Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. mai 1964 Nr. 44

Reglugerð um viðurskifti tænastumanna vegna sjúku

Við heimild í § 13, 5. stk. í løgtingslóg nr. 31 frá 18. mai 1961 um tænastumenn landsins verða hesar reglur at galda um viðurskifti tænastumanna vegna sjúku:

1. Tænastumaður, boðaður sjúkur, hevur skyldu at fáa til vega tær váttanir frá lækna, viðkomandi stovnur krevur.

2. Meðan tænastumaður er sjúkur, kann, tá læknaváttan gevur vón um, at hann vinnur heilsuna aftur, vanliga ganga 1 ár, áðrenn hann verður loystur úr embætinum, tó so at longt kann verða um freistina, tá ið sera óvanlig viðurskifti fyriliggja. Stytt kann tó verða um hesa tíðina vegna sjúku frammanundan, aldur hansara o.t. Gevur læknaváttanin onga vón um, at hann vinnur heilsuna aftur, verða stig tikin vanliga sum skjótast at loysa hann úr embætinum. Fyrivarningurin eftir § 8, 2. stk. í løgtingslógini um tænastumenn landsins eigur at verða givin í so góðari tíð, at freistin frammanfyri ikki vegna fyrivarningin verður longd.

3. Hevur tænastumaður tilsamans 180 sjúkradagar uttan so, at hann beint frammanundan hevur eitt samanhangandi tænastuskeið uppá 3 ár, har sjúkradagatalið tilsamans ikke er omanfyri 30, verður fyri hvønn sjúkradag frádrigin 1/1000 partur av árligu nettolønini (bruttoløn ÷ eftirlønargjald), smbr. tó tað, ið frammanfyri er sagt um sjónarmiðini at loysa tænastumann úr embætinum. Í hesum verða sjúkradagar ikki taldir við, ið eru beinleiðis fylgja av, at viðkomandi er komin til skaða í tænastuni, eins og sjúkradagar í vanligu árligu frítíðunum. Sunnudagar og aðrir heiligdagar, ið ikki falla í hesum frítíðum, verða viðroknaðir, undantikið teir sunnu- og heiligdagar, tá tænastan verður uppafturtikin dagin eftir. Stovnurin hevur tó heimild til í talið 180 dagar ikki at viðrokna dagatalið fyri einkulta álvarsliga sjúku, tá ið spurningurin um hetta verður reistur undir sjúkuni ella beint aftaná, at tænastan verður tikin uppaftur.

Fyri tænastumenn eldri enn 50 ár verður talið 180 hækkað til 250, og kunnu teir gera seg leysar av sjúkradøgum frammanundan, um teir samanhangandi tíðarskeið uppá 2 ár aftaná fylta 50. árið ikki hava yvir 30 sjúkradagar.

4. Eftir § 14 í løgtingslóg um tænastumenn landsins fáa kvinnuligir tænastumenn tænastufrí uttan læknaváttan í upp til 6 vikur aftaná barnferð, henda tíðin verður ikki roknað sum sjúkradagar. Tær tíðir, sum avvarðandi annars er burtur frá tænastuni vegna óførleika, av tí at hon er við barn ella av barnferð, verða roknaðar sum sjúkradagar og sama er galdandi, um hon við læknaváttan prógvar, at hon ikki uttan bága fyri fostrið kann inna tænastu sína. Frítøkan eftir 3. punkti at rokna dagatalið fyri einkulta álvarsliga sjúku umfatar ikki fráveruna eftir 2. punktum. Harafturímóti hevur avvarðandi høvi til at fáa hesa fráveru uppgjørda og avroknaða, tá hon tænastufør vendir aftur til tænastuna. Verður avroknað sum her tilskilað, verður tænastumaðurin frígjørdur fyri fráveruna, sum tí ikki ávirkar ta tíðina, tá 3-ára skeið við tilsamans hægst 30 sjúkradøgum, er gingin við tí fylgju, at sjúkradagar frammanundan falla burtur.

5. Førdur verður bæði fyri hvønn tænastumann og hvønn tænstumannaaspirant listi yvir sjúkradagar. Listin flytir við viðkomandi, og inniheldur hann upplýsingar um, hvør sjúkan er, hvussu long sjúkralegan hevur verið, hvønn dagin hon byrjaði, og hvønn dagin hon endaði og samlaða talið av sjúkradøgum. Eisini skal listin innihalda upplýsingar um, hvørjar sjúkradagar viðkomandi er frítikin og frígjørdur fyri, og eisini um frádrátt í løn og tíðarskeiðið, frádrátturin er gjørdur fyri.

Tá ið spurningurin um at tilnevna tænastumannaaspirant sum tænastumann liggur fyri, ver›ur sjúkralistin sendur landsstýrinum. Í uppgerðini yvir samlaða talið av sjúkradøgum verða teir sjúkradagar í aspiranttíðini taldir við, sum verða roknaðir uppí lønaraldurin, jbr. § 6, 3. stk. í løgtingslóg um tænastumenn landsins.

6. Henda reglugerð kemur í gildi 1. juni 1964.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙