Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. juni 2004 Nr. 41

Kunngerð um óavgreiddan post og upplating av posti

Við heimild í § 13, stk. 2 í løgtingslóg nr. 135 frá 18.10.2001 um postvirksemi verður ásett:

§ 1 Adresseraður postur, ið er innlatin til flutning hjá postvinnurekandi, kann í førum, har tað ikki…

Adresseraður postur, ið er innlatin til flutning hjá postvinnurekandi, kann í førum, har tað ikki hevur verið gjørligt at finna móttakaran ella sendaran, uttan rættarúrskurð, verða latin upp av viðkomandi postvinnurekandi. Stk. 2. Adresseraður postur kann somuleiðis, uttan rættarúrskurð, verða latin upp, tá tað verður gjørt fyri at staðfesta møguligan skaða á sendingina, meðan móttakarin er hjástaddur ella gevur sítt samtykki.

§ 2 Óavgreiddur postur, sum nevndur í § 1. kann einans latast upp og kannast av persónum, ið serliga…

Óavgreiddur postur, sum nevndur í § 1. kann einans latast upp og kannast av persónum, ið serliga eru útnevnd til hetta av leiðsluni hjá tí postvinnurekandi. Stk. 2. Teir í stk. 1 nevndu persónar skulu skriva undir tagnarskylduváttan, har viðkomandi lovar ikki við vilja at lesa annað í upplatnum posti enn navn og adressu hjá móttakara ella sendara. Viðkomandi lovar harumframt, at tey ikki fráboða óviðkomandi nakað, sum viðkomandi hevur fingið kunnleika til í hesum sambandi. Posteftirlitið ger eina standardútgávu til eina tagnarskylduváttan. Stk. 3. Tann í stk. 2 nevnda váttan skal verða goymd av tí postvinnurekandi í 7 ár eftir, at viðkomandi er givin í starvi hjá tí postvinnurekandi, ella at fulltrúin til at lata upp óavgreiddan post er tikin aftur.

§ 3 Lutir í posti, ið ikki kann avgreiðast sbr. § 1 innan 3 mánaðir eftir, at tann postvinnurekandi…

Lutir í posti, ið ikki kann avgreiðast sbr. § 1 innan 3 mánaðir eftir, at tann postvinnurekandi fekk postin um hendi, kunnu verða seldir. Stk. 2. Søluágóðin skal, eftir at útreiðslurnar eru drignar frá, gjaldast honum, ið innan eitt ár eftir søluna sannar rætt sín. Annars fellur ágóðin til landið eftir at søluútreiðslurnar eru drignar frá. Stk. 3. Virðisleysur postur verður burturbeindur. Stk. 4. Søla uttan um almenna uppboðssølu má ikki verða til persónar, ið starvast hjá tí postvinnurekandi.

§ 4 Hendan kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Hendan kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.. Vinnumálaráðið, 17. juni 2004 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
postvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022 · innanhýsis
Galdandi · 18. oktober 2001

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙