Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

9. februar 2006 Nr. 4

Kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum, sum broytt við kunngerð nr. 1 frá 10. januar 2012

Við heimild í § 9, stk. 2, nr. 3 og § 9a, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verður ásett:

§ 1 Umframt tær ásetingar, sum eru gjørdar um stongdar leiðir í § 9a í lógini, og umframt…

Umframt tær ásetingar, sum eru gjørdar um stongdar leiðir í § 9a í lógini, og umframt ásetingarnar í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, er ikki loyvt at veiða á leiðum við reiðskapi í tíðarskeiði, sum niðanfyri tilskilað: 1) Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 31. mars, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti, veiða við snellu og garnaveiða eftir havtasku tó undantikin, innan fyri linjur drignar millum hesi støð: a) 61°40'00" N - 08°25'00" V b) 61°54'00" N - 08°40'00" V c) 61°54'00" N - 07°25'30" V d) 61°58'00" N - 07°15'00" V e) 61°53'00" N - 07°04'00" V f) 61°45'00" N - 07°04'00" V g) 61°40'00" N - 07°16'00" V h) 61°40'00" N - 08°25'00" V 2) Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er fiskiførum størri enn 80 tons, fiskifør uttan egningarmaskinu tó undantikin, ikki loyvt at veiða við línu millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08'48"N - 07°26'00"V) og 360° rættvísandi úr Mýlingi (62°18'11"N - 07°12'30"V) og millum 6 fjórðingar og 12 fjórðingar úr grundlinjunum. 3) Í tíðarskeiðinum frá 1. februar til 1. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti, veiða við snellu og garnaveiða eftir havtasku tó undantikin, millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08'48"N - 07°26'00"V) og 360° rættvísandi úr Mýlingi (62°18'11"N - 07°12'30"V) frá 12 fjórðingum úr grundlinjunum og út á linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: a) 62°32'00"N - 08°15'00"V b) 62°46'00"N - 07°12'30"V 4) Í tíðarskeiðinum frá 15. januar til 15. mai, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við troli millum 360° rættvísandi úr Mýlingi (62°18'11"N - 07°12'30"V) og 360° rættvísandi úr Ennibergi (62°23'49"N - 06°33'38"V) frá 12 fjórðingum úr grundlinjunum og út á linger drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: a) 62°46'00"N - 07°12'30"V b) 62°48'00"N - 07°00'00"V c) 62°50'00"N - 06°33'38"V 5) Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti, veiða við snellu, snøri og tráðu tó undantikin, millum 360° rættvísandi úr Mýlingi (62°18'11"N - 07°12'30"V) og 360° rættvísandi úr Kallinum (62°22'15"N - 06°48'20"V) og millum 6 fjórðingar og 12 fjórðingar úr grundlinjunum. 6) Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti millum 360° rættvísandi úr Ennibergi (62°23'49"N - 06°33'38"V) og longdar-stigið 06°00'00''V millum 16 fjórðingar úr grundlinjunum og út á eina linju drigin millum hesi støð og í hesi raðfylgju: a) 62°45'00''N - 06°33'38''V b) 62°37'00''N - 06°00'00''V og millum 360° rættvísandi úr Ennibergi (62°23'49"N - 06°33'38"V) og longdarstigið 6°15'00''V millum 12 fjórðingar og 16 fjórðingar úr grundlinjunum. 7) 1) Í tíðarskeiðinum frá 15. januar til 1. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti, línuveiða og snelluveiða undantikin, innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: a) 62°20'00"N - 05°45'00"V b) 62°20'00"N - 05°25'00"V c) 62°15'00"N - 05°25'00"V d) 62°09'00"N - 05°40'00"V e) 62°09'00"N - 05°50'00"V f) 62°20'00"N - 05°45'00"V 8) Í tíðarskeiðinum frá 1. mars til 1. mai, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: a) 60°57'20"N - 07°57'00"V b) 61°03'00"N - 07°57'00"V c) 61°15'30"N - 08°16'00"V d) 61°13'20"N - 08°42'12"V e) 61°00'00"N - 09°11'00"V f) 60°48'40"N - 09°25'00"V g) 60°26'00"N - 09°08'25"V h) 60°36'30"N - 08°45'00"V i) 60°45'40"N - 08°37'00"V j) 60°57'20"N - 07°57'00"V

§ 2 Brot á hesa kunngerð verða revsað sambært lógini um vinnuligan fiskiskap

Brot á hesa kunngerð verða revsað sambært lógini um vinnuligan fiskiskap.

§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 11 frá 23. februar 2005. Fiskimálaráðið, 9. februar 2006 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 1 frá 10. januar 2012.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum · innanhýsis
Áður galdandi · 23. februar 2005
Broytingar
broyting í kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum · innanhýsis
Áður galdandi · 10. januar 2012
Broytingar
broyting í kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum · innanhýsis
Áður galdandi · 25. februar 2009
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙