Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
9. apríl 2003 Nr. 44
Kunngerð um umrokningarfaktorar
Við heimild í § 9, stk. 1 og § 25 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1 Henda kunngerð fevnir um fiskifør undir føroyskum og fremmandum flaggi, sum veiða á føroysku…
Henda kunngerð fevnir um fiskifør undir føroyskum og fremmandum flaggi, sum veiða á føroysku landleiðunum.
§ 2 Tey í § 1 nevndu fiskifør skulu geva upp veiði til Fiskiveiðieftirlitið í rundari vekt. Við…
Tey í § 1 nevndu fiskifør skulu geva upp veiði til Fiskiveiðieftirlitið í rundari vekt. Við umrokning av fiski til runda vekt, tá hesin er viðgjørdur, skulu teir í fylgiskjali 1 ásettu umrokningarfaktorar nýtast.
§ 3 Sambært § 40, stk. 1, nr. 1 í lógini verður tann, sum brýtur reglurnar í hesi kunngerð revsaður…
Sambært § 40, stk. 1, nr. 1 í lógini verður tann, sum brýtur reglurnar í hesi kunngerð revsaður við bót, um ikki harðari revsing er ásett eftir aðrari lóg.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálaráðið, 9. apríl 2003 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Kaj P. Mortensen (sign.) Fylgiskjal 1 Apríl 2003 Umrokningarfaktorar Fiskaslag Kruvdur, við høvdi Kruvdur, uttan høvd Kruvdur, skráskorin Japanskorin Flak við skræðu & beini Flak, uttan skræðu, við beini Flak við skræðu uttan bein Flak uttan skræðu & bein Flak við skræðu uttan ugga Flak uttan skræðu & ugga Toskur 1,18 1,50 1,80 2,60 2,90 2,95 3,25 Hýsa 1,14 1,40 1,65 2,65 2,95 2,80 3,15 Upsi 1,20 1,35 1,60 2,55 2,80 2,85 3,00 3,35 3,80 Svartkalvi 1,10 1,20 1,43 (1) 1,97 1,97 1,97 Svartkalvi 1,10 1,20 1,50 (2) 1,97 1,97 1,97 Longa – Blálonga 1,20 1,40 2,80 2,80 2,80 Brosma 1,20 1,40 2,55 2,55 2,55 Havtaska 1,20 2,80 5,60 5,60 5,60 Steinb. / Liri 1,10 1,65 4,08 4,08 4,08 Hvítingur 1,20 1,40 2,80 2,80 2,80 Lýsingur 1,20 1,40 2,80 2,80 2,80 Kongafiskur 1,20 1,65 1,95 (3) 4,77 4,77 4,77 Kalvi 1,10 1,35 2,70 2,70 2,70 Reyðsprøka 1,10 1,20 2,40 2,40 2,40 Div. flatfiskur 1,10 1,20 2,40 2,40 2,40 Sild 1,00 1,00 2,00 2,00 2,00 Makrelur 1,15 1,30 2,60 2,60 2,60 Hávur 1,10 1,30 Japan-skorin svartkalvi við sporli Japan-skorin svartkalvi uttan sporl Japan-skorin kongafiskur
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.