Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
1. apríl 2025 Nr. 48
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum
(Undantak fyri makrel og norðhavssild veidd í norskum sjógvi)
§ 1 Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð…
Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 83 frá 19. juli 2024, verður sum § 1, stk. 2 sett: “Stk. 2. Makrelur og norðhavssild, sum føroysk fiskifør fiska í norskum sjógvi í 2025, eru undantikin kravinum um landing og avreiðing um bryggjukant í Føroyum.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2026
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2026. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 1. apríl 2025 Jóhan Christiansen (sign.) landsstýrismaður / Elin Mortensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.