Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. januar 2013 Nr. 4

Kunngerð um próvtalsstiga og døming í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum

Kapittul 1 Próvtalsstigin

Kapittul 2 Onnur meting

Kapittul 3 Próvtalsgeving

Kapittul 4 Kravið fyri at standa

Kapittul 5 Prógv og skjalaváttanir

Kapittul 6 Undantak og frávik

Kapittul 7 Gildiskoma og skiftisreglur

Við heimild í § 20, stk. 1 í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar verður ásett:

Kapittul 1

Próvtalsstigin

Kapittul 1 Próvtalsstigin

Næmingur, sum til próvtøkur, terminsroyndir, ársroyndir og líknandi, skal prógva eitt kunnleika- og førleikastig, verður mettur sambært próvtalsstiganum niðanfyri: 1) 12: fyri framúr gott avrik. 2) 10: fyri sera gott avrik. 3) 7: fyri gott avrik. 4) 4: fyri hampiligt avrik. 5) 02: fyri toluligt avrik, sum kann verða góðtikið. 6) 00: fyri ikki nøktandi avrik. 7) -3: fyri heilt vánaligt avrik. Stk. 2. Próvtalsstigin verður eisini nýttur, tá ið ársmet og líknandi støðumet verða givin.

12 verður givið fyri avrik, sum lýtaleyst ella mest sum lýtaleyst lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini. Stk. 2. 10 verður givið fyri sera gott avrik, ið við onkrum smávegis lýtum lýkur flestu málini í námsætlanini í lærugreinini. Stk. 3. 7 verður givið fyri gott avrik, ið við nøkrum lýtum, væl lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini. Stk. 4. 4 verður givið fyri hampiligt avrik, ið hevur fleiri grov lýti og ikki lýkur málini væl í námsætlanini í lærugreinini. Stk. 5. 02 verður givið fyri toluligt avrik, ið akkurát stendur mát, og í minsta mun lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini. Stk. 6. 00 verður givið fyri ikki nøktandi avrik, ið ikki stendur mát og ikki lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini. Stk. 7. -3 verður givið fyri heilt vánaligt avrik, sum als ikki kann verða góðtikið. Kapittul 2 Onnur meting

Kapittul 2 Onnur meting

Skrivligt ummæli og talmet verða nýtt í sambandi við verkætlanaruppgávu sbrt. § 4, stk. 6 í lógini. Kapittul 3 Próvtalsgeving

Kapittul 3 Próvtalsgeving

Tá ið ein próvtøka er byrjað, verður próvtal givið, uttan so at próvtøkan verður slitin orsakað av burturvísing ella sjúku. Er orsøkin sjúka, verður próvtal givið í sambandi við sjúkrapróvtøku.

Próvtal verður givið út frá eini heildarmeting av, í hvussu stóran mun avrikið ella støðan lýkur tey settu málini.

Avrik verða mett samsvarandi teimum fakligu málunum, ið eru sett í námsætlanunum, fyri ávísu lærugreinarnar.

Um ein persónur, próvdómari ella próvhaldari, metir um avrikið, er tað hann, sum ásetir próvtalið. Um bæði próvdómari og próvhaldari meta um avrikið, verður próvtalið ásett eftir samráðing teirra millum. Í samráðingini er próvdómarin tann fyrri at skjóta upp eitt próvtal. Stk. 2. Semjast próvdómari og próvhaldari ikki um sama próvtal, geva teir hvør sítt próvtal og endaliga próvtalið fyri avrikið verður tá miðaltalið hækkað ella lækkað til tað tal í próvtalsstiganum, ið er næst við. Liggur miðaltalið mitt ímillum tvey próvtøl í stiganum, verður hækkað, um próvdómarin hevur givið hægra talið, og lækkað um próvdómarin hevur givið lægra talið.

Eru fleiri próvdómarar ella próvhaldarar við í dømingini, hevur próvdómarabólkurin undir einum próvdómararførleikan og próvhaldarabólkurin undir einum próvhaldaraførleikan eftir § 13, stk. 1. Er ósemja í einum bólki, verður próvtalið hjá bólkinum ásett sum hækkað ella lækkað miðaltal til tað tal í próvtalsstiganum, ið er næst við. Liggur miðaltalið hjá bólkinum mitt ímillum tvey próvtøl í stiganum, verður hækkað.

Um givin verða lutapróvtøl fyri ymisk lutavrik verður endaliga próvtalið ásett sum hækkað ella lækkað miðaltal til tað tal í próvtalsstiganum, ið er næst við. Liggur miðaltalið mitt ímillum tvey próvtøl í stiganum, verður hækkað. Lutapróvtøl kunnu sbrt. reglunum í próvtøkukunngerðini telja við ymiskari vekt, tá ið endaligt próvtal verður ásett. Kapittul 4 Kravið fyri at standa

Kapittul 4 Kravið fyri at standa

Endaligt prógv er staðið um miðaltalið er ájavnt við ella størri enn 2,0. Miðaltalið 2,0 fyri endaligt prógv kann ikki verða fingið við hækking.

Ásett er í próvtøkukunngerð, hvørji próvtøl telja við í endaliga próvnum á teim ymisku breytunum. Endaliga próvtøkuúrslitið er eitt miðaltal og verður roknað út við einum desimali.

Í próvtøkukunngerðini er ásett við hvørji vekt próvtøl telja í útrokningini av endaliga próvtøkuúrslitinum. Eitt vektað miðaltal verður roknað út soleiðis: Einstøku metini og próvtølini verða faldað við tilhoyrandi vekt og síðani løgd saman sum samløga 1. Síðan verða vektirnar lagdar saman sum samløga 2. Vektaða miðaltalið er so samløga 1 býtt við samløgu 2. Kapittul 5 Prógv og skjalaváttanir

Kapittul 5 Prógv og skjalaváttanir

Á prógvum og skjalaváttanum skulu øll próvtøl sambært próvtalsstiganum verða lýst við samsvarandi bókstavi frá ECTS-stiganum sbrt. fylgiskjali 1. Kapittul 6 Undantak og frávik

Kapittul 6 Undantak og frávik

Mentamálaráðið kann víkja frá hesi kunngerð, tá ið talan er um serlig viðurskifti, so sum meting av avriki hjá næmingi við serligum tørvi. Stk. 2. Mentamálaráðið kann loyva, at vikið verður frá reglunum í hesi kunngerð, tá ið talan er um eitt frammanundan góðkent royndar- og menningarvirksemi. Kapittul 7 Gildiskoma og skiftisreglur

Kapittul 7 Gildiskoma og skiftisreglur

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja fyrsta árið í breytaskipanini 1. august 2013 ella seinni. Mentamálaráðið, 22. januar 2013 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.) Fylgiskjal 1 Próvtalsstigin týddur til enskt 12: For an excellent performance displaying a high level of command of all aspects of the relevant material, with no or only a few minor weaknesses. 10: For a very good performance displaying a high level of command of most aspects of the relevant material, with only minor weaknesses. 7: For a good performance displaying good command of the relevant material but also some weaknesses. 4: For a fair performance displaying some command of the relevant material but also some major weaknesses. 02: For a performance meeting only the minimum requirements for acceptance. 00: For a performance which does not meet the minimum requirements for acceptance. -3: For a performance which is unacceptable in all respects. Samband millum próvtalsstigan og ECTS-stigan Próvtalið 12 í próvtalsstiganum svarar til A á ECTS-stiganum Próvtalið 10 í próvtalsstiganum svarar til B á ECTS-stiganum Próvtalið 7 í próvtalsstiganum svarar til C á ECTS-stiganum Próvtalið 4 í próvtalsstiganum svarar til D á ECTS-stiganum Próvtalið 02 í próvtalsstiganum svarar til E á ECTS-stiganum Próvtalið 00 í próvtalsstiganum svarar til Fx á ECTS-stiganum Próvtalið -3 í próvtalsstiganum svarar til F á ECTS-stiganum Umseting til enskt frá próvtalsstiganum til ECTS-stigan The mark 12 on the scale is equivalent to A on the ECTS scale The mark 10 on the scale is equivalent to B on the ECTS scale The mark 7 on the scale is equivalent to C on the ECTS scale The mark 4 on the scale is equivalent to D on the ECTS scale The mark 2 on the scale is equivalent to E on the ECTS scale The mark 00 on the scale is equivalent to Fx on the ECTS scale The mark -3 on the scale is equivalent to F on the ECTS scale

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙