki førararoynd at kunna seg. Reglurnar undir d) koma í nýtslu samsvarandi. f) Førararættur afturtikin av løgregluni orsakað av læknaligum grundum ella av tvørrandi edrúiligleika. Við umsóknini skal foto fylgja, smbr. § 1. Stk. 2. Endurnýggjað førarabræv fær gildi frá degnum, tað verður givið.
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin
Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.
§ 6 Førarabræv, sum givið er frammanundan hesi kunngerðini, hevur gildi fyri tað skeiðið, sum…
Førarabræv, sum givið er frammanundan hesi kunngerðini, hevur gildi fyri tað skeiðið, sum tilskilað er í tí. Førarabræv, sum givið er fyri 5 ár – undantikið førarabræv til vinnuligan fólkaflutning – sum gildi hevur, tá henda kunngerðin kemur í gildi, er tó galdandi uttan endurnýgging, til innihavarin hevur fylt 70 ár. Stk. 2. Hjá landfútanum kann innihavari av førarabrævi, sum kemur undir stk. 1, 2. pkt., tá ið tað gongur út, seinni fáa árit um, at tað er galdandi, til hann hevur fylt 70 ár ella fáa nýtt førarabræv, galdandi til hann hevur fylt 70 ár, og í hesum førinum má innihavarin lata inn foto, smbr. § 1. Er førarabræv illa farið, verður nýtt givið eftir somu mannagongdini. Stk. 3. Førarabræv til vinnuligan fólkaflutning, sum útgingið er, tá kunngerðin kemur í gildi, verður endurnýggjað eftir higartil galdandi reglum. Annað førarabræv, sum gongur út, tá ið kunngerðin kemur í gildi, verður eisini endurnýggjað eftir higartil galdandi reglum, og fáa gildi sum tilskilað í § 2, stk. 1-3 og soleiðis, at læknaváttan bert verður kravd, tá innihavarin hevur fylt 70 ár, ella um so er at viðurskiftini tala fyri. 1) Broytt við kunngerð nr. 62 frá 11. mai 1992
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.