Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. januar 2007 Nr. 4

Kunngerð um brúkaragjald fyri børn á stovni hjá landinum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 110 frá 19. november 2012

Við heimild í § 69, stk. 2 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd verður ásett:

§ 1 Tá Høvuðsbarnaverndarnevndin setir barn á dagstovn hjá landinum, rindar avvarðandi…

Tá Høvuðsbarnaverndarnevndin setir barn á dagstovn hjá landinum, rindar avvarðandi barnaverndarøki tað, ið til eina og hvørja tíð svarar til 100% av einum dagstovnaplássi í Tórshavnar kommunu, íroknað foreldragjald. Stk. 2. Tá Høvuðsbarnaverndarnevndin setir barn á dagstovn hjá landinum, sum samdøgurstilboð, rindar avvarðandi barnaverndarøki fyri hvørt barnið sambært § 2, stk. 1.

§ 2 1) 2) Tá Høvuðsbarnaverndarnevndin setir barn á samdøgursstovn ella aðra samdøgursfyriskipan hjá…

1) 2) Tá Høvuðsbarnaverndarnevndin setir barn á samdøgursstovn ella aðra samdøgursfyriskipan hjá landinum, rindar avvarðandi barnaverndarøki fyri hvørt barnið tað, ið svarar til hægstu samsýning til fosturforeldur at óvanliga truplum børnum, tá fleiri enn 2 børn eru í somu fosturfamilju, sambært kunngerð um samsýning til fosturforeldur. Stk. 2. Tá Høvðsbarnaverndarnevndin setir barn á samdøgursstovn uttanlands, rindar avvarðandi barnaverndarøki til landi, sambært stk. 1.

§ 3 Tá Høvuðsbarnaverndarnevndin sendir familju til familjuviðgerð sum samdøgursstilboð á stovni hjá…

Tá Høvuðsbarnaverndarnevndin sendir familju til familjuviðgerð sum samdøgursstilboð á stovni hjá landinum, rindar avvarðandi barnaverndarøki fyri hvørja familju tað, ið svarar til hægstu samsýning til fosturforeldur at sera truplum børnum, tá fleiri enn 2 børn eru í somu fosturfamilju, tó ikki lummapening, sambært kunngerð um samsýning til fosturforeldur. Stk. 2. Tá Høvuðsbarnaverndarnevndin sendir familju til familjuviðgerð sum dagtilboð á stovni hjá landinum, rindar avvarðandi barnaverndarøki fyri hvørja familju tað, ið svarar til 3 ferðir samsýning til fosturforeldur, sambært kunngerð um samsýning til fosturforeldur. Stk. 3. Gjald sambært stk. 1 og 2 er uttan mun til talið av børnum og vaksnum í familjuni.

§ 4 Upphæddin í §§ 2 og 3 verður javnað eftir sama leisti sum samsýning til fosturforeldur

Upphæddin í §§ 2 og 3 verður javnað eftir sama leisti sum samsýning til fosturforeldur.

§ 5 Viðkomandi barnaverndarøki rinda ásetta brúkaragjaldið í tann mun, barnaverndarøkini nýta stovnarnar

Viðkomandi barnaverndarøki rinda ásetta brúkaragjaldið í tann mun, barnaverndarøkini nýta stovnarnar.

§ 6 Síðst í hvørjum mánaði letur viðkomandi stovnur Barnaverndartænastuni talið av børnum og…

Síðst í hvørjum mánaði letur viðkomandi stovnur Barnaverndartænastuni talið av børnum og familjum, sum í farna mánaði hava verið á stovninum. Stk. 2. Barnaverndartænastan skal hava upplýsingar um navn barnsins/familjunnar, skrásetingar nr. barnaverndartænastunnar, dagatal ella tal av samdøgrum fyri hvørt barnið/hvørja familju, og upphædd í krónum ávikavist fyri hvørt barnið/hvørja familju og tilsamans. Stk. 3. Tal av døgum ella samdøgrum verður roknað út frá avtaluni millum barnaverndartænastuna og stovnin um, hvussu uppihaldið skal skipast. Stk. 4. Tá barn verður sett á samdøgursstovn uttanlands, sendir Barnaverndartænastan upplýsningarnar sambært stk. 1 og 2 til Almannastovuna.

§ 7 Avroknað verður yvir debitorskipanina hjá Føroya Gjaldstovu

Avroknað verður yvir debitorskipanina hjá Føroya Gjaldstovu.

§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi 1. februar 2007

Henda kunngerð kemur í gildi 1. februar 2007. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 20 frá 29. mars 2006 um brúkaragjald fyri børn á stovni hjá landinum. Almanna- og heilsumálaráðið, 30. januar 2007 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 26 frá 27. mars 2009, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2009.” 2) Broytt við kunngerð nr. 110 frá 19. november 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2013.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
brúkaragjald fyri børn á stovni hjá landinum · innanhýsis
Áður galdandi · 29. mars 2006
Broytingar
broyting í kunngerð um brúkaragjøld fyri børn á stovni hjá landinum · innanhýsis
Galdandi · 19. november 2012
Broytingar
broyting í kunngerð um brúkaragjald fyri børn á stovni hjá landinum · innanhýsis
Galdandi · 27. mars 2009
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙