Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
7. apríl 2017 Nr. 44
Kunngerð um at Sjóvinnustýrið útinnir ávísar uppgávur fyri Fjarskiftiseftirlitið
Við heimild í § 47, stk. 1, 2 og 3 í løgtingslóg nr. 72 frá 22. mai 2015 um fjarskifti, verður ásett:
§ 1 Í hesi kunngerð merkir
Í hesi kunngerð merkir: 1) GMDSS: Global Maritime Distress and Safety System. 2) GOC: General Operators Certificate. 3) VHF: Very High Frequency. 4) MF: Medium Frequency. 5) HF: High Frequency. 6) DSC: Digital Selective Calling. 7) Inmarsat: Fylgisveina samskiftisskipan. 8) Sjóøki A1: Sjóøki, innan fyri sendileitið hjá í minsta lagi einari VHF-strandarstøð, har ein til eina og hvørja tíð kann fáa samband og senda ávaringar á VHF-DSC. 9) Sjóøki A2: Sjóøki uttan fyri A1, men innan fyri sendileitið hjá í minsta lagi einari MF-strandarstøð, har ein til eina og hvørja tíð kann fáa samband og senda ávaringar á MF-DSC. 10) Sjóøki A3: Sjóøki uttan fyri A1 og A2, men innan fyri sendileitið hjá í minsta lagi einum Inmarsat fylgisveini, har ein til eina og hvørja tíð kann fáa samband og senda ávaringar um Inmarsat-skipanina. 11) Sjóøki A4: Sjóøki uttan fyri A1, A2 og A3.
§ 2 Sjóvinnustýrinum verður heimilað at endurnýggja GOC-radiopróvbræv í sambandi við endurnýggjan av…
Sjóvinnustýrinum verður heimilað at endurnýggja GOC-radiopróvbræv í sambandi við endurnýggjan av sjóvinnubrævi sum radiopassari, við gildi upp til 5 ár í teimum førum, har umsøkjarin skjalprógvar at hava verið radiopassari við skipi við GMDSS-radiostøð til sjóøki A2, A3 ella A4 antin í: 1) 1 ár seinastu 5 árini, ella 2) 3 mánaðir seinastu 6 mánaðirnar. Stk. 2. Í øðrum enn teimum í stk. 1 nevndu førum skal umsóknin um endurnýggjan av GOC-radiopróvbrævinum latast Fjarskiftiseftirlitinum.
§ 3 Endurnýggjan av GOC-radiopróvbrævi verður útskrivað á sama skjal sum sjóvinnubrævið við heitinum
Endurnýggjan av GOC-radiopróvbrævi verður útskrivað á sama skjal sum sjóvinnubrævið við heitinum: 1) Algilt sjóvinnubræv sum Radiopassari innan GMDSS (GOC).
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 108 frá 18. august 2009 um, at Skipaeftirlitið útinnir ávísar uppgávur fyri Fjarskiftiseftirlitið. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 7. apríl 2017 Poul Michelsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.