Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
12. juli 2004 Nr. 47
Kunngerð um elektroniska tollavgreiðslu
Við heimild í § 10 a í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 123 frá 1. desember 2003 verður ásett:
§ 1 Toll- og Skattstova Føroya kann gera avtalur við innflytarar um elektroniska tollavgreiðslu
Toll- og Skattstova Føroya kann gera avtalur við innflytarar um elektroniska tollavgreiðslu.
§ 2 Toll- og Skattstova Føroya kann bert gera avtalu við innflytarar, ið eru vinnurekandi
Toll- og Skattstova Føroya kann bert gera avtalu við innflytarar, ið eru vinnurekandi. Stk. 2. Í avtaluni skal verða ásett, á hvønn hátt og undir hvørjum treytum elektronisk tollavgreiðsla kann fara fram.
§ 3 Vinnuligir kontantkundar skulu gjalda toll og avgjøld elektroniskt yvir e-Tollskipanina fyri at…
Vinnuligir kontantkundar skulu gjalda toll og avgjøld elektroniskt yvir e-Tollskipanina fyri at fáa vøruna útflýggjaða.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2004. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 19 frá 25.…
Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2004. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 19 frá 25. februar 2003 um elektroniska tollavgreiðslu. Fíggjarmálaráðið, 12. juli 2004 Bárður Nielsen (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.