Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
1. mai 1995 Nr. 47
Kunngerð um innflutningseftirlit av eggum, flogfenaði og kjøtvørum
Við heimild í §§ 12, jbr. §§ 8, 39 og 51 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann taka staksýni av innfluttum eggum og av innfluttum feskum og…
Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann taka staksýni av innfluttum eggum og av innfluttum feskum og frystum flogfenaði og kjøtvørum til kanningar. Stk. 2. Kanningarúrslitini skulu vera fingin til vega, áðrenn skipaavgreiðslan/flutningsfelagið kann útflýggja vørurnar frá vørugoymsluni. Stk. 3. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann, um hon heldur tað vera ráðiligt, gera undantak frá ásetingini í stk. 2.
§ 2 Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger av, nær sýni skulu takast til kanningar og av hvørjum matvørum…
Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger av, nær sýni skulu takast til kanningar og av hvørjum matvørum sambært § 1, stk. 1.
§ 3 Staksýni skulu takast eftir úttøkuskránni í fylgiskjalinum
Staksýni skulu takast eftir úttøkuskránni í fylgiskjalinum. Stk. 2. Sýnini skulu kannast fyri salmonellabakteriur. Stk. 3. Um serlig grund er fyri tí, kann Starvsstovan taka avgerð um, at eisini aðrar kanningar skulu gerast innan bakteriologi, kemi, fysikk og organoleptik.
§ 4 Salmonellakanningar skulu gerast eftir kanningarháttinum hjá Nordisk Metodik Komité ella øðrum…
Salmonellakanningar skulu gerast eftir kanningarháttinum hjá Nordisk Metodik Komité ella øðrum kanningarhátti, sum er góðkendur á sama støði. Sýnini kunnu leggjast saman upp til 5 í tali.
§ 5 Innflytarin skal lata Starvsstovuni sýni uttan samsýning
Innflytarin skal lata Starvsstovuni sýni uttan samsýning.
§ 6 Innflytarin skal gjalda vørugoymslu og útreiðslur, ið standast av sýnistøku og kanningum. Gjaldið…
Innflytarin skal gjalda vørugoymslu og útreiðslur, ið standast av sýnistøku og kanningum. Gjaldið fyri sýnistøkur og kanningar verður eftir gjaldsskránni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
§ 7 Um salmonella verður ávíst í matvøruni, verður vørusendingin at meta sum óegnað til fólkamat…
Um salmonella verður ávíst í matvøruni, verður vørusendingin at meta sum óegnað til fólkamat sambært § 11 í matvørulógini.
§ 8 Um matvøran ikki er egnað til fólkamat sambært § 7, er forboð fyri innflutningi av matvøruni ella…
Um matvøran ikki er egnað til fólkamat sambært § 7, er forboð fyri innflutningi av matvøruni ella útflýggjan frá vørugoymsluni. Stk. 2. Matvøran skal tá burturbeinast ella aftursendast undir tolleftirliti. Innflytarin skal gjalda útreiðslurnar, ið standast av hesum.
§ 9 Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann seta forboð í ávísum tíðarskeiði fyri innflutningi av eggum,…
Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann seta forboð í ávísum tíðarskeiði fyri innflutningi av eggum, flogfenaði og kjøtvørum.
§ 10 Brot á hesa kunngerð verða revsað við bót, hefti ella fongsul upp í 1 ár
Brot á hesa kunngerð verða revsað við bót, hefti ella fongsul upp í 1 ár.
§ 11 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. FØROYA LANDSSTÝRI, 1. mai 1995 Óli Jacobsen (sign.) landsstýrismaður / Kjartan Hoydal (sign.) Fylgiskjal Tal av sýnum verður ásett soleiðis, at tað er 90% sannlíkindi fyri at minni enn 5% av sendingini er smittað. Eindirnar skulu takast úr javnt býtt uppá sendingina. Sýni verða tikin út eftir niðanfyristandandi skema: Tal av eindum lig við ella minni enn: Sýnital: 10 8 50 24 100 31 200 37 400 41 450 45 450 45
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.