Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
1. apríl 2003 Nr. 40
Kunngerð umfrávik frá bústaðar- og skattskyldu í Føroyum í mun til dagpeningalógina
Við heimild í § 6, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., verður ásett:
§ 1 Persónar, sum eru fevndir av “Nordisk Konvention om Social Sikring” frá 15. juni 1992 og sum eru…
Persónar, sum eru fevndir av “Nordisk Konvention om Social Sikring” frá 15. juni 1992 og sum eru mynstraðir við einum skipi, ið er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, ið hava avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini, skulu ikki lúka treytirnar í § 6, stk. 1 í dagpeningalógini um fulla skattskyldu og fastan bústað í Føroyum.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Almannamálaráðið, 1. apríl 2003 Páll á Reynatúgvu (sign.) landsstýrismaður / Sólja í Ólavsstovu (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.