Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

12. januar 2022 Nr. 4

Kunngerð um broyting í kunngerð um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum

(Stóra Bretland verður tikið upp á listan yvir lond, hvørs vøra er undantikin veterinerum eftirliti eftir § 1, stk. 3)

§ 1 Í kunngerð nr. 24 frá 16. mars 2001 um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr…

Í kunngerð nr. 24 frá 16. mars 2001 um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum, sum broytt við kunngerð nr. 128 frá 21. september 2001, kunngerð nr. 11. frá 8. mars 2006, kunngerð nr. 119 frá 14. september 2011 og kunngerð nr. 202 frá 22. desember 2020, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Vøra, sum verður innflutt úr londum, nevnd í fylgiskjali 19, er undantikin tí veterinera eftirliti, sum annars er galdandi eftir stk. 2. Vøran skal koma frá ES-góðkendum virkjum ella frá virkjum, ið eru góðkend av íslendskum myndugleikum. Fráboðan um vøruna skal latast Heilsufrøðiligu starvsstovuni á fylgiskjali 20. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann gera stakeftirlit av vøruni, t.d. um illgruni er um vanda fyri fólkaheilsu ella djóraheilsu.” 2. Í fylgiskjali fylgiskjali 19 verður undir “New Zealand” sett: “Stóra Bretland”.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 12. januar 2022 Magnus Rasmussen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙