Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. januar 2009 Nr. 4

Kunngerð um starvsskipan fyri Grannskoðaraeftirlitið

Kapittul 1 Limir í og skrivstova hjá Grannskoðaraeftirlitinum

Kapittul 2 Heimildir

Kapittul 9 Fundir og atkvøðureglur í Grannskoðaraeftirlitinum

Kapittul 4 Gegni

Kapittul 5 Tagnarskylda

Kapittul 6 Gildiskoma

Við heimild í § 15, stk. 1 í løgtingslóg nr. 116 frá 11. desember 2007 um løggildar og skrásettar grannskoðarar (grannskoðaralógin) verður ásett:

Kapittul 1

Limir í og skrivstova hjá Grannskoðaraeftirlitinum

Kapittul 1 Limir í og skrivstova hjá Grannskoðaraeftirlitinum

Grannskoðaraeftirlitið hevur 1 formann og 8 aðrar limir. Tveir limir skulu vera løggildir grannskoðarar, 2 limir skulu vera skrásettir grannskoðarar og 4 skulu umboða roknskaparbrúkararnar. Hvørki formaðurin ella umboðini fyri roknskaparbrúkararnar kunnu vera í starvi hjá ella reka grannskoðanarvirki saman við løggildum ella skrásettum grannskoðara. Stk. 2. Skráseting Føroya tilnevnir formannin og limirnar fyri í mesta lagi eitt 4 ára tíðarskeið hvørja ferð. Limirnir kunnu verða tilnevndir aftur, tá ið hetta tíðarskeiðið er farið.

Skráseting Føroya, Postboks 264, 110 Tórshavn (skr@skraseting.fo) er skrivstova hjá Grannskoðaraeftirlitinum. Kapittul 2 Heimildir

Kapittul 2 Heimildir

Grannskoðaraeftirlitið røkjur tær uppgávur viðvíkjandi góðskueftirliti við løggildum og skrásettum grannskoðarum og grannskoðanarvirkjum, sum ásett í kapitli 9 í grannskoðaralógini.

Formaðurin í Grannskoðaraeftirlitinum skipar og leiðir arbeiðið hjá eftirlitinum. Formaðurin syrgir fyri, at avgerðir hjá eftirlitinum verða almannakunngjørdar og útintar. Formaðurin undirskrivar avgerðir hjá eftirlitinum. Kapittul 9 Fundir og atkvøðureglur í Grannskoðaraeftirlitinum

Kapittul 9 Fundir og atkvøðureglur í Grannskoðaraeftirlitinum

Formaðurin leiðir fundirnar í Grannskoðaraeftirlitinum. Stk. 2. Formaðurin ásetir fundartíð og -stað. Fundur verður annars hildin, tá 3 limir ella Skráseting Føroya setir fram ynski um fund til at viðgera nærri tilskilaðar spurningar. Einstaki limurin kann biðja um, at eitt mál verður sett á fundarskrá til fund í eftirlitinum. Stk. 3. Limir verða kallaðir inn til fund við í minsta lagi 7 daga freist, uttan so at formaðurin tekur aðra avgerð. Stk. 4. Saman við fundarinnkallingini skal fylgja ein fundarskrá við teimum málum, sum skulu viðgerast. Tað tilfar, ið er neyðugt fyri at viðgera málini, skal helst vera viðlagt fundarskránni. Stk. 5. Mál, sum ikki eru komin á fundarskrá, kunnu verða viðgjørd á fundinum, um í minsta lagi 5 limir góðkenna tað, ella formaðurin, tá málið hevur skund, tekur avgerð um hetta. Stk. 6. Skráseting Føroya kann leggja mál fyri eftirlitið. Harumframt kann Skráseting Føroya krevja, at eitt evni kemur á fundarskrá til næsta fund hjá eftirlitinum.

Limir, ið ikki fáa møtt á fundi, skulu skjótast gjørligt geva skrivstovuni hjá eftirlitinum boð um hetta.

Umboð fyri skrivstovuna luttekur á fundum hjá eftirlitinum. Stk. 2. Formaðurin kann loyva øðrum at luttaka í ávísum málum, sum eru á skránni.

Fundirnir hjá Grannskoðaraeftirlitinum eru ikki almennir.

Eftirlitið er viðtøkuført, tá í minsta lagi helvtin av limunum eru til staðar undir viðgerðini av málinum. Stk. 2. Eftirlitið tekur avgerð við vanligum atkvøðumeiriluta millum teir møttu limirnar. Stendur á jøvnum í atkvøðum, er atkvøðan hjá formanninum avgerandi. Stk. 3. Tá eftirlitið viðger ávís mál, skulu umframt formannin í minsta lagi luttaka líka nógv umboð fyri roknskaparbrúkararnar sum grannskoðarar. Í málum viðvíkjandi løggildum grannskoðarum ella grannskoðanarvirkjum skal í minsta lagi ein løggildur grannskoðari luttaka. Í málum viðvíkjandi skrásettum grannskoðarum ella grannskoðanarvirkjum skal í minsta lagi ein skrásettur grannskoðari luttaka.

Formaðurin syrgir fyri, at samráðingar og avgerðir hjá eftirlitinum verða førdar í fundarbók. Stk. 2. Í fundarbókini skal standa, hvørjir limir hava verið á fundi. Limur kann krevja sínar viðmerkingar skrivaðar í fundarbókina. Stk. 3. Skrivstovan hjá eftirlitinum ger eina frásøgn frá fundum í eftirlitinum, sum eftir at hava fingið formansins góðkenning, verður send limunum. Limirnir skulu helst senda møguligar viðmerkingar til skrivstovuna, eftir at hava móttikið frásøgnina, men kunnu tó koma við viðmerkingum til frásøgnina á næstkomandi fundi. Stk. 4. Limir, sum luttaka á fundi, skulu undirskriva fundarfrásøgnina. Stk. 5. Grannskoðaraeftirlitið kann taka avgerð um, at fundarbókin skal vera talgild, og at møguligar viðmerkingar skulu gerast talgilt, smb. stk. 1 og 2. Harumframt kann eftirlitið avgera, at fundarfrásøgnin skal sendast limunum talgilt, at limirnir gera viðmerkingar talgilt, og at frásøgnin skal góðkennast við talgildari undirskrift, smb. stk. 3 og 4. Kapittul 4 Gegni

Kapittul 4 Gegni

Limirnir í Grannskoðaraeftirlitinum eru undir somu reglum um gegni sum grannskoðarar, smb. § 17, stk. 1 í grannskoðaralógini. Stk. 2. Limir hava skyldu til at boða eftirlitinum frá um umstøður, ið kunnu sáa iva um gegni hjá viðkomandi. Stk. 3. Limir, sum hava kunnleika til slíkar umstøður annars, hava skyldu til at boða formanninum í eftirlitinum frá hesum. Stk. 4. Grannskoðaraeftirlitið avger, uttan at viðkomandi limur luttekur, um viðkomandi er ógegnigur í málinum. Ein limur kann altíð sjálvur lýsa seg sum ógegnigan, smb. stk. 1. Stk. 5. Tá ein limur hevur vikið sín sess, kann ein annar limur verða kallaður inn til viðgerðina og avgerðina í viðkomandi máli. Kapittul 5 Tagnarskylda

Kapittul 5 Tagnarskylda

Formaðurin, limirnir, skrivstovan og onnur, sum luttaka á fundi í eftirlitinum hava, av umhugsni fyri teimum kannaðu grannskoðanarvirkjunum og teirra viðskiftafólki, tagnarskyldu eftir §§ 152, 152a, 152c-152f í revsilógini, smb. § 17, stk. 2 í grannskoðaralógini. Stk. 2. Limur kann tó altíð umrøða mál, ið er partur av fundarskránni við ein annan lim, og útflýggja tilfar hesum viðvíkjandi til hansara. Stk. 3. Formaðurin kann í serligum føri avgera, at skrivligt tilfar verður deilt út á fundinum, og síðani latið inn aftur, tá fundurin endar.

Eftirlitið ger eina árliga frágreiðing um sítt virksemi. Frágreiðingin inniheldur samsvarandi ES tilmæli (2001/256/EF) m.a. úrslitini frá góðskueftirlitinum. Úrslitini kunnu almannakunngerast í hagfrøðiligum líki uttan at tilskila, hvørji grannskoðanarvirkini eru. Frágreiðingin verður eisini almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya – www.skraseting.fo. Kapittul 6 Gildiskoma

Kapittul 6 Gildiskoma

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið tann 13. januar 2009 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙