Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
27. mai 2024 Nr. 47
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskap eftir hummara til húsbrúks
(Broyttar hummaraleiðir og teknisk broyting í inngangi)
§ 1 Í kunngerð nr. 97 frá 7. juni 2022 um fiskiskap eftir hummara til húsbrúks verða gjørdar hesar…
Í kunngerð nr. 97 frá 7. juni 2022 um fiskiskap eftir hummara til húsbrúks verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 25, stk. 4, § 34, stk. 1, nr. 1 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023, verður ásett:” 2. Í § 3 verða sum nr. 7 og 8 sett: “7) Norðan fyri Streymin. 8) Hvannasund.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 27. mai 2024 Dennis Holm (sign.) landsstýrismaður / Elin Mortensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.