Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. apríl 1998 Nr. 49

Kunngerð um meirvirðisgjald av ávísum tænastum, ið verða seldar til útlond ella keyptar í útlondum

Kapittul 1 Søla

Kapittul 2 Keyp

Kapittul 3 Aðrar reglur

Sambært § 12, stk. 2 og 3, § 28 og § 33, stk. 2 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. September 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum verður fyrisett:

Kapittul 1

Søla

Kapittul 1 Søla

Søla av niðanfyri nevndu tænastum til skrásettar keyparar, ið reka virksemi ella hava bústað uttanlands, kunnu haldast uttan fyri avgjaldsskylduga sølu: 1) Full ella lutfalslig avhending av upphavsrætti, patentrættindum, lisenrættindum, rætti til vørumerki, felagsmerki og mynstur og av øðrum tílíkum rættindum. 2) Tænastur viðvíkjandi reklamu. 3) Tænastur frá ráðgevandi virki, verkfrøðingum, byggifrøðingum, advokatum og grannskoðarum og aðrar tílíkar tænastur; dátuviðgerð og fráboðan av upplýsingum. 4) Tænastur frá vikarstovum. 5) Skylda til fult ella lutfalsliga at lata vera við at fremja vinnuligt virksemi ella gera nýtslu av einum av teimum í hesi grein nevndu rættindum. 6) Tænastur, ið verða gjørdar av millummonnum, sum handla í navni hjá øðrum og fyri rokning hjá øðrum, um so er, at virki teirra viðvíkur lating av tílíkum tænastum, sum eru umrøddar í hesi grein. 7) Útleiga av leysafæ, undantikið flutningsfør av einum og hvørjum slag.

Avgjaldsfrítøkan sambært § 1 er ikki galdandi, um sølan umfatar lating av niðanfyri nevndu tænastum her á landi: 1) Tænastur viðvíkjandi fastari ogn her á landi, herímillum tænastur frá ognarmeklara, ognarhandlara v.fl. og byggifrøðiligar og ráðgevandi tænastur. 2) Tiltøk v.m. innan ítrótt, undirhald, undirvísing og gransking v.m., um so er, at tiltøkini eru avgjaldsskyldug. 3) Arbeiði framt á leysafæ her á landi. 4) Serkøn virðismeting av leysafæi her á landi, um so er, at virðismetingin er avgjaldsskyldug.

Søla av tænastum av tí slagnum, ið eru nevndar í § 1 til keyparar, ið reka virksemi ella hava bústað uttanlands, kunnu haldast uttanfyri avgjaldsskyldugu søluna: 1) um tænasturnar burturav verða nýttar uttan fyri Føroyar, ella 2) um keyparin kann fáa afturrindan av meirvirðisgjaldinum eftir ásetingunum í kunngerð um afturrindan av meirvirðisgjaldi til útlendsk virki. Kapittul 2 Keyp

Kapittul 2 Keyp

Skrásett virki, sum í útlondum keypa tær í §§ 1 og 2 nevndu tænastur, og sum í síni heild kunnu rokna avgjald av hesum við í inngangandi avgjaldið, skulu ikki rinda avgjald av keypinum.

Fyri onnur, ið keypa tær í §§ 1 og 2 nevndu tænastur í útlondum, eru ásetingarnar í stk. 2 og 3 galdandi. Stk. 2. Tann, sum í útlondum keypir tær í § 1 nevndu tænastur, skal einans rinda avgjald, um so er, at tænastan verður nýtt í Føroyum. Avgjaldið verður rindað sambært reglunum í §§ 6 og 7.

Tann, sum skal rinda avgjald sambært § 5, skal: 1) geva Toll- og Skattstovu Føroya fráboðan, áðrenn 8 dagar eru farnir, eftir at avtala er gjørd um lating av viðkomandi tænastum, 2) føra roknskap yvir tær tænastur, ið eru keyptar í útlondum, og sum avgjald skal rindast fyri, og 3) í seinasta lagi 1 mánað og 10 dagar eftir endan á hvørjum avgjaldstíðarskeiði geva upp fyri Toll- og Skattstovu Føroya støddina á tí avgjaldsupphædd, ið skal rindast fyri viðkomandi avgjaldstíðarskeið. Stk. 2. Avgjaldið fyri eitt avgjaldstíðarskeið fellur til gjaldingar tann 1. í mánaðinum aftaná endan á avgjaldstíðarskeiðnum, og skal vera goldið í seinasta lagi 1 mánað og 10 dagar aftaná endan á avgjaldstíðarskeiðnum.

Avgjaldið verður roknað við í uppgerð av avgjaldinum fyri tann ársfjórðing, tá vørurokning fyri tænasturnar verður móttikin. Verður goldið fult ella lutfalsliga, áðrenn vørurokning er móttikin, ella tænasturnar eru latnar, skal avgjaldið roknast upp í við uppgerð av tí ársfjórðingi, sum goldið verður í.

Roknskapurin eftir § 6, stk. 1, nr. 2 skal verða førdur soleiðis, at hann kann verða grundarlag fyri uppgerð av tí avgjaldi, ið skal rindast fyri hvønn ársfjórðing og fyri eftirlit við, at avgjaldið verður rætt goldið. Stk. 2. Roknskapartilfarið, herímillum móttiknar vørurokningar, skal goymast í 5 ár eftir roknskaparárslok. Kapittul 3 Aðrar reglur

Kapittul 3 Aðrar reglur

Hóast ásetingarnar í §§ 4-8 skal eitt útlendkst virki, sum í Føroyum selur tær tænastur, sum eru nevndar í § 2, meirvirðisgjaldsskrásetast og innkrevja meirvirðisgjald, um tað hevur eina árliga sølu, ið er meira enn kr. 20.000.

Við bót verður tann revsaður, ið við vilja ella av grovum ósketni brýtur reglurnar í §§ 6 og 8.

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 168 frá 3. desember 1992 og kunngerð nr. 131 frá 8. juni 1993.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙