Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
8. mai 2012 Nr. 41
Kunngerð um broyting í kunngerð um áseting av søluprísi á heilivági
§ 1 Í kunngerð nr. 113 frá 1. juli 1992 um áseting av søluprísi á heilivági, sum seinast broytt við…
Í kunngerð nr. 113 frá 1. juli 1992 um áseting av søluprísi á heilivági, sum seinast broytt við kunngerð nr. 81 frá 28. juni 2010 verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 16 verður soljóðandi: “§ 16. Tá ið forskrift verður avgreidd, verður forskriftagjald á 9,00 kr. tikið fyri hvørja einstaka pakking. Stk. 2. Við avgreiðslu í vaktartænastu millum kl. 17:30 og kl. 9:00 gerandisdagar, leygardagar tó frá kl. 14:00, umframt sunnu- og halgidagar, verður lagt afturat eitt vaktargjald fyri samlaðu avgreiðsluna á 30,00 kr. uttan mvg.” 2) § 18 verður strikað.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 15. mai 2012
Henda kunngerð kemur í gildi 15. mai 2012. Heilsumálaráðið, 8. mai 2012 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.