Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 1Kunngerðin ásetur reglur um nýtslu av radiofrekvensum uttan loyvi á og í§ 2Radiofrekvensir, ið eru tillutaðir til siglingarradiotænastur, nevndir í skjali 1, kunnu nýtast…§ 3Radiofrekvensir, ið eru tillutaðir til loftferðsluradiotænastur, nevndir í skjali 2, kunnu nýtast…§ 4Radiofrekvensir, ið eru tillutaðir til áhugavarparatænastur og áhugavarparafylgisveinatænastur,…§ 5Radiofrekvensir, ið eru tillutaðir til nýtslu á øðrum økjum enn tær tænastur, sum eru nevndar í…§ 6Fjarskiftiseftirlitið útskrivar eftir umsókn kallitekn og samleikanummur til nýtslu av…§ 7Til frekvensnýtslu í radioútbúnaði, ið er nevndur í § 6, stk. 1 og 2, mugu einans nýta§ 8Fjarskiftiseftirlitið kann afturkallað eitt kallitekn ella samleikanummar, ið er útskrivað…§ 9Fjarskiftiseftirlitið tillutar AAIC-nummur, Accounting Authority Identification Code, eftir umsókn§ 10Til nýtslu av frekvensum í radioútbúnaði í føroyskum skrásettum loftførum ella jørðstøðum, kunnu…§ 11Eftir umsókn útskrivar Fjarskiftiseftirlitið kallitekn og samleikanummur til ísetan og nýtslu av…§ 12Til nýtslu av frekvensum í radioútbúnaði í ultraløttum flogførum, sveimdrekum, harímillum…§ 13Fjarskiftiseftirlitið heldur próvroyndir til bólk A, B og D. Fjarskiftiseftirlitið kann…§ 14Fjarskiftiseftirlitið útskrivar prógv til bólk A, B og D til nýtslu av radiofrekvensum í…§ 15Útlendskt prógv, sum lúka krøvini í CEPT-átekningini T/R 61-02 um Harmonised Amateur Radio…§ 16Um Fjarskiftiseftirlitið metir, at tann, ið hevur prógv, ikki longur hevur tað neyðugu vitan, ið…§ 17Eftir umsókn útskrivar Fjarskiftiseftirlitið eitt persónligt kallitekn til persónar, ið hava…§ 18Til frekvensnýtslu í áhugavarparatænastum og áhugavarparafylgisveinatænastum mugu einans…§ 19Fjarskiftiseftirlitið kann taka aftur eitt kallitekn, ið er útskriva sambært § 17, um gjald av…§ 20Brot á ásetingarnar í nr. 1-3 verða revsaðar við bót§ 21Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd, og samstundis fer kunngerð nr. 7 frá…

Lógtekstur

Nr. 40 1. apríl 2022

Kunngerð frá Fjarskiftiseftirlitinum um nýtslu av radiofrekvensum uttan loyvi umframt áhugavarparaprógv og kallitekn við meira

Við heimild í § 42, § 43, stk. 2, § 46 og § 74, stk. 2 í løgtingslóg nr. 72 frá 22. mai 2015 um fjarskifti (Fjarskiftislógin) verður ásett:

Nýtsluøki

§ 1 Kunngerðin ásetur reglur um nýtslu av radiofrekvensum uttan loyvi á og í

Kunngerðin ásetur reglur um nýtslu av radiofrekvensum uttan loyvi á og í: 1) skipum, 2) loftførum, so sum flogfør, tyrlum o.tíl., 3) jarðstaddum loftferðsluradiotænastum, 4) áhugavarparatænastum og áhugavarparafylgisveinatænastum, 5) øðrum tænastum, sambært skjal nr. 5 og 6) radioútbúnaði, sum einans kann móttaka. Stk. 2. Kunngerðin ásetur eisini reglur um: 1) radioroyndir og prógv til áhugavarpara tænastur og áhugavarpara fylgisveinatænastur, 2) útskrivan og nýtslu av kalliteknum og samleikanummrum í áhugavarparatænastum og áhugavarparafylgisveinatænastum, 3) nýtslu av kalliteknum og samleikanumrum til loftferðsluradiotænastum í flogførum og á jørðstøðum, 4) útskrivan og nýtslu av samleikanumrum til loftferðsluradiotænastur í ultraløttum flogførum, sveimdrekum, harímillum motordrivnum flogskíggjum, 5) útskrivan og nýtslu av kalliteknum og sannleikanumrum til støðir á landi og til siglingamerkir í siglingarradiotænastuni, og 6) útskrivan av samleikanumrum til avrokningarfeløg, AAIC-nummur. Frekvensnýtsla uttan einstaklingaloyvi

§ 2 Radiofrekvensir, ið eru tillutaðir til siglingarradiotænastur, nevndir í skjali 1, kunnu nýtast…

Radiofrekvensir, ið eru tillutaðir til siglingarradiotænastur, nevndir í skjali 1, kunnu nýtast umborð á skipum uttan loyvi. Stk. 2. Nýtslan av radiofrekvensum sambært stk. 1, skal lúka tey krøv og tær avmarkingar, ið er nevnd í skjali 1, harímillum krøv um prógv og nýtslu av kallitekni og samleikanummari. Stk. 3. Útskrivan av kallitekni og samleikanummari til nýtslu av radiofrekvensum í siglingarradiotænastum sambært stk. 1, kann verða útskriva í røðum til almennar myndugleikar eftir nærri meting frá Fjarskiftiseftirlitinum.

§ 3 Radiofrekvensir, ið eru tillutaðir til loftferðsluradiotænastur, nevndir í skjali 2, kunnu nýtast…

Radiofrekvensir, ið eru tillutaðir til loftferðsluradiotænastur, nevndir í skjali 2, kunnu nýtast í loftførum uttan loyvi. Stk. 2. Nýtslan av radiofrekvensum sambært stk. 1, skal lúka tey krøv og tær avmarkingar, ið er nevnd í skjali 2, harímillum krøv um prógv og nýtslu av kallitekni og samleikanummari. Stk. 3. Radiofrekvensir, sum eru settir av til loftferðsluradiotænastur í skjali 3, kunnu nýtast uttan loyvi í jørðstaddum radioútbúnaði. Stk. 4. Nýtslan av radiofrekvensum sambært stk. 3, skal lúka tey krøv og tær avmarkingar, ið eru nevnd í skjali 3.

§ 4 Radiofrekvensir, ið eru tillutaðir til áhugavarparatænastur og áhugavarparafylgisveinatænastur,…

Radiofrekvensir, ið eru tillutaðir til áhugavarparatænastur og áhugavarparafylgisveinatænastur, nevndir í skjali 4, kunnu nýtast uttan loyvi. Stk. 2. Nýtslan av radiofrekvensum sambært stk. 1, skal lúka tey krøv og tær avmarkingar, ið eru nevnd í skjali 3, herímillum krøv um prógv og nýtslu av kallitekni.

§ 5 Radiofrekvensir, ið eru tillutaðir til nýtslu á øðrum økjum enn tær tænastur, sum eru nevndar í…

Radiofrekvensir, ið eru tillutaðir til nýtslu á øðrum økjum enn tær tænastur, sum eru nevndar í §§ 2-4 og nevndar í skjali 5, kunnu nýtast uttan loyvi. Stk. 2. Nýtslan av radiofrekvensum sambært stk. 1, skal lúka tey krøv og tær avmarkingar, ið eru nevnd í skjali 5. Kallitekn og samleikaprógv til støðir á landi og siglingarmerkir í siglingarradiotænastuni

§ 6 Fjarskiftiseftirlitið útskrivar eftir umsókn kallitekn og samleikanummur til nýtslu av…

Fjarskiftiseftirlitið útskrivar eftir umsókn kallitekn og samleikanummur til nýtslu av radiofrekvensum í siglingarradioútbúnaði á landstøðum og føroyskum skrásettum bátum og skipum. Stk. 2. Eftir umsókn útskrivar Fjarskiftiseftirlitið kallitekn og samleikanummur til ísetan og nýtslu av radiofrekvensum í siglingarmerkjum í siglingarradiotænastuni. Stk. 3. Fjarskiftiseftirlitið kann eftir ítøkiligari meting útskriva øðrum myndugleikum samleikanummur í røðum sambært stk. 1 og 2. Stk. 4. Upplýsingar um kallitekin, frekvensir, bústaðir, telefonnummur við meira, verða skrásettir í radioskrásetingarskipanini. Fjarskiftiseftirlitið tryggjar at Tórshavn Radio, viðkomandi bjargingarmyndugleikar og ITU hava atgongd til upplýsingarnar.

§ 7 Til frekvensnýtslu í radioútbúnaði, ið er nevndur í § 6, stk. 1 og 2, mugu einans nýta

Til frekvensnýtslu í radioútbúnaði, ið er nevndur í § 6, stk. 1 og 2, mugu einans nýta: 1) tað kallitekn ella samleikanummar, ið er tillutað støðini, ella 2) landafrøðiliga navnið hjá støðini við endanavni radio.

§ 8 Fjarskiftiseftirlitið kann afturkallað eitt kallitekn ella samleikanummar, ið er útskrivað…

Fjarskiftiseftirlitið kann afturkallað eitt kallitekn ella samleikanummar, ið er útskrivað sambært § 6, um gjald av kallitekni ella samleikanummari ikki er goldið sambært kunngerð um frekvensgjøld og ómaksgjøld á radiosamskiftisøkinum, ella um radiopróvbrævi ikki longur uppfyllur krøvini til nýtslu av radiofrekvensum. Samleikanummur til avrokningarfeløg, AAIC-nummur

§ 9 Fjarskiftiseftirlitið tillutar AAIC-nummur, Accounting Authority Identification Code, eftir umsókn

Fjarskiftiseftirlitið tillutar AAIC-nummur, Accounting Authority Identification Code, eftir umsókn. Stk. 2. AAIC-nummur eru samansett av tvíbókstava landakotu, FO, umframt tveimum tølum. Í Føroyum kunnu ikki tillutast fleiri enn 10 AAIC-nummur. Kallitekn og samleikanummur til loftferðsluradiotænastuna til loftfør ella jørðstøðir

§ 10 Til nýtslu av frekvensum í radioútbúnaði í føroyskum skrásettum loftførum ella jørðstøðum, kunnu…

Til nýtslu av frekvensum í radioútbúnaði í føroyskum skrásettum loftførum ella jørðstøðum, kunnu bert nýtast: 1) tað kalliteknið ella samleikanummarið, ið Fjarskiftiseftirlitið hevur útskrivað til loftfarið ella ta føroysku radiostøðina, 2) skrásetingarnavnið sum Trafikstyrelsen hevur tillutað loftfarinum, 3) eyðkennisnavn sett saman av kallitekninum hjá loftferðslu felagnum umframt leiðnummarið hjá loftfarinum, ella 4) landafrøðiliga navnið hjá radiostøðini ella navn á flogvølli. Kallitekn og samleikanummur til loftferðsluradiotænastur í ultraløttum flogførum, sveimdrekum, harímillum motordrivnum flogskíggjum

§ 11 Eftir umsókn útskrivar Fjarskiftiseftirlitið kallitekn og samleikanummur til ísetan og nýtslu av…

Eftir umsókn útskrivar Fjarskiftiseftirlitið kallitekn og samleikanummur til ísetan og nýtslu av radiofrekvensum í ultraløttum flogførum, sveimdrekum, harímillum motordrivnum flogskíggjum. Stk. 2. Fjarskiftiseftirlitið kann taka aftur eitt kallitekn ella eitt samleikanummar, ið er útskrivað eftir stk. 1, um gjald av kallitekni ella samleikanummari ikki er goldið sambært kunngerð um frekvensgjøld og ómaksgjøld á radiosamskiftisøkinum.

§ 12 Til nýtslu av frekvensum í radioútbúnaði í ultraløttum flogførum, sveimdrekum, harímillum…

Til nýtslu av frekvensum í radioútbúnaði í ultraløttum flogførum, sveimdrekum, harímillum motordrivnum flogskíggjum, kann bert nýtast tað samleikanummarið, ið Fjarskiftiseftirlitið hevur útskrivað. Royndir og prógv til áhugavarparatænastur og áhugavarparafylgisveinatænastur

§ 13 Fjarskiftiseftirlitið heldur próvroyndir til bólk A, B og D. Fjarskiftiseftirlitið kann…

Fjarskiftiseftirlitið heldur próvroyndir til bólk A, B og D. Fjarskiftiseftirlitið kann viðurkenna skrivligar próvroyndir til bólk A, B og D, hildnar av stovni ella felagi góðkent av Fjarskiftiseftirlitinum. Stk. 2. Uttan mun til limatilknýti o.tíl. hava øll atgongd til at fara upp til roynd, ið verður fyriskipað av góðkendum stovni ella heimafelagi. Stk. 3. Innihald og krøv til royndirnar eru lýst í skjali 6. Stk. 4. Fjarskiftiseftirlitið ger ein lista til pensum, og upplýsir royndartakarnar um hendan. Stk. 5. Um annar góðkendur stovnur ella felag, heldur tær royndir, ið eru fyriskrivaðar í skjali 5, skal tíð og stað fyri skrivligu royndini fráboðast til Fjarskiftiseftirlitið, sum síðani almannakunnger tíð og stað. Tilmelding verður send Fjarskiftiseftirlitinum. Fjarskiftiseftirlitið útflýggjar royndarsett, ið skal nýtast til royndina. Stk. 6. Royndin verður hildin við minst tveimum eftirlitsfólkum, ið hava eftirlit við royndini og kanna samleikan hjá luttakarunum. Stk. 7. Fjarskiftiseftirlitið kann í serligum førum, um tað er ógjørligt ella ógvuliga trupult hjá viðkomandi persóni at standa eina skrivliga roynd sambært stk. 2, hjálpa við at lesa upp spurningarnar og fylla út svarblaðið í tí vavi Fjarskiftiseftirlitið metir ráðiligt, tá ið atlit verður tikið til endamálið við royndini. Stk. 8. Eftir lokna roynd sendir stovnurin ella felagið svarsettini inn til Fjarskiftiseftirlitið til próvdøming.

§ 14 Fjarskiftiseftirlitið útskrivar prógv til bólk A, B og D til nýtslu av radiofrekvensum í…

Fjarskiftiseftirlitið útskrivar prógv til bólk A, B og D til nýtslu av radiofrekvensum í áhugavarparatænastuni og áhugavarparafylgisveinatænastuni til persónar, ið hava staðið eina roynd sambært § 13. Stk. 2. Fjarskiftiseftirlitið kann útskriva HAREC-prógv, Harmonised Amateur Radio Examination Certificate, í samsvar við CEPT-viðmæli T/R 61-02 til persónar, ið hava staðið prógv í bólki A.

§ 15 Útlendskt prógv, sum lúka krøvini í CEPT-átekningini T/R 61-02 um Harmonised Amateur Radio…

Útlendskt prógv, sum lúka krøvini í CEPT-átekningini T/R 61-02 um Harmonised Amateur Radio Examination Certificate, HAREC, verða javnsett við føroysku royndirnar sambært § 13. Somuleiðis verða útlendskar royndir javnsettar við føroysku royndirnar sambært § 13, um tað fyri Fjarskiftiseftirlitinum verður gjørt sannlíkt, at royndarkrøvini eru á sama støði, sum tær í hesi kunngerð. Stk. 2. Prógv, ið eru útskrivaði av útlendskum myndugleikum, eru eisini galdandi í Føroyum í styttri tíðarskeið, um so er, at gildið av próvnum er staðfest í eini altjóða avtalu, ið eisini er galdandi í Føroyum.

§ 16 Um Fjarskiftiseftirlitið metir, at tann, ið hevur prógv, ikki longur hevur tað neyðugu vitan, ið…

Um Fjarskiftiseftirlitið metir, at tann, ið hevur prógv, ikki longur hevur tað neyðugu vitan, ið ein próvhavari eigur at hava, skal hesin upp til nýggja próvroynd. Stk. 2. Um próvhavari, sambært § 16, stk. 1, ikki stendur nýggja roynd, ógildar Fjarskiftiseftirlitið prógvið. Kallitekn til áhugavarparatænastur og áhugavarparafylgisveinatænastur

§ 17 Eftir umsókn útskrivar Fjarskiftiseftirlitið eitt persónligt kallitekn til persónar, ið hava…

Eftir umsókn útskrivar Fjarskiftiseftirlitið eitt persónligt kallitekn til persónar, ið hava fullgilt prógv, herundir kallitekn til ómannaða radiostøð, til nýtslu av radiofrekvensum í áhugavarparatænastum og áhugavarparafylgisveinatænastum. Kallitekni kann eisini verða útskrivað til ein løgfrøðiligan persón, um ein persónur við gildigum prógvi sambært § 14, hevur ábyrgd fyri nýtslu av radiofrekvensinum. Stk. 2. Treytirnar fyri at útskriva eitt kallitekn er, at nýtslan av radiofrekvensinum er knýtt til eina føroyska adressu, har frekvensnýtslan vanliga er. Stk. 3. Fjarskiftiseftirlitið útskrivar kallitekn til nýtslu fyri áhugavarparar við hesum kallitekn-serium: OY og OW. Stk. 4. Eitt kallitekn, sum áður hevur verið nýtt sum persónligt kallitekn, verður ikki leysgivið fyrr enn tað hevur verið ónýtt í 25 ár.

§ 18 Til frekvensnýtslu í áhugavarparatænastum og áhugavarparafylgisveinatænastum mugu einans…

Til frekvensnýtslu í áhugavarparatænastum og áhugavarparafylgisveinatænastum mugu einans kallitekn nýtast, ið Fjarskiftiseftirlitið hevur givið til áhugavarparan, ómannaða radiostøð ella løgfrøðiligan persón, sambært § 17. Stk. 2. Tann, sum hevur útlendskt kallitekn, og kann nýta radiofrekvensir í áhugavarparatænastum og áhugavarparafylgisveinatænastum sambært hesi kunngerð, og er í Føroyum í styttri tíðarskeið, skal nýta OY/ ella OW/ frammanfyri tað útlendska kallitekni.

§ 19 Fjarskiftiseftirlitið kann taka aftur eitt kallitekn, ið er útskriva sambært § 17, um gjald av…

Fjarskiftiseftirlitið kann taka aftur eitt kallitekn, ið er útskriva sambært § 17, um gjald av kallitekninum ikki er goldið til ásettu tíð sambært kunngerð um frekvensgjøld og ómaksgjøld á radiosamskiftisøkinum. Revsing

§ 20 Brot á ásetingarnar í nr. 1-3 verða revsaðar við bót

Brot á ásetingarnar í nr. 1-3 verða revsaðar við bót: 1) krøv og avmarkingar ásett i skjali 1-5, 2) reglar um nýtslu av kallitekni sambært §§ 7, 10, 12 og 18, ella 3) regluna um tagnarskyldu. Stk. 2. Feløg og og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini. Gildiskoma o.a.

§ 21 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd, og samstundis fer kunngerð nr. 7 frá…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd, og samstundis fer kunngerð nr. 7 frá 23. januar 2015 frá Fjarskiftiseftirlitinum um nýtslu av radiofrekvensum uttan einstaklingaloyvi umframt áhugavarparaprógv og kallitekn við meira úr gildið Stk. 2. Henda kunngerð verður nýtt í samband við prógv, kallitekn og samleikaprógv til áhugavarparatænastur og áhugavarparafylgisveinatænastur, loftferðslutænastur eins og støðir á landi og siglingarmerkir í siglingarradiotænastuni, ið eru ognað og tillutað sambært áður nýttum ásetingum. Stk. 3. Kallitekn og samleikaprógv til áhugavarparatænastur og áhugavarparafylgisveinatænastur, loftferðslutænastur eins og støðir á landi og siglingarmerkir í siglingarradiotænastuni, ið eru sett í gildi áðrenn hesa kunngerð, verða framhaldandi galdandi. Stk. 4. Prógv til loftferðslutænastur eins og áhugavarparatænastur og áhugavarparafylgisveinatænastur, ið eru ognað, og royndir, sum eru stadnar eftir undanfarnum ásetingum, eru framhaldandi galdandi. Prógv til áhugavarparatænastur og áhugavarparafylgisveinstænastur í bólki C, ið eru sett í gildi sambært áður galdandi reglum, verða nú bólkað í bólki A. Fjarskiftiseftirlitið, 1. apríl 2022 Jógvan Thomsen (sign.) / Louise Restorff Jacobsen (sign.) Skjal 1 Radiofrekvensir til siglingar radiotænastuna, sum kunnu nýtast uttan einstaklingaloyvi sambært § 2 1. Radiofrekvensir í siglingar radiotænastuni 1.1. MF 1.1.1. Radiofrekvensir: 415,0-526,5 kHz 1810,0-1830,0 kHz 2502,0-2850,0 kHz 1606,5-1625,0 kHz 2000,0-2160,0 kHz 3155,0-3400,0 kHz 1635,0-1800,0 kHz 2170,0-2498,0 kHz 3500,0-3800,0 kHz 1.1.2. Radiomarkamót fyri frekvensirnar 1606,5-3400,0 kHz: Nr. 00 037, sambært kunngerð um radiomarkamót. 1.2. HF 1.2.1. Radiofrekvensir: 4000-4650 kHz 13,870-14,000 MHz 22,000-22,855 MHz 6200-6525 kHz 14,350-14,990 MHz 23,000-23,200 MHz 8100-8815 kHz 16,360-17,410 MHz 23,350-24,000 MHz 10,150-11,175 kHz 18,168-18,900 MHz 25,010-25,210 MHz 12,230-13,200 MHz 19,680-19,800 MHz 26,100-26,175 MHz 13,410-13,570 MHz 20,010-21,000 MHz 1.2.2. Radiomarkamót fyri radiofrekvensirnar 1606,5-3800,0 kHz: Nr. 00 037, sambært kunngerð um radiomarkamót. 1.3. VHF 1.3.1. Radiofrekvensir: 121,500 MHz 155,625 MHz 160,6125-160,9625 MHz 123,100 MHz 155,775 MHz 161,4875-162,0375 MHz 155,500 MHz 155,825 MHz 155,525 MHz 156,0125-157,4375 MHz 1.3.2. Radiomarkamót fyri frekvensirnar 155,500-162,025 MHz: Nr. 00 039, sambært kunngerð um radiomarkamót. 1.4. UHF 1.4.1. Radiofrekvensir (samgildir og talgildir): 457,5250 MHz 457,5750 MHz 467,5625 MHz 457,5375 MHz 467,5250 MHz 467,5750 MHz 457,5500 MHz 467,5375 MHz 457,5625 MHz 467,5500 MHz 1.4.2. Radiofrekvensir (talgildir): 457,515625 MHz 457,565625 MHz 467,540625 MHz 457,521875 MHz 457,571875 MHz 467,546875 MHz 457,528125 MHz 457,578125 MHz 467,553125 MHz 457,534375 MHz 457,584375 MHz 467,559375 MHz 457,540625 MHz 467,515625 MHz 467,565625 MHz 457,546875 MHz 467,521875 MHz 467,571875 MHz 457,553125 MHz 467,528125 MHz 467,578125 MHz 457,559375 MHz 467,534375 MHz 467,584375 MHz 1.4.2. Radiomarkamót: Nr. 00 038, sambært kunngerð um radiomarkamót. 1.5. Fylgissveinar 1.5.1. Radiofrekvensir: 1626,5-1660,5 MHz (sendari) 1525,0-1559,0 MHz (móttakari) 1.6. EPIRB 1.6.1. Radiofrekvensir: 121,5 MHz 243,0 MHz 406,0-406,1 MHz (COSPAS-SARSAT) 1.6.2. Radiomarkamót: Nr. 00 041, sambært kunngerð um radiomarkamót. 1.6.3. Avmarkingar í nýtslu: Útgerð til neyðradio í 406,0-406,1 MHz skal ikki nýtast á landi. 1.7. Radioútbúnaður til staðarfesti (staðarfastsetan) (radar/SART) 1.7.1. Radiofrekvensir: 2900-3100 MHz 9200-9500 MHz 5470-5660 MHz 9500-9800 MHz 1.7.2. Radiomarkamót: Nr. 00 040 fyri radiofrekvensir til SART og nr. 00 046, sambært kunngerð um radiomarkamót. 2. Krøv og avmarkingar Fyri nýtslu av teimum nevndu radiofrekvensunum í nr. 1, eru fylgjandi krøv og avmarkingar galdandi: 1) Nýtsla av radiofrekvensum krevur galdandi kallitekin og samleikanummar, útflýggjað av Fjarskiftiseftirlitinum. 2) Radiofrekvensir, sum eru nevndir í pørtunum 1.1., 1.2., 1.3., 1.5. og 1.6., skulu bert verða nýttir av einum persóni, sum hevur galdandi prógv, ið er góðkent til nýtslu av radioútbúnaðinum, ella við eftirliti av einum persóni, sum hevur galdandi prógv, ið er góðkent til nýtslu av radioútbúnaðinum sambært yvirlitinum niðanfyri. 3) Radioútbúnður skal einans nýtast við minstu senduorku, sum er neyðug fyri at tryggja eitt trygt samskifti. 4) Tað mugu ikki sendast følsk, villleiðandi ella óneyðug boð. Útvarpingar ella sendingar uttan samleika ella við rongum samleika, mugu als ikki koma fyri. 5) Tá ið eitt skip er í einari føroyskari havn, skal radiðútbúnaðurin umborð einans nýtast til neyðsamskifti. Undantikið herfrá er: a) Útgerð til fylgisveinajørðstøðir b) VHF-radioútbúnaður, c) Radioútbúnaður til innanhýsis samskifti umborð. 6) Radiofrekvensirnir 1F (155,625 MHz), 2F (155,775 MHz) og 3F (155,825 MHz) til innanskips samskifti í fiskiskipum (skrásett við havnanummar) kunnu einans verða nýttir í skandinaviskum sjóøki. 7) Radiofrekvensirnir 1L (155,500 MHz) og 2L (155,525 MHz) til innanskipssamskifti í stuttleikaførum, kunnu einans verða nýttir í skandinaviskum sjóøki. Prógv, ið geva loyvi til at nýta radioútbúnað, eru merkt við “X” í yvirlitinum niðanfyri: Radioútbúnaður Slag av prógvi GOC ROC GEN LRC BEG SRC TLG VHF-telefoni X X X X X X X MF-telefoni X X X (X) X HF-telefoni X X X (X) X VHF-telefoni við DSC X X X X MF-telefoni við DSC X X HF-telefoni við DSC X X HF-telex X X X EPIRB (neyðradioviti) X X X X X X SART (radiotranspondari) X X X X X X Fylgisveinajørðstøðútgerð X (X) Telegrafi X (X) = tilval Fylgjandi styttingar er nýttar í prógvum til siglingarradiotænastum: 1) Vanligt prógv sum radiooperatørur í GMDSS (GOC). 2) Avmarkað prógv sum radiooperatørur í GMDSS (ROC). 3) Vanligt prógv sum radiotelefonistur (GEN). 4) Prógv, sum gevur rætt til at nýta MF-, HF- og VHF-radioútbúnað (LRC). 5) Avmarkað prógv sum radiotelefonistur (BEG). 6) Prógv sum gevur rætt til at nýta siglingar VHF-radioútbúnað (SRC). 7) Radiotelegrafistprógv (TLG). Fjarskiftiseftirlitið ásetur krøv til royndir, sum geva prógv til GOC, ROC, LRC og SRC, ið geva rætt til nýtslu av radioútbúnaði í siglingarradiotænastuni. Skjal 2 Radiofrekvensir til loftferðslu radiotænastur, ið kunnu nýtast uttan einstaklingaloyvi í loftførum sambært § 3, stk. 1 1. Radiofrekvensir í loftferðslu tænastum 1.1. MF/HF OR 1.1.1. Frekvensbond: 3025-3155 kHz 5680-5730 kHz 13,200-13,260 MHz 3800-3950 kHz 6685-6765 kHz 15,010-15,100 MHz 4700-4850 kHz 8965-9040 kHz 17,970-18,030 MHz 5450-5480 kHz 11,175-11,275 MHz 23,200-23,350 MHz 1.2. MF/HF R 1.2.1. Frekvensbond: 2850-3025 kHz 6525-6685 kHz 13,260-13,360 MHz 3400-3500 kHz 8815-8965 kHz 17,900-17,970 MHz 4650-4700 kHz 10,005-10,100 MHz 21,924-22,000 MHz 5480-5680 kHz 11,275-11,400 MHz 1.3. VHF 1.3.1. Radiofrekvensir: 117,975-137,000 MHz 1.4. ELT 1.4.1. Radiofrekvensir: 121,5 MHz 243,0 MHz 406,0-406,1 MHz (COSPAS-SARSAT) 1.4.2. Radiomarkamót: Nr. 00 042, sambært kunngerð um radiomarkamót. 1.4.3. Avmarkingar í nýtslu: Útgerð til neyðradio í frekvensøkinum 406,0-406,1 MHz skal ikki nýtast á landi. 1.5. Fylgisveinar 1.5.1. Radiofrekvensir: 1626,5-1660,5 MHz (sendari) 1525,0-1559,0 MHz (móttakari) 1.6. Radioútbúnaður til staðfesting (radari) 1.6.1. Radiofrekvensir: 960-1215 MHz 5255-5470 MHz 13,25-13,40 GHz 1215-1260 MHz 5725-5830 MHz 24,05-24,25 GHz 2700-2900 MHz 8500-9200 MHz 45,50-47,00 GHz 3100-3400 MHz 9300-9800 MHz 59,00-64,00 GHz 4200-4400 MHz (hæddarmátarar) 1.7. Tráðleysur útbúnaður til flogfør (Wireless avionics intra-communication systems) 1.7.1. Radiofrekvensir: 4200-4400 MHz 2. Krøv og avmarkingar Fyri nýtslu av teimum nevndu radiofrekvensum í nr. 1, eru fylgjandi krøv og avmarkingar galdandi: 1) Nýtsla av radiofrekvensum, sum er nevndir í broti 1.1. til 1.4., krevur galdandi kallitekin og samleikanummar, sum er útflýggjað av Fjarskiftiseftirlitinum, skrásetingarnavnið á loftfarinum, eitt samleikanavn sett saman av kallitekin hjá loftferðslufelagnum og rutunummari hjá loftfarinum ella tað landafrøðiliga navnið á landastøðini ella navnið á flogvøllinum. 2) Nýtsla av radiofrekvensum, sum eru nevndir í broti 1.1. til 1.4., til loftferðslu radiotænastur í ultraløttum loftførum og sveimloftførum, undir hesum motorrikin sveimloftfør og flogskíggjar, kunnu einans verða nýttir við einum eyðmerkingarnummari frá Fjarskiftiseftirlitinum. 3) Radiofrekvensir, sum eru nevndir í broti 1.1. til 1.4., mugu bert verða nýttir av persónum, sum hava galdandi prógv, ið er góðkent til nýtslu av radioútbúnaði, ella undir eftirliti av einum persóni, sum hevur galdandi prógv, ið er góðkent til nýtslu av radioútbúnaðinum, sambært niðanfyri nevnda yvirlitið. Nýtsla av radiofrekvensum til samskifti millum loftferðslufelagið og loftfarið, á tí til endamálið ávísta radiofrekvensi (operational control), eru undantiknir krøvunum um prógv sambært vegleiðing fyri Airline Company VHF Operational Station, útgivið av Trafikstyrelsen. 4) Radioútbúnður skal einans nýtast við minstu senduorku, sum er neyðug fyri at tryggja eitt trygt samskifti. 5) Tað mugu ikki sendast følsk, villleiðandi ella óneyðug boð. Útvarpingar ella sendingar uttan samleika ella við rongum samleika mugu als ikki koma fyri. 6) Tá ið eitt flogfar er á føroyska flogvøllinum, skal radiðútbúnaðurin umborð einans nýtast til neyðsamskifti. Undantikið herfrá er: a) Útgerð til fylgisveinajørðstøðir. b) Samskifti við viðkomandi jørðstøð ella, um hendan ikki er mannað, samskifti við loftfør, avgreiðslu (handling agency) ella við flogfeløg (operational control). c) Virkisroyndir eftir loyvi frá eftirlitstorninum er treyta av, at royndin ikki er til ampa fyri annað samskifti. Prógvið gevur atgongd til nýtslu av radioútbúnaði, sum lýst við “x” í skemanum niðanfyri: Radioútbúnaður Slag av prógvi GEN BEG N-BEG N-JOR VHF-telefoni X X X X *) HF-telefoni X Nødradioudstyr X X X X *) Satellitudstyr X X *) Prógvið gevur somuleiðis rætt til at royndarkoyra HF-radioútgerð og neyðradioútgerð á landi. Fylgjandi styttingar eru nýttar í prógvum til loftferðslu radiotænastur: 1) Vanligt prógv sum loftferðslu-radiotelefonistur (GEN). 2) Avmarkað prógv sum loftferðslu-radiotelefonistur (BEG). 3) Tjóðskapar avmarkað prógv sum loftferðslu-radiotelefonistur (N-BEG). 4) Tjóðskapar avmarkað prógv til loftferðslu-radioútbúnað á landi (N-JOR). Skjal 3 Radiofrekvensir til loftferðslutænastur, sum kunnu nýtast uttan einstaklingaloyvi í jarðstaddum loftferðsluradiotænastum, sambært § 3, stk. 3 1. Radiofrekvensir í loftferðsluradiotænastum 1.1. Frekvensbond: 74,8-75,2 MHz 2700-2900 MHz 108,0-137,0 MHz 13,25-13,40 GHz 328,6-335,4 MHz 15,40-15,70 GHz 960-1215 MHz 2. Krøv og avmarkingar Fyri nýtslu av teimum nevndu radiofrekvensunum í nr. 1, eru fylgjandi krav og avmarking galdandi: 2.1. Nýtsla av radiofrekvensum í jørðstaddum radioskipanum í loftferðslutænastum, kunnu fara fram uttan einstaklingaloyvi, um tann radioskipan, ið nýtt verður, hevur tøkniliga góðkenning frá Fjarskiftiseftirlitinum. Skjal 4 Radiofrekvensir til áhugavarpararadiotænastuna og áhugavarpararadiofylgisveinatænastuna, sum kann nýtast uttan einstaklingaloyvi sambært § 4 1. Radiofrekvensbond og sendistyrkir 1.1. Áhugavarpararadiotænastur – mannaður radioútbúnaður: Í skemanum niðanfyri er tilskilað, hvørji frekvensbond og hvør sendistyrki, sum prógvini í bólkunum A, B og D hava atgongd til at nýta. Radiofrekvensbond Próvbólkur Bólkur A Bólkur B Bólkur D 135,7-137,8 kHz 1 W 1 W 0 472-479 kHz 1 W 1 W 0 1810-1850 kHz 1000 W 100 W 0 1850-2000 kHz 10 W 10 W 0 3500-3800 kHz 1000 W 100 W 0 5250-5450 kHz 1000 W 100 W 0 7000-7200 kHz 1000 W 100 W 0 10,1000-10,1500 MHz 1000 W 100 W 0 14,0000-14,3500 MHz 1000 W 100 W 0 18,0680-18,1680 MHz 1000 W 100 W 0 21,0000-21,4500 MHz 1000 W 100 W 0 24,8900-24,9900 MHz 1000 W 100 W 0 28,0000-29,7000 MHz 1000 W 100 W 0 50,0000-52,0000 MHz 1000 W 100 W 50 W 69,8875-70,0625 MHz 25 W 25W 25 W 70,0875-70,1125 MHz 25 W 25W 25 W 70,1375-70,5125 MHz 25 W 25W 25 W 144-146 MHz 1000 W 100 W 50 W 432-438 MHz 1000 W 100 W 50 W 1240-1300 MHz 250 W 100 W 50 W 2400-2450 MHz 250 W 100 W 0 3400-3410 MHz 250 W 100 W 0 5650-5850 MHz 250 W 100 W 0 10,00-10,50 GHz 250 W 100 W 0 24,00-24,25 GHz 250 W 100 W 0 47,0-47,2 GHz 250 W 100 W 0 76,0-81,5 GHz 250 W 100 W 0 122,25-123,00 GHz 250 W 100 W 0 134-141 GHz 250 W 100 W 0 241-250 GHz 250 W 100 W 0 1.2. Áhugavarpararadiotænastur – ómannaður áhugavarpararadiobeacons Radiofrekvensbond Próvbólkur Bólkur A og B Bólkur D 28,201-28,300 MHz 100 W 0 50,000-50,010 MHz 100 W 50 W 50,400-50,500 MHz 100 W 50 W 70,0000-70,0625 MHz 25 W 25 W 70,0875-70,1000 MHz 25 W 25 W 144,400-144,490 MHz 100 W 50 W 432,400-432,490 MHz 100 W 50 W 1296,800-1296,990 MHz 100 W 50 W 2400,800-2400,990 MHz 100 W 0 3400,800-3400,990 MHz 100 W 0 5760,800-5760,990 MHz 100 W 0 10,36800-10,36899 GHz 100 W 0 24,04800-24,04899 GHz 100 W 0 24,19200-24,19400 GHz 100 W 0 47,0-47,2 GHz 100 W 0 76,0-81,5 GHz 100 W 0 134-141 GHz 100 W 0 241-250 GHz 100 W 0 1.3. Áhugavarpararadiotænastur – ómannaðar talgildar støðir (áhugavarpara radiodigipeateres og teldupostar o.a.) Radiofrekvensbond Próvbólkur Bólkur A og B Bólkur D 29,200-29,300 MHz 100 W 0 50,61375-50,75625 MHz 100 W 50 W 144,79375-144,96825 MHz 100 W 50 W 432,50625-432,59375 MHz 100 W 50 W 433,61875-433,79375 MHz 100 W 50 W 434,44375-434,48750 MHz 100 W 50 W 1240,000-1241,000 MHz 100 W 50 W 1298,500-1299,975 MHz 100 W 50 W 2411,000-2415,000 MHz 100 W 0 2446,000-2450,000 MHz 100 W 0 5670,000-5700,000 MHz 100 W 0 10,000-10,150 GHz 100 W 0 10,250-10,350 GHz 100 W 0 24,050-24,192 GHz 100 W 0 24,194-24,250 GHz 100 W 0 47,0-47,2 GHz 100 W 0 76,0-81,5 GHz 100 W 0 134-141 GHz 100 W 0 241-250 GHz 100 W 0 1.4. Áhugavarpararadiotænastur – ómannaðar áhugavarpararadioendurvarparar (repeatarir) Radiofrekvensbond Prógvbólkur Bólkur A og B Bólkur D 29,615-29,695 MHz 1) 5) 100 W 0 51,80375-51,99625 MHz 2) 6) 100 W 50 W 70,4875-70,5125 MHz 3) 6) 25 W 25 W 145,56875-145,79375 MHz 3) 7) 100 W 50 W 434,50625-434,59375 MHz 3) 7) 100 W 50 W 434,59375-434,99375 MHz 3) 7) 100 W 50 W 1296,9875-1297,4875 MHz 4) 8) 100 W 50 W 2410-2411 MHz 100 W 0 2445-2446 MHz 100 W 0 5720-5760 MHz 100 W 0 5762-5790 MHz 100 W 0 10,150-10,250 GHz 100 W 0 10,350-10,368 GHz 100 W 0 10,370-10,450 GHz 100 W 0 24,050-24,192 GHz 100 W 0 24,194-24,250 GHz 100 W 0 47,0-47,2 GHz 100 W 0 76,0-81,5 GHz 100 W 0 134-141 GHz 100 W 0 241-250 GHz 100 W 0 1) Rásfrástøða 10 kHz. 2) Rásfrástøða 20 kHz. 3) Rásfrástøða 12,5 kHz. 4) Rásfrástøða 25 kHz. 5) Samsvarandi móttakarafrekvensur: -100 kHz. 6) Samsvarandi móttakarafrekvensur: -600 kHz. 7) Samsvarandi móttakarafrekvensur: -2,0 MHz. 8) Samsvarandi móttakarafrekvensur: -6,0 MHz. 1.5. Áhugavarpararadiotænastur – mannaðar radioútbúnaður Radiofrekvensbond Prógvbólkur Bólkur A Bólkur B Bólkur D 7000-7100 kHz 1000 W 100 W 0 14,0000-14,2500 MHz 1000 W 100 W 0 18,0680-18,1680 MHz 1000 W 100 W 0 21,0000-21,4500 MHz 1000 W 100 W 0 24,8900-24,9900 MHz 1000 W 100 W 0 28,0000-29,7000 MHz 1000 W 100 W 0 144-146 MHz 1000 W 100 W 50 W 435-438 MHz 1000 W 100 W 50 W 1260-1270 MHz 250 W 100 W 50 W 2400-2450 MHz 250 W 100 W 0 3400-3410 MHz 250 W 100 W 0 5660-5670 MHz 250 W 100 W 0 10,45-10,50 GHz 250 W 100 W 0 24,00-24,05 GHz 250 W 100 W 0 47,0-47,2 GHz 250 W 100 W 0 76,0-81,5 GHz 250 W 100 W 0 134-141 GHz 250 W 100 W 0 241-250 GHz 250 W 100 W 0 2. Sendistyrki Við sendistyrki skal skiljast spíðssendistyrki (PEP), sum er tann hægsta miðalorkan, sum sendarin yvir eitt tíðarskeið av HF-signalinum gevur til eina endurvarpsfría last á 50 ohm fyri sendarar við óbalanseraðum útgangi, og 300 ohm ella 600 ohm fyri sendarar við balanseraðum útgangi. Styrkin verður mátað við einum spíðsvísandi orkumátara á tí staði, har antennan (antennukápilin) ella antennutjúnarin, er íbundin síðsta stigi á sendarinum. Orkumátarin, sum verður nýttur, skal hava so stóra bandbreidd, at hann kann máta allar avspeglingar av sendisignalinum í tí viðkomandi radiofrekvensbandi, sum er avsett til áhugavarpararadio- og áhugavarpara radiofylgisveinatænastuna. Við sendara, har sendistyrkin er ávirkað av modulatiónsignalinum, verður sendistyrkin máta við mestu modulatión av sendaranum, sum er ætlað fyri viðkomandi sendaraslag mett av Fjarskiftiseftirlitinum. Í radiofrekvensbandinum 135,7-137,8 kHz skal sendiorkan skiljast, sum tann útstrálaða orkan (ERP), sum er tann tilflutta spíðssendistyrkin, sum verður leidd til antennuna faldað við virkningsgradini fyri antennuni (antennu-gain). Somu avmarkingar eru galdandi fyri stig, sum hava møguliga tilsetta styrki. 3.0. Krøv og avmarkingar 3.1. Krøv viðvíkjandi kallisignalum og prógv Fyri nýtslu av teimum nevndu radiofrekvensunum í nr. 1, eru fylgjandi krøv viðvíkjandi kallisignalum og prógv galdandi: 1) Nýtsla av radiofrekvensum krevur kallitekin, sum er útflýggjað av Fjarskiftiseftirlitinum, sambært § 18. Kallitekni skal verða útvarpað við byrjan og enda av hvørjum samskifti, og í minsta lagið 10. hvønn minutt, so leingi samskiftið er virkið. 2) Radiofrekvensir, sum eru nevndir við einari hægstu sendistyrki í nr. 1, mugu einans verða nýttir av persónum, sum hava galdandi prógv sambært § 14. 3) Persónar, sum hava prógv til próvbólk B, kunnu tó uttan mun til avmarkingarnar í nr. 1.1. og 1.5. nýta eina sendistyrki, sum er ásett fyri próvbólk A, um so er, at teir eru undir eftirliti av persóni við prógvi til próvbólk A. 4) Eisini kunnu persónar, sum hava prógv til próvbólk D uttan mun til avmarkingarnar í nr. 1.1., 1.5. og 3.1., nr. 5, nýta frekvensir, sendistyrki og útgerð, sum er ásettar fyri próvbólk B ávikavist próvbólk A, um so er, at teir eru undir eftirliti av persóni við prógvi til próvbólk B ávikavist próvbólk A. 5) Persónar, ið ikki hava eitt galdandi prógv, kunnu røkja eina radioáhugastøð, sum hoyrir til ein løgfrøðiligan persón (áhugafeløg v.m.), um nýtslan fer fram undir eftirliti av persóni, sum eftir § 18, stk. 1, síðsta pkt., hevur ábyrgdina av nýtsluni av radiofrekvensunum. Tann persónur, ið hevur ábyrgdina, kann í samband við eftirlitið, lata seg umboða av einum persóni, ið hevur galdandi áhugavarparaprógv á minst sama støðið, sum tann persónur, ið hevur ábyrgdina. 3.2. Avmarkingar í útsendu signalspektralbreiddini. Fyri nýtslu av teimum í nr. 1 nevndu frekvensbondum, eru fylgjandi avmarkingar galdandi fyri spektralbreiddina í tí útsenda signalinum: 1) Í frekvensbandinum undir 1810 kHz, skal spektralbreiddin hjá sendarinum ikki fara upp um 2,1 kHz. 2) Í frekvensbandinum millum 1810 kHz og 30 MHz, skal spektralbreiddin hjá sendarinum ikki fara upp up 8 kHz. 3) Í frekvensbandinum millum 50 og 146 MHz skal spektralbreiddin hjá sendarinum ikki fara upp um 16 kHz. 4) Í frekvensbandinum yvir 146 MHz, skal spektralbreiddin hjá sendarinum ikki fara upp um viðkomandi bandbreidd hjá áhugavarparanum. 5) Viðvíkjandi ómannaðum áhugavarpara radiobeacons, áhugavarpara radiodigipeateres og mailbokses við meira og áhugavarpara radiorepeatarar, skal spektralbreiddin verða tillagað tí rásfrástøðu, sum viðkomandi radiofrekvensband ásetur. Spektralbreiddin verður máta við einum spísvísandi spektrumgreinara við fullari modulatión av sendarinum við einum umboðandi modulatiónssignali eftir meting frá Fjarskiftiseftirlitinum. Spektralbreiddin hjá tí útsenda signalinum í frekvensbandinum upp til 146 MHz skal skiljast sum breiddin av tí útsenda signalinum mátað millum tey punktini, har signalið er minkað 6 dB í mun til spíðssendistyrkina (PEP). Í frekvensbandinum yvir 146 MHz skal tað útsenda signalið, sum er eina spektralbreidd frá loyvda bandmarkinum, verða dempað minst 60 dB í mun til spíðssendistyrkina (PEP). Við tí útsendu signalspektralbreidd fyri radiofrekvensbandið omanfyri 146 MHz, skal skiljast sum tann spektrabreidd av tí útsenda signalinum mátað millum tey punktini, har signalið er dempað 60 dB í mun til spíðssendistyrkina (PEP). 3.3. Onnur krøv og avmarkingar Fyri at nýta tey nevndu frekvensbond í nr. 1, eru eisini fylgjandi krøv og avmarkingar galdandi: 1. Tað skal bert skapast samband við aðra radioútgerð í áhugavarparatænastuni og áhugavarpararadiofylgisveinatænastuni. 2. Radiofrekvensir skulu einans nýtast til samskifti av boðum sambært nr. 1.56 í altjóða radioreglugerðini hjá ITU, og til viðmerkingar av persónligum eyðkenni. 3. Radiosamskifti kann verða stovna við áhugavarparastøðir í øðrum londum sambært ásetingunum í altjóða radioreglugerðini hjá ITU. 4. Í altjóða høpi og við nýtslu av frekvensbondum í mun til nr. 1.4. og 1.5. skal samskifti ikki verða krypterað. Tað skal nýtast ein klárur taliháttur, morsing ella talgilt samskifti, sum nýtir vanligar atkomuligar protokollir og skráir. Skjal 5 Radiofrekvensir til aðrar tænastur, sum kunnu nýtast uttan einstaklingaloyvi sambært § 5. Innihald: 1. Nýtsluterminalar (CPE) í einum Fixed Wireless Access (FWA), sum er knýttur at einum FWA-neti 2. Nýtsluterminalar, sum eru knýttir at einum tráðleysum samskiftisneti 3. Talgildir land flytiligir radioterminalar, herundir TETRA, sum er undir eftirliti av einum talgildum land flytiligum neti 4. Intelligentur ferðsluútbúnaður (ITS) 5. Jørðstøðir umborð á skipum (ESV- Earth Stations on board Vessels) 6. Jørðstøðir umborð á flogførum (AES – Aircraft EarthStations) 7. Jørðstøðir á flytiligum pallum (ESOMPs – Earth Stations On Mobile Platforms, ESIM – Earth Stations In Motion) 8. Jørðstøðir (fastar) 9. Stuttrøkkandi radioútgerð til akfør 10. Stuttrøkkandi radaraútgerð til rotorloftfør 11. Lágorku radioútbúnaður við innbygdari- ella sjálvstøðugari antennu 12. Lágorku radioútbúnaður við spolaskaptari antennu 13. Lágorku radioútbúnaður (upp til 500 mW) til dátusamskiftisendamál 14. Lágorku radioútbúnaður til fjarstýring 15. Lágorku radioútbúnaður til fjarstýring av modellum 16. Lágorku radioútbúnaður til sending av breiðbandsdátum 17. Lágorku radioútbúnaður til yvirførslu av audiosignalum, undir hesum PMSE-ljóðútbúnað 18. Læknafrøðilig implantat 19. Meteor Scatter terminalar, sum eru undir eftirlitið av einum Meteor Scatter-neti. 20. Mikrobylgju útbúnaður 21. Flytiligt samskifti umborð á loftførum (MCA) 22. Flytiligt samskifti umborð á skipum (MCV) 23. Mátisendarar 24. NNR (Nuclear Magnetic Resonance) 25. Persónsávaringar 26. PMR 446 (samgildur og talgildur) 27. 27 MHz CB-radioútbúnaður (Citizens´ Band) 28. Radioútbúnaður til at stýra tjóðarí-ávaringum í akførum 29. Radiofrekvens eyðmerking (RFID) 30. Radioútbúnaður í fríari umferð 31. TTT (Transport & Traffic Telematics) 32. Fylgisveinaterminalar í føstu fylgisveinatænastuni, undir hesum VSAT og SNG 33. Terminalar í tí flytiligu fylgisveinatænastuni 34. Tráðleysar telefonir (DECT) 35. UWB (Ultra Wide Band) sum heild 36. UWB (Ultra Wide Band) til stigmátingar (LPR – Level Probing Radar) Avmarkingarnar til nr. 1-36 skulu yvirhaldast við nýtslu av radiofrekvensunum. 1. Nýtsluterminalar (CPE) í einum Fixed Wireless Access (FWA), sum er knýttur at einum FWA-neti 1.1 Frekvensbond: 3800,000-4200,000 MHz 15,230-15,350 GHz 5925,000-8500,000 MHz 27,500-29,500 GHz 10,150-10,300 GHz 31,000-31,300 GHz 10,500-10,650 GHz 31,800-33,400 GHz 12,750-13,250 GHz 37,500-39,500 GHz 14,500-14,620 GHz 1.2. Radiomarkamót: Nr. 00 073, sambært kunngerð um radiomarkamót. 1.3. Avmarkingar í nýtslu: ERP má ikki fara upp um 55 dBW í teimum frekvensbondum, sum eisini verða nýtt til fylgisveinatænastur. 2. Nýtsluterminalar, sum eru knýttir at einum tráðleysum samskiftisneti 2.1. Frekvensbond: 409,9875-430 MHz (sendari/móttakari) 1710-1785 MHz (serliga sendari) 452,5-457,5 MHz (sendari) 1805-1880 MHz (serliga móttakari) 462,5-467,5 MHz (móttakari) 1900-1920 MHz (sendari/móttakari) 703-733 MHz (serliga sendari) 1920-1980 MHz (sendari) 733-736 MHz (sendari) 2110-2170 MHz (móttakari) 738-758 MHz (móttakari) 2300-2400 MHz (sendari/móttakari) 758-788 MHz (serliga sendari) 2500-2570 MHz (serliga sendari) 788-821 MHz (móttakari) 2570-2620 MHz (sendari/móttakari) 832-862 MHz (sendari) 2620-2690 MHz (serliga móttakari) 880-915 MHz (serliga sendari) 3400-3800 MHz(sendari/móttakari) 925-960 MHz (serliga móttakari) 24,25-27,5 GHz (sendari/móttakari) 1427-1517 MHz (móttakari) 40,5-43,5 GHz (sendari/móttakari) 791-821 MHz (móttakari) 3. Talgildir land flytiligir radioterminalar, herundir TETRA, sum er undir eftirliti av einum talgildum land flytiligum neti 3.1. Radiofrekvensir: 380,15-384,80 MHz (sendari) 390,15-394,75 MHz (móttakari) 3.2. Radiomarkamót: Nr. 00 047, sambært kunngerð um radiomarkamót. 4. Intelligentur ferðsluútbúnaður (ITS) 4.1. Radiofrekvensir: 5,855-5,915 GHz (infrakervi til akfør) 5,855-5,935 GHz (akfør til infrakervi og akfør til akfør) 63,72-65,88 GHz Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 4.2. Radiomarkamót: Nr. 00 061 og nr. 00 062, sambært kunngerð um radiomarkamót. 5. Jørðstøðir umborð á skipum (ESV- Earth Stationson board Vessels). 5.1. Radiofrekvensir: 3700-4200 MHz (móttakari) 12,50-12,75 GHz (móttakari) 5925-6425 MHz (sendari) 14,00-14,50 GHz (sendari) 10,70-11,70 GHz (móttakari) Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 5.2. Avmarkingar í nýtsluni: 5925-6425 MHz 14,00-14,50 GHz Minsta ummál á ESV-antennuni 2,4 m 0,6 m Sporingsneyvleiki av ESV-antennuni ± 0,2° ± 0,2° Hægsta EIRP spektrum móti havsbrúnni 17 dB(W/MHz) 12,5 dB(W/MHz) Hægsta EIRP móti havsbrúnni 20,8 dBW 16,3 dBW EIRP spektraltættleiki uttanfyri høvuðsstrálina, skal vera í samsvari við niðanfyri nevndu virðir: 5925-6425 MHz 14,00-14,50 GHz Vinkul uttanfyri høvuðsstrálina Mesta e.i.r.p. (dBW) í hvørjum 4 kHz bandi Mesta e.i.r.p. (dBW) í hvørjum 40 kHz bandi 2° ≤ φ ≤ 7° (32-25 log φ) (33-25 log φ) 7° < φ ≤ 9,2° 11 12 9,2° < φ ≤ 48° (35-25 log φ) (36-25 log φ) 48° < φ ≤ 180° -7 -6 6. Jørðstøðir umborð á flogførum (AES – Aircraft Earth Stations). 6.1. Radiofrekvensir 10,70-12,75 GHz (móttakari) 12,75-13,25 GHz (móttakari) 14,00-14,50 GHz (sendari) Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 6.2. Radiomarkamót Nr. 00 075, sambært kunngerð um radiomarkamót. 7. Jørðstøðir á flytiligum pallum (ESOMPs – Earth Stations On Mobile Platforms, ESIM – Earth Stations In Motion) 7.1. Frekvensbond: 10,70-12,75 GHz (móttakari) 27,5000-27,8285 GHz (sendari) 14,00-14,50 GHz (sendari) 28,4445-28,9485 GHz (sendari) 17,30-20,20 GHz (móttakari) 29,4525-30,0000 GHz (sendari) Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 7.2. Radiomarkamót Nr. 00 058, sambært kunngerð um radiomarkamót. 8. Jørðstøðir (fastar) 8.1. Frekvensbond: 10,70-12,75 GHz (móttakari) 27,5-27,8285 GHz (sendari) 14,00-14,50 GHz (sendari) 28,4445-28,9485 GHz (sendari) 17,30-20,20 GHz (móttakari) 29,4525-29,5 GHz (sendari) Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 8.2. Radiomarkamót: Nr. 00 058, sambært kunngerð um radiomarkamót. 9. Stuttrøkkandi radaraútgerð til akfør. 9.1. Frekvensbond: 21,65-26,65 GHz 77-81 GHz Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 9.2. Radiomarkamót: Nr. 00 054 fyri frekvensbandið 77–81 GHz og nr. 00 055 fyri frekvensbandið 21,625–26,625 GHz sambært kunngerð um radiomarkamót. 10. Stuttrøkkandi radaraútgerð til rotorloftfør 10.1. Frekvensbond: 76-77 GHz Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 10.2. Radiomarkamót Nr. 00 074, sambært kunngerð um radiomarkamót. 10.3. Avmarkingar í nýtsluni: Frekvensnýtslan er avmarkað til mannaði rotorloftfør, har prógvnágreining CS-27 ella CS-29 er galdandi. 11. Lágorku radioútbúnaður við innbygdari- ella sjálvstøðugari antennu 11.1. Frekvensbond: 457 kHz 138,200-138,450 MHz 2400,0-2500,0 MHz 6,765-6,795 MHz 138,650 MHz 5725-5875 MHz 13,553-13,567 MHz 169,4000-169,8125 MHz 24,00-24,25 GHz 26,957-27,283 MHz 433,050-434,790 MHz 57-64 GHz 40,660-40,700 MHz 862,000-876,000 MHz 122-123 GHz 49,500-50,000 MHz 915,000-921,000 MHz 244-246 GHz Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 11.2. Radiomarkamót: Nr. 00 032, sambært kunngerð um radiomarkamót. 12. Lágorku radioútbúnaður við spolaskapaðum antennum 12.1. Frekvensbond: 100 Hz – 30 MHz Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 12.2. Radiomarkamót: Nr. 00 008, sambært kunngerð um radiomarkamót. 13. Lágorku radioútbúnaður (upp til 500 mW) til dátusamskiftisendamál 13.1. Radiofrekvensir: 433,950 MHz 444,450 MHz 434,000 MHz 444,550 MHz 434,050 MHz Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 13.2. Radiomarkamót: Nr. 00 004, sambært kunngerð um radiomarkamót. 14. Lágorku radioútbúnaður til fjarstýring. 14.1. Radiofrekvensir: 30,120 MHz 30,920 MHz 445,825 MHz 30,380 MHz 31,300 MHz 445,850 MHz 30,420 MHz 445,125 MHz 445,875 MHz 30,880 MHz 445,675 MHz Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 14.2. Radiomarkamót: Nr. 00 005, sambært kunngerð um radiomarkamót. 15. Lágorku radioútbúnaður til fjarstýring av modellum. 15.1. Radiofrekvensir: 26,995 MHz 35,150 MHz 40,865 MHz 27,045 MHz 35,160 MHz 40,875 MHz 27,095 MHz 35,170 MHz 40,885 MHz 27,145 MHz 35,180 MHz 40,915 MHz 27,195 MHz 35,190 MHz 40,925 MHz 27,255 MHz 35,200 MHz 40,935 MHz 35,000 MHz 35,210 MHz 40,965 MHz 35,010 MHz 35,220 MHz 40,975 MHz 35,020 MHz 40,665 MHz 40,985 MHz 35,030 MHz 40,675 MHz 433,575 MHz 35,040 MHz 40,685 MHz 433,625 MHz 35,050 MHz 40,695 MHz 433,675 MHz 35,060 MHz 40,715 MHz 433,725 MHz 35,070 MHz 40,725 MHz 433,775 MHz 35,080 MHz 40,735 MHz 433,825 MHz 35,090 MHz 40,765 MHz 433,875 MHz 35,100 MHz 40,775 MHz 433,925 MHz 35,110 MHz 40,785 MHz 433,975 MHz 35,120 MHz 40,815 MHz 434,025 MHz 35,130 MHz 40,825 MHz 35,140 MHz 40,835 MHz Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 15.2. Radiomarkamót: Nr. 00 006, sambært kunngerð um radiomarkamót. 15.3. Avmarkingar í nýtslu: Frekvensirnir 35,000 – 35,220 MHz kunnu bert nýtast til modellflogfør. 16. Lágorku radioútbúnaður til sending av breiðbandsdátum 16.1. Radiofrekvensir: 863-868 MHz 5470,0-5875,0 MHz 915,8-919,4 MHz 5945-6425 MHz 2400,0-2483,5 MHz 57-71 GHz 5150,0-5350,0 MHz Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 16.2 Radiomarkamót: Nr. 00 020 og 00 007, sambært kunngerð um radiomarkamót. 17. Lágorku radioútbúnaður til yvirførslu av audiosignalum, undir hesum PMSE-ljóðútbúnað 17.1. Frekvensbond: 100-9000 Hz 39,0000 MHz 173,4650 MHz 32,0000 MHz 39,4000 MHz 173,6400 MHz 32,4000 MHz 87,5-108,0 MHz 173,6950 MHz 35,8000 MHz 138,2500 MHz 173,8125 MHz 36,2000 MHz 138,7000 MHz 173,8250 MHz 36,5000 MHz 138,8000 MHz 173,9625 MHz 36,7000 MHz 139,0500 MHz 173,965-216 MHz 36,9000 MHz 139,7500 MHz 470-695 MHz 37,1000 MHz 141,7650 MHz 695-703 MHz 37,3000 MHz 142,0700 MHz 823-832 MHz 37,5000 MHz 169,4000-169,4750 MHz 863-865 MHz 37,7000 MHz 169,4875-169,5875 MHz 1656,5-1660,5 MHz 37,9000 MHz 169,8250 MHz 1785-1805 MHz 38,8000 MHz 173,4000 MHz Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 17.2. Radiomarkamót: Nr. 00 025, sambært kunngerð um radiomarkamót. 17.3. Avmarkingar í nýtsluni: 1) Frekvensbondini 169,4000-169,475 MHz, 169,4875-169,5875 MHz, 169,8250-173,9625 MHz, 173,9625-174 MHz og 1656,5-1660,5 MHz skulu einans nýtast í radioútbúnaði til nýtslu fyri hoyritarnaði. 2) Radiofrekvensir í frekvensbandinum 470-695 MHz skal einans nýtast til tráðleysan PMSE-ljóðútbúnað, tá ið fylgjandi treytir eru loknar: a) Nýtslan av radiofrekvensum, sum liggur innanfyri øki til eina sjónvarpsrás (8 MHz bondbreidd) og 1 MHz á hvørjari síðu av sjónvarpsrásini, skal ikki verða tættari enn 25 km frá tillutaða økinum hjá sjónvarpsrásini til talgilt sjónvarp. b) Nýtslan av radiofrekvensum, sum liggur innanfyri øki til eina sjónvarpsrás (8 MHz bondbreidd) og 1 MHz á hvørjari síðu av sjónvarpsrásini, skal verða 25 km frá hjálpisendarum við sjálvstøðugum sendifrekvensum (umsetarum) til talgilt sjónvarp og sjónvarssendarar til sjónvarpsendamál á staðnum v.m. c) Nýtslan av radiofrekvensum, sum liggur innanfyri øki til eina sjónvarpsrás (8 MHz bondbreidd) og 1 MHz á hvørjari síðu av sjónvarpsrásini, skal verða 10 km frá sjónvarpssendarum til eitt tíðaravmarkað endamál, sum t.d. festivalsjónvarp og líknandi. 18. Læknafrøðilig implantat 18.1. Radiofrekvensir: 9-315 kHz 430-440 MHz 30,0-37,5 MHz 2483,5-2500,0 MHz 401-406 MHz Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 18.2 Radiomarkamót: Nr. 00 023, sambært kunngerð um radiomarkamót. 19. Meteor Scatter terminalar, sum eru undir eftirlitið av einum Meteor Scatter-netið. 19.1. Radiofrekvensir: 39,025 MHz 39,125 MHz 39,050 MHz 39,150 MHz 39,075 MHz 39,175 MHz 39,100 MHz 19.2. Radiomarkamót: Nr. 00 050, sambært kunngerð um radiomarkamót. 20. Mikrobylgju útbúnaður. 20.1. Radiofrekvensir: 2400,00-2483,50 MHz 17,1-17,3 GHz 4500-7000 MHz 24,05-27,00 GHz 8,50-10,60 GHz 57-64 GHz 13,40-14,00 GHz 75-85 GHz Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 20.2. Radiomarkamót: Nr. 00 031, sambært kunngerð um radiomarkamót. 21. Flytiligt samskifti umborð á flogførum (MCA). 21.1. Frekvensbond: 1710-1785 MHz (móttakari) 1920-1980 MHz (móttakari) 1805-1880 MHz (sendari) 2110-2170 MHz (sendari) 21.2. Avmarkingar í nýtsluni: Nýtslan av frekvensum til flytiligt samskifti umborð á loftførum (MCA) skal fara fram sambært (EU) 2016/2317 frá 16. desembur 2016 um broyting 2008/294/EF og 2013/654/EU við ætlan um at gera raksturin af flytiligum samskiftistænastum umborð á flogførum (MCA-tænastur) einfaldari. 22. Flytiligt samskifti umborð á skipum (MCV) 22.1. Radiofrekvensir: 880-915 MHz (móttakari) 1920-1980 MHz (móttakari) 925-960 MHz (sendari) 2110-2170 MHz (sendari) 1710-1785 MHz (móttakari) 2500-2570 MHz (móttakari) 1805-1880 MHz (sendari) 2620-2690 MHz (sendari) 22.2. Avmarkingar í nýtslu: Nýtslan av frekvensum til flytiligt samskifti umborð á skipum (MCV) skal fara fram sambært skjali 7. Skip í hesum sambandi fevna eisini um offshore pallar/útbúnað. 23. Mátisendarar Háfrekvensgeneratorar, ið verða nýttir til at skapa máti-, hjálpi- og royndarsignal, modulerað ella ómodulerað. Sum mátisendarar verða roknaðir m.a. signalgeneratorar, tilvísingsfrekvensgeneratorar, sweepgeneratorar og viðleypsgeneratorar. 23.1 Radiofrekvensir: 9 kHz-400 GHz 23.2 Avmarking í nýtslu: Sendiorkan má ikki fara upp um 2 µW. 24. NMR (Nuclear Magnetic Resonance) 24.1. Frekvensband: 100 Hz – 130 MHz Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 24.2. Radiomarkamót: Nr. 00 031, sambært kunngerð um radiomarkamót. 25. Persónsávaringar 25.1. Radiofrekvensir: 32,2750 MHz 146,0125 MHz 868,60-868,70 MHz 32,3000 MHz 448,2500 MHz 869,20-869,40 MHz 32,3250 MHz 448,2750 MHz 869,65-869,70 MHz Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 25.2. Radiomarkamót: Nr. 00 026, sambært kunngerð um radiomarkamót. 26. Analog PMR 446 og talgilt PMR 446. 26.1. Radiofrekvensir: 446,0-446,2 MHz 26.2 Radiomarkamót: Nr. 00 022, sambært kunngerð um radiomarkamót. 26.3. Avmarkingar í nýtsluni: Einans handhildin nýtsla við innbygdari antennu er loyvd. Eingin basa- ella repeaterastatiónsnýtsla er loyvd. 27. 27 MHz CB-radioútbúnaður (Citizens´ Band) 27.1. Radiofrekvensir: 26,960-27,410 MHz (10 kHz rásfjarstøða – tó undantikið frekvensirnir 26,995 MHz, 27,045 MHz, 27,095 MHz, 27,145 MHz og 27,195 MHz) Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál, uttan omanfyri nevndu frekvensir. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 27.2. Radiomarkamót: Nr. 00 028, sambært kunngerð um radiomarkamót. 28. Radioútbúnaður til at stýra tjóðaríávaringum í akførum. 28.1. Radiofrekvensur: 433,92 MHz Hesin frekvensur kann verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensinum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hendan frekvens. 28.2. Radiomarkamót: Nr. 00 003, sambært kunngerð um radiomarkamót. 29. Radiofrekvens eyðmerking (RFID) 29.1. Radiofrekvensir: 865-868 MHz 2446-2454 MHz 916,1-918,9 MHz Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 29.2. Radiomarkamót: Nr. 00 051, sambært kunngerð um radiomarkamót. 30. Radioútbúnaður í fríari umferð 30.1. Avmarkingar í nýtsluni: Radioútbúnaður í fríari umferð má einans nýtast av útlendskum ríkisborgarum undir styttri uppihaldi í Føroyum. Nýtslan skal verða í trá við avgerð hjá CEPT/ERC (95)01. 31. TTT (Transport & Traffic Telematics) 31.1. Frekvensbond: 5,795-5,815 GHz (vegur til akfar) 24,05-24,50 GHz (bilradari) 76-77 GHz (anti-samanstoyt-radari og undirstøðukervis-radari) Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 31.2. Radiomarkamót: Nr. 00 030, sambært kunngerð um radiomarkamót. 32. Fylgisveinaterminalar í føstu fylgisveinatænastuni, undir hesum VSAT og SNG 32.1. Radiofrekvensir: 10,70-12,75 GHz (móttakari) 27,5000-27,8285 GHz (sendari) 14,00-14,50 GHz (sendari) 28,4445-28,9485 GHz (sendari) 17,30-20,20 GHz (móttakari) 29,4525-30,0000 GHz (sendari) Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 32.2. Radiomarkamót: Nr. 00 058, sambært kunngerð um radiomarkamót. 33. Terminalar í tí flytiligu fylgisveinatænastuni 33.1. Frekvensbond: 137,000-138,000 MHz (móttakari) 1626,50-1660,50 MHz (sendari) 148,000-150,050 MHz (sendari) 1670,0-1675,0 MHz (sendari) 387,250-388,750 MHz (sendari) 1980,0-2010,0 MHz (sendari) 399,900-400,050 (sendari) 2170,0,2200,0 MHz (móttakari) 400,225-400,975 MHz (móttakari) 2483,5-2500,0 MHz (móttakari) 1518,0-1559,0 MHz (móttakari) 14,00-14,50 GHz (sendari) 1610,0-1626,5 MHz (sendari/móttakari) Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir. 33. Tráðleysar telefonir (DECT) 33.1. Frekvensbond: 1880-1900 MHz 34. UWB (Ultra Wide Band) sum heild Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar radiotænastur. 34.1. Radiomarkamót: Nr. 00 056, sambært kunngerð um radiomarkamót. 35. UWB (Ultra Wide Band) til stigmátingar (LPR – Level Probing Radar) Nýtslan av radiofrekvensum eru ikki vardir í mun til aðrar radiotænastur standandi. 35.1. Radiomarkamót: Nr. 00 070, sambært kunngerð um radiomarkamót. Skjal 6 Próvroyndir fyri áhugavarparatænastur og áhugavarparafylgisveinatænastur sambært § 13 Fyri at fáa prógv til próvbólkarnar A, B ella D skulu fylgjandi stakroyndir lúkast: Bólkur A: Vanlig tøknilig roynd, avmarkað tøknilig roynd og ikki-tøknilig roynd. Bólkur B: Avmarkað tøknilig roynd, umframt ikki-tøknilig roynd. Bólkur D: Ikki-tøknilig roynd. Innihaldið í royndunum: 1. Ikki-tøknilig roynd 1.1. Krøv til at standa royndina. Umsøkjarin skal svara 20 spurningum. Fyri at standa royndina krevst 15 røtt svør av teimum 20 settu spurningunum. 1.2. Hjálpiamboð Sum hjálpiamboð kann bert nýtast logaritmutabel, roknistokkur og roknimaskina, ið ikki kann forritast. 1.3. Pensum Royndin er avmarkað til evnir, ið hava regluligt og praktiskt innihald, sum er viðkomandi fyri ein áhugavarpara til nýtslu í áhugavarpara- og áhugavarpara fylgisveinatænastum. Útgreinaður pensumlisti til royndina kann fáast við at venda sær til Fjarskiftiseftirlitið, og royndin inniheldur týðandi spurningar innan fyri fylgjandi øki: 1) Leiðingarevni 2) Sinusformað signalir 3) Streymveiting 4) Antennusløg 5) Útbreiðsluviðurskiftir 6) Mátingar 7) Mátitól 8) Órógv í elektriskum tólum 9) Fonetiska stavraðið 10) Q-kotan 11) Operationellar styttingar og nýtslu av hesum í áhugavarpara radiosamskifti 12) Altjóða neyðsignalir, áhugavarpara neyðsamskifti og samskifti í samband við náttúruvanlukkur. 13) Kallitekin 14) IARU-bandætlan 15) Nýtsla av útgerð 16) ITU ásetingar 17) CEPT ásetingar 18) Føroyskar lógarásetingar á økinum 2. Avmarkað teknisk roynd 2.1. Krøv til at standa royndina Umsøkjarin skal svara 16 spurningum. Fyri at standa royndina skulu 12 av teimum 16 settu spurningunum svarast rætt. Umsøkjarin skal hava staðið ikki-teknisku royndina í seinasta lagi samtíðis við ta avmarkaðu teknisku royndina. 2.2. Hjálpiamboð Sum hjálpiamboð kann bert nýtast logaritmutalva og roknimaskina, ið ikki kann forritast. 2.3. Pensum Royndin er avmarkað til evnir, ið hava regluligt og praktiskt innihald, sum er viðkomandi fyri ein áhugavarpara til nýtslu í áhugavarpara- og áhugavarparafylgisveinatænastum. Útgreinaður pensumlisti til royndina kann fáast við at venda sær til Fjarskiftiseftirlitið, og royndin inniheldur týðandi spurningar innan fyri fylgjandi øki: 1) Ravmagns-, magnetismu- og radioástøði 2) Tilfarsdeilir 3) Ringrásir 4) Móttakarar, herímillum uppkallingarmannagongdir 5) Sendarar, herímillum uppkallingarmannagongdir 6) Antennur og yvirføringslinjur 7) Útbreiðsluviðurskiftir 8) Mátingar 9) Órógv og óárin 10) Ásetingar hjá ITU 11) Ásetingar hjá CEPT 12) Føroyskar ásetingar á økinum. Harafturat skal umsøkjarin sambært pensumlistanum kenna fylgjandi støddfrøðiligum hugtøk og tiltøk: 1) Leggja saman, trekkja frá, falda og býta 2) Brøkar 3) Potensi av 10, eksponentar 4) Rokna kvadrat 5) Kvadratrøtur 6) Øvugt virðið 7) Tulking av linjurøttum og ikki-linjurøttum grafum Umsøkjararnir skulu harafturat kenna frymlarnar í pensumyvirlitinum og duga at umskriva teir. 3. Vanlig teknisk roynd 3.1. Krøv til at standa royndina. Umsøkjarin skal svara 14 spurningum. Fyri at standa royndina skulu 10 av teimum 14 settu spurningunum svarast rætt. Umsøkjarin skal hava staðið ikki-tøkniligu royndina og tí avmarkaðu tøkniligu royndina í seinasta lagi samtíðis sum ta vanligu tøkniligu royndina. 3.2. Hjálpiamboð Sum hjálpiamboð kann bert nýtast logaritmutalva og roknimaskina, ið ikki kann forritast. 3.3. Pensum Pensum til royndina er tað sama, sum pensum til ta avmarkaðu tøkniligu royndina sambært broti 2.3., tó eru spurningarnir á einum hægri torleikastøðið. Skjal 7 Treytir fyri nýtslu av fartelefontænastum umborð á skipum (MCV) 1) GSM-skipanir, sum veita MCV-tænastur á 900 MHz bandinum og 1800 MHz bandinum í føroyskum sjóøki, skulu uppfylla fylgjandi treytir fyri at ikki fremja skaðiliga órógvan til bága fyri fjarskiftisnet á landi. Fylgjandi treytir eru galdandi: a) Skipanir, sum veita MCV-tænastur, mugu ikki nýtast í økjum, sum liggja tættari enn 2 sjómíl frá grundlinjuni sambært havrættskonventiónini. b) Millum tvey og tólv sjómíl frá grundlinjuni, kann einans nýtast innandura skipsstøðantennur. c) Avmarkingar fyri flytiligar terminalar, tá ið hesir verða nýttir umborð á skipum og skipsstøðum: Parametur Lýsing Sendistyrki Hægsti útstrálaði útgongumáttur fyri flytiligar terminalar, sum skal nýtast umborð á skipum og er undir eftirlitið av skipsstøðini í 900 MHz bandinum: 5 dBm. Hægsti útstrálaði útgongumáttur fyri flytiligar terminalar, sum skal nýtast umborð á skipum og er undir eftirlitið av skipsstøðini í 1800 MHz bandinum: 0 dBm. Hægsti orkutættleiki fyri basisstøðir umborð á skipum, máta á økjum uttanfyri skipið við einari mátiantennu við 0 dBi í styrking: -80 dBm/200 kHz. Reglur fyri atgongd og nýtslustig Tøkni skal nýtast til at bøta um órógv, sum gevur minst somu veiting sum umbøtingartøknin grunda á GSM-standardir: - Millum tvey og trý sjómíl frá grundarlinjuni skal móttakaraviðkvæmi og markvirðið fyri avbrot (virðið fyri ACCMIN (1) og min. RXLEV (2)) fyri flytiligar terminalar, sum verða nýttir umborð á skipum, verða líka ella hægri enn -70 dBm/200 kHz, og millum trý og tólv sjómíl frá grundarlinjuni skal hendan verða líka ella hægri enn -75 dBm/200 kHz. - Ikki samanhangandi sending (3) skal verða virkin í MCV-skipanini í uplink-rættningini. - Virði hjá skipsstøðini fyri tíðarskifti (4) skal verða so lítið sum møguligt. (1) ACCMIN (RX_LEV_ACCESS_MIN), sum lýst í GSM-standardi ETSI TS 144 018 (2) RXLEV (RXLEV-FULL-SERVING-CELL), sum lýst í GSM-standardi ETSI TS 148 008 (3) Ikki samanhangandi sending ella DTX, sum lýst í GSM-standardi ETSI TS 148 008 (4) Tíðarskifti (timing advance), sum lýst í GSM-standardi ETSI TS 144 018 2) UMTS-skipanir, sum veita MCV-tænastur á 1900/2100 MHz-bandinum í føroyskum sjóøki, skulu uppfylla fylgjandi treytir fyri at ikki fremja skaðiliga órógvan til bága fyri fjarskiftisnet á landi. Fylgjandi treytir eru galdandi: a) Skipanir, sum veita MCV-tænastur, mugu ikki nýtast í økjum, sum liggja tættari enn tvey sjómíl frá grundlinjuni sambært havrættskonventiónini. b) Millum tvey og tólv sjómíl frá grundlinjuni, kann einans nýtast innandura skipsstøðantennur. c) Har kann einans nýtast ein bandbreidd upp til 5 MHz (duplex). d) Avmarkingar fyri flytiligar terminalar, tá ið hesir verða nýttir umborð á skipum og á skipsstøðum: Parametur Lýsing Sendistyrki Hægsti útstrálaði útgongumáttur fyri flytiligar terminalar, á 1900 MHz-bandinum, sum verða nýttir umborð á skipum og eru undir eftirlitið av skipsstøðini í 2100 MHz-bandinum: 0 dBm/5MHz. Geislan á dekkinum Geislan frá skipsstøðini á dekkinum skal verða líka ella undir -102 dBm/ 5 MHz (Common Pilot Channel). Reglur fyri atgongd og nýtslustig Millum tvey og tólv sjómíl frá grundarlinjuni er kvalitetskravi (minst kravda móttikna signalvirði í selluni) líka ella hægri enn: -87 dBm/5 MHz PLMN (Public Land Mobile Network) selection timer skal verða stillaður inn til 10 minuttir. Parametri fyri tíðarskifti skal verða ásett til eitt selluøki fyri tað deildu MCV-antennurskipanina á 600 m. RRC (Radio Resource Control) user inactivity release timer skal verða stillaður inn til tvey sekundir. Umskaring við netfrekvensum á landi MCV-miðfrekvensirnir mugu ikki umskarast netfrekvensirnar á landi. 3) LTE-skipanir ella 5G NR non-ASS-skipanir, sum veita MCV-tænastur á 1800 MHz-bandinum og á 2600 MHz-bandinum í føroyskum sjóøki, skulu uppfylla fylgjandi treytir fyri at ikki fremja skaðiliga órógvan til bága fyri fjarskiftisnet á landi. Fylgjandi treytir eru galdandi: a) Skipanir, sum veita MCV-tænastur, mugu ikki nýtast í økjum, sum liggja tættari enn fýra sjómíl frá grundlinjuni sambært havrættskonventiónini. b) Millum fýra og tólv sjómíl frá grundlinjuni, kann einans nýtast innandura skipsstøðantennur. c) Har kann einans nýtast ein bandbreidd upp til 5 MHz (duplex) pr. frekvensband (1800 MHz og 2600 MHz). d) Avmarkingar fyri flytiligar terminalar, tá ið hesir verða nýttir umborð á skipum og á skipsstøðum: Parametur Lýsing Sendistyrki Hægsti útstrálaði útgongumáttur fyri flytiligar terminalar, sum verða nýttir umborð á skipum og eru undir eftirlitið av skipsstøðini í 1800 MHz-bandinum og 2600 MHz bandinum: 0 dBm/5MHz. Geislan á dekkinum Geislan frá skipsstøðini á dekkinum skal verða líka ella undir -98 dBm/ 5 MHz (sum svarar til -120 dBm/15 kHz). Fyri SSB kanalbandbreiddir (SSB BW), ið ikki eru 15 kHz, skal kravið til greiðslan leggja ein faktor 10*log10 (SSB BW/(15 kHz)) afturat. Reglur fyri atgongd og nýtslustig Millum fýra og tólv sjómíl frá grundarlinjuni er kvalitetskravi (minsta kravda móttøku signali í selluni) líka ella hægri enn -83 dBm/5 MHz (sum svarar til -105 dBm/15 kHz). PLMN (Public Land Mobile Network) selection timer skal verða stillaður inn til 10 minuttir. Parametri fyri tíðarskifti skal verða ásett til eitt selluøki fyri tað deildu MCV-antennurskipanina á 400 m. RRC (Radio Resource Control) user inactivity release timer skal verða stillaður inn til tvey sekundir. Umskaring við netfrekvensum á landi MCV-miðfrekvensirnir mugu ikki umskarast netfrekvensirnar á landi.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙