Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

12. mai 2010 Nr. 46

Kunngerð um broyting í kunngerð um tinglýsing

§ 1 Í kunngerð nr. 63 frá 11. desember 1962 um tinglýsing, sum seinast broytt við kunngerð nr. 91 frá…

Í kunngerð nr. 63 frá 11. desember 1962 um tinglýsing, sum seinast broytt við kunngerð nr. 91 frá 28. november 1979, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: “§ 1. Almenningurin hevur atgongd til tinglýsingarinnar bøkur og skjøl.” 2) Í § 1, stk. 3 verður “sorenskrivaraskrivstovuni” broytt til “skrivstovuni hjá tinglýsingarmyndugleikanum”. 3) Í § 1, stk. 5 verður “sorenskrivaraskrivstovan” broytt til “skrivstovan hjá tinglýsingarmyndugleikanum”. 4) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis: “§ 2. Skjøl til tinglýsingar verða latin inn gerandisdagar í seinasta lagi kl. 12.” 5) Í § 3 verður aftaná stk. 3 sett sum nýtt stk: “Stk. 4. Verður eitt pantibræv áteknað, skal síðutalsmerkingin halda fram, og talið á síðum skrivast beint áðrenn hvørja undirskrift. Er pantibrævið á forprentaðum oyðublaði, skal síðutalsmerkingin halda fram á viðheftum ørkum.” Stk. 4-7 verða hereftir stk. 5-8. 6) Í § 3, stk. 6 og § 16, stk. 1 verður “sorinskrivaranum” broytt til: “tinglýsingarmyndugleikanum”. 7) Í § 3, stk. 6 og 7 og § 4, stk. 3 verður “landsstýrið” broytt til: “landsstýrismaðurin”. 8) Í § 3, stk. 7 verður “á sýsluskrivstovunum” broytt til “frá tinglýsingarmyndugleikanum”. 9) Í § 4, stk. 1, 2 og 3 verður “landsstýrinum” broytt til: “landsstýrismanninum”. 10) Í § 6, stk. 1, § 14, § 36, stk. 1 og § 36, stk. 3 verður “sorinskrivarin” broytt til: “tinglýsingarmyndugleikin”. 11) § 9 verður orðað soleiðis: “§ 9. Tá sundurbýti verður loyvt, førir tinglýsingarmyndugleikin á blaðið í tingbókini hjá tí sundurbýtta eigindóminum tær broytingar, sum staðist hava av sundurbýtinum, haruppií matrikulfrámerki, stødd og tær serligu skyldur, sum sundurbýtisgóðkenningin møguliga hevur álagt einstøku lutum eigindómsins. Somu reglur eru galdandi, um sundurbýti ikki er farið fram, men matrikulfrámerki ella stødd eigindómsins eru broytt, ella um matrikulmyndugleikin áleggur eigindóminum serligar skyldur.” 12) Í § 10 verður “§ 22, stk. 5” broytt til “§ 22, stk. 3”. 13) Kap. V.A. verður orðaður soleiðis: “Kap. V .A. Eigaraíbúðir og lutaíbúðir

§ 10 a Áðrenn ella samstundis sum fyrsta skeytið upp á íbúð verður tinglýst, skal tilmelding um…

Áðrenn ella samstundis sum fyrsta skeytið upp á íbúð verður tinglýst, skal tilmelding um sundurlegging av eigindóminum í eigaraíbúðir ella lutaíbúðir latast inn. Stk. 2. Við tilmeldingini skal liggja yvirlit yvir íbúðirnar og kort yvir hvørja íbúð og avrit av hesum. Í yvirlitinum skal tilskilast: a) Hvar íbúðirnar liggja, tilskilað við matr. nr., gøtunavni, húsanr., hædd v.m. b) Nummar á íbúðunum. c) Vídd á íbúðunum. d) Býtistalið hjá eigaraíbúðunum, um so er, at tílíkt er ásett. e) Áljóðandi virði á lutum í vanligum lutaíbúðafeløgum. f) Ognarbrøkin fyri lutir í serstøkum lutaíbúðum. Stk. 3. Bæði kortini yvir tær einstøku íbúðirnar og tær í stk. 2, litra a-c nevndu upplýsingar, skulu verða váttað av matrikulmyndugleikanum. Stk. 4. Tær í stk. 2, litra e-f nevndu upplýsingar skulu verða váttaðar av skrásetingarmyndugleikanum. Stk. 5. Tilmeldingin skal burturvísast, um so er, at tey fyriskrivaðu skjølini og váttanir ikki fylgja við ella eru ógreið.

§ 10 b Á blað eigindómsins í tingbókini verður viðmerkt, at eigindómurin er býttur sundur í eigaraíbúðir…

Á blað eigindómsins í tingbókini verður viðmerkt, at eigindómurin er býttur sundur í eigaraíbúðir ella lutaíbúðir, við tilskilan av tilmeldingardegi og íbúðatali. Avritið av yvirlitinum og avritini av kortunum verða løgd í aktina.

§ 10 c Tá ið eitt skeyti upp á eigaraíbúð ella lutaíbúð verður tinglýst, fær íbúðin eitt serstakt blað í…

Tá ið eitt skeyti upp á eigaraíbúð ella lutaíbúð verður tinglýst, fær íbúðin eitt serstakt blað í tingbókini (eigaraíbúðarblað ella lutaíbúðarblað), har tilskilað verður matr. nr. á eigindóminum, nummar á eigaraíbúðini ella lutaíbúðini, lega, stødd og býtistal, um tílíkt er ásett. Samstundis verður avritið av kortinum yvir eigaraíbúðina ella lutaíbúðini flutt til aktina hjá íbúðini. Stk. 2. Servituttir, tyngsl, pantirættindi v.m., sum eru tilskilað á eigindómsblaðnum, verða flutt til eigaraíbúðarblaðið ella lutaíbúðarblaðið. Flytingin kann fara fram við einari stuttari ávísing til eigindómsblaðið.

§ 10 d Eigaraíbúðarbløðini og lutaíbúðarbløðini verða sett í tingbókina í nummarrøð, annaðhvørt aftan á…

Eigaraíbúðarbløðini og lutaíbúðarbløðini verða sett í tingbókina í nummarrøð, annaðhvørt aftan á blað eigindómsins í tingbókini, ella í eina serstaka deild av hesi. Tær vanligu reglurnar um eigindómsbløð verða samsvarandi nýttar um eigaraíbúðarbløð og lutaíbúðarbløð.

§ 10 e Tá ið broytingar verða tinglýstar, sum viðvíkja teimum í § 10 a, stk. 2 nevndu viðurskiftum,…

Tá ið broytingar verða tinglýstar, sum viðvíkja teimum í § 10 a, stk. 2 nevndu viðurskiftum, verða reglurnar í § 10 a, stk. 2-5 nýttar samsvarandi. Verða støddirnar á eigaraíbúðunum ella lutaíbúðunum broyttar, verða ásetingarnar í §§ 21-24. í tinglýsingarlógini samsvarandi nýttar.” 14) Í § 11, stk. 1, nr. 1 verða orðini “ella góðkent kalkerlørift” strikað. 15) Í § 11, stk. 1, nr. 2, fyrsta punktum, verður “tilmeldarans navni og bústaði (skrivstovu)” broytt til : navni, bústaði (skrivstovu) og telefonnummari tilmeldarans”. 16) Í § 11 stk. 1 verður nr. 3 strikað, og nr. 4 -11 verða hereftir nr. 3- 10. 17) § 11, stk. 1, nr. 8, sum nú er nr. 7 verður orðað soleiðis: “7) Tá ið flutningur av pantibrævi, ið er umfarsskjal, smbr. § 11 í lóg nr. 146 frá 13. apríl 1938 um skuldarbrøv, verður boðaður til tinglýsingar, skal flutningurin annaðhvørt verða skrivaður á skjalið ella fylgja við til at vísa fram fyri tinglýsingarmyndugleikanum. Tá tinglýst verður, fær skjalið átekning um, at flutningurin er lýstur. Sama er galdandi við øðrum átekningum um broytingar.” 18) Í § 11, stk. 1, nr. 11, og í § 16, stk. 1, nr. 6) verður: “matrikulstovan” broytt til: “matrikulmyndugleikin”. 19) Í § 11, stk. 1, nr. 6 og § 37, stk. 1 verður “sorinskrivarans” broytt til: “tinglýsingarmyndugleikans”. 20) § 12 verður orðað soleiðis: “§ 12. Dagbókin verður førd av starvsfólkum hjá tinglýsingarmyndugleikanum. Stk. 2. Í dagbókina verða tey skjøl førd, ið koma til tinglýsingar, men ikki samleikaprógv, ið bert skulu vísast fram, smbr. § 6. Stk. 3. Dagbókin verður førd og endað hvønn gerandisdag. Stk. 4. Dagbókin skal siga frá skjalsins slagi og navni og bústaði tilmeldarans, og skal harumframt innihalda hesar upplýsingar: a) Skeyti (heimildarbrøv): 1. Eigindómsins matr. nr. 2. Møguligt nummar á eigaraíbúð ella lutaíbúð 3. Adressan hjá matr.nr. (gøtunavn og húsanr.). 4. Keypspeningur ella annað gjald. 5. Keyparans og seljarans navn, og keyparans bústaður (um hesin ikki er almannakunnigur). b) Pantibrøv, heruppií eisini skaðaloysisbrøv, í føstum eigindómi: 1. Matr. nr. á eigindóminum 2. Møguligt nummar á eigaraíbúð ella lutaíbúð. 3. Adressan hjá matr.nr. (gøtunavn og húsanr.). 4. Pantiupphæddin. 5. Panthavarans navn og bústaður, um hesin ikki er almannakunnugur. Pantsetarans navn og bústaður. c) Onnur skjøl viðvíkjandi føstum eigindómi: 1. Matr. nr. á eigindóminum. 2. Møguligt nummar á eigaraíbúð ella lutaíbúð. 3. Møgulig peningaupphædd. 4. Navn og føðingardagur hjá pørtunum. d) Pantibrøv, herundir eisini skaðaloysisbrøv í leysafæ: 1. Matr. nr. á eigindóminum. 2. Møguligt nummar á eigaraíbúð ella lutaíbúð. 3. Møgulig peningaupphædd. 4. Navn hjá pørtunum. e) Hjúnasáttmálar: 1. Navn og bústaður partanna. f) Onnur skjøl: 1. Navn og bústaður partanna 2. Møgulig peningaupphædd. Stk. 5. Møguligar viðmerkingar verða førdar á serligum teigi. Stk. 6. Beint verður fyri fullum dagbókum, tá 5 ár eru umliðin.” 21) § 13 verður strikað 22) Í § 15, stk. 1, nr. 6, verður í staðin fyri: “úgevur” sett: “ gevur út”. 23) § 17 verður orðað soleiðis: “§ 17. Áðrenn skeyti (heimildarbræv) aftaná sundurbýti verður ført í tingbókina, skulu hesar váttanir, árit og skjøl fyriliggja: a) Váttan sambært § 22, stk. 1 í tinglýsingarlógini. b) Skrivlig ella elektronisk kunning um sundurbýtisgóðkenningina og dagfesting hennara, um vídd ella markatal á tí frábýtta lutinum og serligar treytir, sum góðkenningin møguliga er gjørd við, smbr. løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m. § 21. Tinglýsingarmyndugleikin tryggjar, at samsvar er ímillum nevndu kunning og tingbók. 24) § 18, stk. 2, 2. pkt. verður strikað 25) Í § 18, stk. 3. verða orðini “burturvíst frá” broytt til: “strikað úr”, og annað pkt. verður strikað. 26) § 18, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Hjá tinglýsingarmyndugleika-num verður førdur ein listi við fyribilslýstum skjølum við tilskilan av tilhoyrandi freistini.” 27) § 21. verður orðað soleiðis: “§ 21. Tingbókin verður førd av starvsfólkum hjá tinglýsingarmyndugleikanum.” 28) Í § 29, stk. 2 og § 32, stk. 2 verða “skrivstovu sorenskrivarans” broytt til “skrivstovuni hjá tinglýsingarmyndugleikanum”. 29) § 30, stk. 2. verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Persónsbókin verður førd av starvsfólkum hjá tinglýsingarmyndugleikanum.” 30) § 34 verður stk. 1 strikað, og stk 2, sum hereftir verður stk. 1, verður at orða soleiðis : Øll hava rætt til eftir teimum reglum, sum ásettar eru, við skrivligari umsókn, har øll nøvn partanna og starv eru tilskilað, at fáa at vita, um hjúnasáttmáli er gjørdur, og um so er, nær og hvar hann er tinglýstur. 31) § 38 verður orðað soleiðis: “§ 38. Tinglýsingarmyndugleikin kann biðja ein landmátara ella landmátteknikara frá matrikulmyndugleikanum um at gera metingina sambært § 23, stk. 2 í tinglýsingarlógini. Stk. 2. Tann, ið ger metingina eftir stk. 1, skal tryggja sær, at panthavari ikki mótmælir henni. Hetta kann gerast skrivliga, umvegis teldupost ella telefon. Stk. 3. Tílíkar váttanir mugu bert verða givnar, tá talan er um eitt, í mun til eigindómsins virði, lítið jarðarstykki.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Innlendismálaráðið, 12. mai 2010 Annika Olsen (sign.) landsstýriskvinna / Rúni Joensen (sign)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
tinglýsing, sum seinast broytt við kunngerð nr. 46 frá 12. mai 2010 · innanhýsis
Galdandi · 11. desember 1962

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙