Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

5. mai 2015 Nr. 46

Kunngerð um starvsvenjing hjá skiparum, skipsførarum, maskinmeistarum og maskinistum undir útbúgving

(Aspirantkunngerðin)

Við heimild í § 3, nr. 3, § 4 og § 6, stk. 1, nr. 6 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. verður ásett:

Øki

§ 1 Henda kunngerð fevnir um starvsvenjing umborð á skipi og á landi

Henda kunngerð fevnir um starvsvenjing umborð á skipi og á landi. Siglingartíð við starvsvenjing

§ 2 Næmingur kann, sum liður í einari av teimum í stk. 2 nevndu sjóvinnuútbúgvingum, fáa kravda…

Næmingur kann, sum liður í einari av teimum í stk. 2 nevndu sjóvinnuútbúgvingum, fáa kravda siglingartíð við starvsvenjing umborð á góðkendum skipi, sum er skrásett í Føroyum. Avtala kann eisini gerast við norðurlendskt reiðarí um siglingartíð við starvsvenjing, sbr. § 9. Stk. 2. Útbúgvingarnar har starvsvenjing kann fara fram sbrt. hesi kunngerð eru: 1) Skipsførari. 2) Maskinmeistari. 3) Skipari. 4) Maskinist.

§ 3 Samlaða siglingartíðin í samband við útbúgving sum skipari ella skipsførari skal í minsta lagi…

Samlaða siglingartíðin í samband við útbúgving sum skipari ella skipsførari skal í minsta lagi vera 12 mánaðir við skipi á 500 bruttotons ella størri, harav skulu í minsta lagi 6 mánaðir verða uttan fyri strandasigling. Stk. 2. Í minsta lagi 6 mánaðir av samlaðu siglingartíðini sbrt. stk. 1 skulu vera umborð á handilsskipi. Tá ið skúlin leggur starvsvenjingina til rættis, eigur dentur at vera lagdur á fjølbroytni viðvíkjandi teimum skipasløgum, sum næmingarnir skulu umborð á.

§ 4 Starvsvenjing í sambandi við útbúgving sum maskinmeistari skal fara fram á skipi við framtøkumegi…

Starvsvenjing í sambandi við útbúgving sum maskinmeistari skal fara fram á skipi við framtøkumegi á 3000 kW ella meira. Ein maskinyvirmaður skal virka sum vegleiðari. Stk. 2. Starvsvenjing í sambandi við útbúgving sum maskinist kann fara fram á skipi við framtøkumegi á 750 kW ella meira. Ein maskinyvirmaður skal virka sum vegleiðari. Stk. 3. Samlaða starvsvenjingin í sambandi við maskinmeistaraútbúgvingina og maskinistútbúgvingina skal vera 12 mánaðir, harav í minsta lagi 6 mánaðir skulu verða umborð á skipi. Stk. 4. Næmingur í maskinmeistaraútbúgvingini ella maskinistútbúgvingini kann fáa upp til 6 mánaðar av starvsvenjingartíðini á góðkendum virki á landi. Krøv

§ 5 Fyri starvsvenjingina skal skrivligur útbúgvingarsáttmáli gerast millum næmingin, skúlan og…

Fyri starvsvenjingina skal skrivligur útbúgvingarsáttmáli gerast millum næmingin, skúlan og viðkomandi reiðarí, sum eitt nú inniheldur ásetingar um mynstringarskipan, útreiðslur fyri ferðing og uppihaldi umborð o.a. Stk. 2. Skúlin ger útbúgvingarsáttmála sbrt. stk. 1.

§ 6 Næmingurin skal gera tænastu umborð á skipi sum eykamanning. Næmingurin verður ikki partur av…

Næmingurin skal gera tænastu umborð á skipi sum eykamanning. Næmingurin verður ikki partur av manningini sbrt. løgtingslóg um manning av skipum. Stk. 2. Rætt starvsheiti hjá næmingum í starvsvenjing skal standa í útbúgvingarsáttmálanum.

§ 7 Starvsvenjing skal skjalprógvast í útbúgvingarbók, sum skúlin útflýggjar næminginum

Starvsvenjing skal skjalprógvast í útbúgvingarbók, sum skúlin útflýggjar næminginum. Góðkenning av reiðarí

§ 8 Góðkenning av reiðaríi til skipan av starvsvenjingarstaði skal gevast av Mentamálaráðnum ella…

Góðkenning av reiðaríi til skipan av starvsvenjingarstaði skal gevast av Mentamálaráðnum ella einum av Mentamálaráðnum heimilaðum skúla. Stk. 2. Góðkennir ein skúli eitt reiðarí sum starvsvenjingarstað, skal skúlin skrivliga geva Mentamálaráðnum boð um hetta skjótast til ber og í seinasta lagi tríggjar vikur eftir, at skúlin hevur latið starvsvenjingarstaðnum góðkenningina. Stk. 3. Góðkenning kann fevna um samstarv millum fleiri reiðarí.

§ 9 Reiðarí, sum er góðkent sum starvsvenjingarstað av avvarðandi myndugleika í einum norðurlandi,…

Reiðarí, sum er góðkent sum starvsvenjingarstað av avvarðandi myndugleika í einum norðurlandi, kann metast sum góðkent, um góðkenningin kann sammetast við treytirnar í hesi kunngerð.

§ 10 Góðkenning er treytað av

Góðkenning er treytað av: 1) at reiðarí tryggjar, at ásettu málini í útbúgvingarbókini verða rokkin í samsvari við tey krøv, sum eru galdandi fyri viðkomandi útbúgving, 2) at ábyrgdarpersónur ella vegleiðari umborð fær álagt at tryggja, at málini í útbúgvingarbókini verða rokkin og kann vátta fyri hesum og 3) at reiðarí nýtir skip til starvsvenjingina, sum við atliti at stødd, framtøkumegi, rakstrarviðurskiftum, útgerð og manning kann metast sum fullgott starvsvenjingarstað. Stk. 2. Reiðarí skal beinanvegin fráboða tí myndugleika, sum hevur latið góðkenningina, um so er, at munandi broytingar eru í viðurskiftunum, sum liggja til grund fyri góðkenningini. Stk. 3. Hevur góðkent reiðarí, orsakað av serligum viðurskiftum, trupult við at lúka treytirnar fyri góðkenning sum starvsvenjingarstað, skal góðkenningarmyndugleikin skjótast til ber hava skrivliga fráboðan um hesi viðurskifti. Við støði í hesi fráboðan tekur góðkenningarmyndugleikin støðu til góðkenningina. Stk. 4. Tekur skúlin góðkenningina aftur, skal skúlin skrivliga geva Mentamálaráðnum boð um hetta skjótast til ber og í seinasta lagi tríggjar vikur eftir, at skúlin hevur tikið góðkenningina aftur. Skyldur hjá góðkendum reiðaríum

§ 11 Reiðarí skal tryggja, at starvsvenjingin fer fram í samsvari við treytirnar fyri góðkenningini,…

Reiðarí skal tryggja, at starvsvenjingin fer fram í samsvari við treytirnar fyri góðkenningini, sbr. § 10. Stk. 2. Reiðarí skal gera eina skipan á landi og umborð, ið tryggjar, at starvsvenjingin fer fram í samsvari við tey krøv, ið galdandi eru fyri viðkomandi útbúgving. Í hesi skipan skal ein persónur á landi útnevnast at hava serliga ábyrgd fyri at leggja til rættis, samskipa, útinna og eftirmeta starvsvenjingina. Stk. 3. Reiðarí skal gera skrivligar leiðreglur fyri góðkendu skipini um, hvussu starvsvenjingin umborð skal skipast við støði í málsetningunum í útbúgvingarbókini. Stk. 4. Reiðarí skulu harumframt gera eina serliga skrivliga vegleiðing til næmingin um viðurskifti av týdningi fyri starvsvenjingina.

§ 12 Ein yvirmaður umborð skal útnevnast sum útbúgvingaryvirmaður. Hesin yvirmaðurin hevur ábyrgd fyri…

Ein yvirmaður umborð skal útnevnast sum útbúgvingaryvirmaður. Hesin yvirmaðurin hevur ábyrgd fyri starvsvenjingini hjá næminginum. Stk. 2. Útbúgvingaryvirmaðurin skal vera førur fyri at samskifta við næmingin á einum máli, sum báðir partar skilja. Útbúgvingaryvirmaðurin skal tryggja, at ein nøktandi meting verður gjørd av, hvørt næmingurin røkkur settu málunum í útbúgvingarbókini. Stk. 3. Góðkenningarmyndugleikin hevur eftirlit við, at skyldurnar hjá góðkendum reiðaríum sbrt. §§ 10 og 11 verða hildnar. Gildiskoma

§ 13 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mentamálaráðið, 5. mai 2015 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
útbúgving av manning á skipum o. ø. · innanhýsis
Galdandi · 24. apríl 2001

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙